mikudagur 26. november 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 228 - 26. november 2008
Stutt Sagt
Drápið var
politiskt
Verjin hjá fýra monnum,
sum eru tiknir og settir í
samband
við
morðið
á
russisku blaðkvinnuna Onnu
Politkovskaja fyri tveimum
árum síðani, vil vera við, at
tað
var
ein
russiskur
politikari, sum legði drápið
til rættis.
Murad Musayev, sakførari,
segði
við
tíðindafólk
í
Moskva í gjár, at politikarin
er nevndur í ákæruritinum
hjá ákæruvaldinum, og hann
segði seg hava fingið vissu
fyri, at maðurin er framvegis
í Russlandi.
Anna Politkovskaja var
kend fyri sínar atfinning
arsomu blaðgreinar um eitt
nú kríggið í Kekenia, har
hon legði russiska herin
undir at fara óneyðuga harð
liga fram. Hon bleiv funnin
skotin uttan fyri íbúð sína í
Moskva á heysti í 2006.
Uppsagnir
hjá Finnair
Finska flogfelagið Finnair
kunngjørdi í gjár, at tað fer at
siga
71
starvsfólkum
á
farmadeildini úr starvi næsta
ár. Hesar uppsagnirnar koma
afturat 300 øðrum, sum
felagið hevur boðað frá fyrr.
Leiðslan í Finnair sigur, at
hon
hevur
endurskoðað
fíggjarætlanina, sum bleiv
løgd í summar, og at nið
urstøðan er, at felagið má
spara í minsta lagi fýra
milliónir evrur á farma
deildini. Í einari fráboðan til
virðisbrævamarknaðin
í
Helsinki sigur felagið, at
farmaflutningurin
fer
at
minka 10 prosent næsta ár,
og at felagið noyðist at laga
seg eftir tí.
Clement
úr SPD
Wolfgang Clement, sum var
ráðharri
í
stjórnini
hjá
fyrrverandi týska kanslar
anum Gerhards Schröder, er
farin burtur úr sosialdemo
kratiska
flokkinum
SPD.
Orsøkin er sambært Clement
sjálvum, at hann er mis
nøgdur
við
leiðsluna
í
flokkinum.
Í brævi til formannin í SPD,
Franz
Müntefering,
fýlist
Wolfgang
Clement
á,
at
leiðslan í sosialdemokratiska
flokkinum hevur ikki dugað at
víst, hvør munur er á SPD og
vinstraflokkinum Die Linke.
Müntefering og Frank
Walter Steinmeier, uttanríki
sráðharri, hava ta støðu, at
SPD kann ikki skipa stjórn
saman við Die Linke.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Teir somalisku sjórænararnir eru sum dýr, og eg vóni
ikki, at nakar annar kemur í teirra hendur
leyslatin sjómaður
útlond
19 ferðir vóru tvær
ungar kvinnur í Bret
landi við barn við sama
manni pápa teirra
Rætturin í enska býnum
Sheffield hevur dømt ein
56 ára gamlan mann lív
langt fongsul fyri kynsligan
ágang ímóti døtrum sínum.
Lívlangt fongsul merkir
ikki altíð, at viðkomandi
skal sita alt lívið í fongsli,
men í hesum føri gjørdi
rætturin av, at tann dømdi
skal ikki sleppa út fyrr enn
í fyrsta lagi um 19 ár og
seks mánaðir.
Í Sheffield Crown Court
viðgekk maðurin at hava
neyðtikið tær báðar døtur
nar 24 ferðir og fýra aðrar
tilburðir, har talan var um
annan kynsligan ágang enn
neyðtøku.
Í rættinum kom fram, at
tær báðar genturnar vórðu
við barn 19 ferðir, eftir at
pápin hevði neyðtikið tær.
Tær fingu níggju børn.
Tvey teirra doyðu. Í hinum
tíggju førunum mistu tær
børnini, og í einstøkum før
um valdu tær fosturtøku,
sigur BBC.
Kanningarnar hjá ákæru
valdinum
avdúkaðu,
at
ágangurin ímóti gentunum
byrjaði, tá tær vóru átta ára
gamlar. Settu tær seg upp
ímóti honum, hótti hann við
at buka tær. Í hesum sam
bandi varð víst á, at pápin er
stórur og prúður maður.
Øll í húsinum ræddust
hann. So skjótt tey hoyrdu
bil hansara uttanfyri, lupu
mamman og børnini í hvør
sítt rúm í húsinum, segði
ákærin í rættinum.
Hótti døturnar
Í fleiri førum hótti tann 56
ára gamli døturnar við at
halda einum gassbrennara
fyri andlitið á teimum, og í
rættinum kom fram, at
onnur gentan hevði brent
seg við vilja nakrar ferðir
fyri
at
sleppa
undan
áganginum frá pápanum.
Fá vistu, hvat fór fram
aftan fyri teir fýra veggirnar
í húsum teirra. Skuldu for
eldrini út til eitt ella annað,
læstu tey børnini inn í hvør
sínum kamari. Tey vildu
ikki hava barnagentu sum
onnur, segði ákærin.
Tað kom fram undir rætt
armálinum, at pápin hótti
við at beina fyri døtrunum
og børnum teirra, um tær
royndu at sleppa til rým
ingar. Hann mælti teimum
frá at varskógva løgregluna,
tí hon fór ikki at trúgva
teimum kortini.
Tær báðar genturnar byrj
aðu at taka pbollar, men
pápin gav teimum boð um
at tveita teir burtur, og tær
so gjørdu.
Umleið 8.000 mót
mælisfólk hava hersett
altjóða floghavnina í
Bangkok, og tey sýta
fyri at fara haðani
Teilendsku myndugleikar
nir noyddust at steingja
altjóða
floghavnina
í
høvuðsstanum í gjár, tá
fleiri túsund mótmælisfólk
otaðu seg inn í floghavnina
og steðgaðu øllum virksemi
har.
Síðani
hava
fleiri
túsund ferðafólk sitið í
floghavnini og bíða eftir at
sleppa avstað, men í morgun
gjørdu myndugleikarnir av
at flyta ferðafólkini burtur.
Vesturlendsk tíðindafólk
søgdu frá bussum, sum
fluttu troytt ferðafólk úir
floghavnini. Hildið verður,
at meiri enn 3.000 ferðafólk
vóru í floghavnini, tá mót
mælisfólkini otaðu seg inn
hagar, og bara í gjár vórðu
umleið 80 fráferðir avlýstar.
Millum flogførini, sum ikki
sluppu avstað, var eitt hjá
SAS við ferðafólki, sum
skuldu heimaftur.
Fólksins
Demokratiska
Rørsla, sum stendur fyri
mótmælunum í Teilandi, sig
ur, at limir hennara verða ver
andi í floghavnini, til Som
chai Wongsawat, forsætis
ráðharri, leggur frá sær.
Túsundtals ferðafólk føst í Bangkok
Bretar skelkaðir av incest-máli
Torført at sleppa av við D'Angleterre
Í eitt ár hava íslendingar
átt tað kenda hotellið í
Keypmannahavn.
Nú
royna teir at selja tað
Íslendska fealgið Nordic
Partners roynir í hesum
dørum at selja hotallið
D'Angleterre í Keypmanna
havn. Danskir íleggjarar
hava ikki víst seg at hava
áhuga, og teir útlendsku
íleggjararnir úr Týsklandi,
Niðurlondum og Eysturríki,
sum hava gjørt vart við
seg, hava boðið minni, enn
eigarin kann góðtaka.
D´Angleterre er eitt tað
best kenda hotellið í øllum
Norðurlondum og liggur
stak væl fyri við Kongens
Nytorv mitt í Keypmanna
havn.
Nordic
Partners
keypti hotellið í september
í fjør. Tað kom ongantíð
fram,
hvat
íslendingar
høvdu goldið fyri D'Angle
terre og tvey onnur hotell,
sum teir keyptu um sama
mundið, men mett verður,
at prísurin var um eina
milliard krónur. Í dag er
virðið væl minni, og ein
møgulig søla fer ivaleyst at
kosta íslendinbgum nakrar
hundrað milliónir krónur,
skrivar Morgunblaðið.
Tað var sum sild í tunnu í floghavnini í Bangkok í morgun
Mynd: AP