mikudagur 26. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 26. november 2008
19
tíðindi
Tríggir fjórðingar av
teimum, sum vóru
á fólkaatkvøðuni
í gjár, atkvøddu
fyri grønlendskum
sjálvstýri
Grønlendsku
veljararnir
vóru ikki í iva, tá teir í gjár
tóku støðu til uppskotið um
grønlendskt
sjálvstýri.
Úrslitið gjørdist eitt sann
førandi ja, sum meininga
kanningar undan fólkaat
kvøðuni eisini bendu á.
Av teimum 39.285, sum
høvdu atkvøðurætt, vóru
28.268 ella 71,96 prosent í
valhølinum og søgdu sína
hugsan. Uppteljingin ígjøg
num kvøldið vísti, at stórur
meiriluti var fyri sjálvstýrin
um kring alt landið. Tá so
tað endaliga úrslitið kom frá
teimum 79 valstøðunum,
vísti tað, at 75,54 prosent
høvdu atkvøtt ja, og at 23,57
prosent høvdu atkvøtt nei.
Tey fyrstu úrslitini bendu
á, at meiri enn 80 prosent
høvdu atkvøtt fyri sjálvstýri,
men tað vísti seg, at undir
tøkan var lutfalsliga minni í
teimum stóru býunum í Vest
urgrønlandi. Eitt nú atkvøddu
62 prosent í Nuuk ja, so tá
avtornaði, høvdu smá 76
prosent sett krossin við ja.
Málsøki til Grønlands
Úrslitið av fólkaatkvøðuni
ruddar slóð fyri, at umsit
ingin av fleiri málsøkjum
kann latast grønlendingum.
Samstundis fær grøn
lendska fólkið ognarrættin
til tilfeingið í undirgrundini.
Her er tó tann semja gjørd
við danir, at tær fyrstu inn
tøkurnar av møguligum til
feingi í undirgrundini skulu
býtast millum Grønland og
Danmark við helvtarbýti,
til tann danski parturin svar
ar til tann árliga danska
blokkstuðulin til Grønlands.
Síðani skulu partarnir við
gera málið av nýggjum.
Málsøki, sum verða ver
andi undir danskari umsiting,
eru eitt nú uttanríkispolitikk
urin, gjaldoyra og pengapol
itikkurin,
verjupolitikkurin
og trygdarpolitikkurin.
Eftir semjuuni millum
danir og grønlendingar skal
sjálvstýrislógin koma í gildi
næsta summar.
Grønlendingar søgdu ja til sjálvstýri
Ráevnini
eiga at
koma
fyrst
-Hetta svarið er
vegurin hjá okkum
frameftir, segði
ein fegin Jonathan
Motzfeldt um
úrslitið
Eg eri bara so glaður, og
eg eri sera væl nøgdur.
Jonathan
Motzfeldt
var millum tey mongu,
sum vóru komin saman í
Siumuthølunum í Nuuk
sambandi við fólkaat
kvøðuna.
Hesum havi eg bíðað
eftir í 30 ár, og tað frøir
meg, at undirtøkan var
so góð. Tað vísir, at alt
Grønland stendur aftan
fyri eitt greitt JA, og
hetta JA er vegurin hjá
okkum frameftir, segði
tann gamli politikarin.
Hann hevði longu gjørt
sær sínar hugsanir um,
hvat nú eigur at standa á
skránni.
Hevði eg avgerðina,
hevði eg mælt til, at vit
fyrst draga andan og
summa
okkum.
Men
ráevnini eru tað fyrsta
málsøkið, sum vit eiga at
átaka okkum, tí hesum
málsøkinum skulu vit
hava fulla ábyrgd av. Tí nú
hava vit lógligan rætt til
tess. Tí eiga vit at leggja
eina skrá fyri, hvussu vit
fáa tað besta búskaparliga
úrslitið fyri Grønland,
segði Jonathan Motzfeldt
við fjølmiðlarnar.
- Hesum havi eg bíðað
eftir í 30 ár
Savnsmynd
Hans Enoksen, lands-
stýrisformaður, var
sjónliga fegin um
úrslitið av fólka-
atkvøðuni
Eg eri sera rørdur av hes
um og havi felt gleðitár. Eg
takki fólkinum stórliga fyri
tess stuðul. Nú kunnu vit
taka næsta stigið, segði ein
sera væl nøgdur landsstýris
formaður við grønlendska
kringvarpið, tá tað endaliga
úrslitið av fólkaatkvøðuni
var greitt.
Eisini í Inuit Ataqatigiit
vóru tey fegin um ta stóru
undirtøkuna fyri sjálvstýrin
um, og flokkurin er longu
klárur við einum yvirliti
yvir, hvussu nú skal farast
fram.
Tann fyrsta uppgávan
nú er at fara til ST við einari
fráboðan um viðurkenning
av tí grønlendska fólkinum.
Danmark gjørdi eitt mistak
ío 1954, tá vit mistu okkara
rætt, og tað mistakið skal
rættast nú, segði formaðurin
í IA, Kuupik Kleist, við
KNR í nátt.
Landsstýrisformaðurin
feldi tár av gleði
Demo-
kratarnir
virða
úrslitið
Demokratarnir
mæltu
grønlendingum frá at
taka undir við sjálvstýr
inum, men viða úrslitið
Vit virða avgerðina
hjá fólkinum at siga ja.
Nú skulu vit hava val, so
frískar kreftir kunnu gera
tað ábyrgdarfulla arbeið
ið
við
sjálvstýrinum,
segði formaðurin hjá
Demokratunum, Jens B.
Frederiksen, tá tað var
greitt, at nógv teir flestu
grønlendingarnir
hava
annað sjónarmið enn
hansara flokkur.
Demokratarnir eggjaðu
fólki til at atkvøða nei til
sjálvstýrið. Jens B. Fred
eriksen, segði í nátt, at
hann og flokkur hansara
vóru væl nøgdir við, at
næstan 25 prosent høvdu
atkvøtt ímóti, tí málið
var at fáa millum 20 og
25 prosent neiatkvøður,
segði hann.
Hann lovaði, at Demo
kratarnir fara at arbeioða
jaliga við sjálvstýrinum
við virðing fyri avgerð
fólksins.
Hans Enoksen, landsstýris-
maður feldi tár av berari gleði
Mynd: KNR
Lars-Emil Johansen
sigur, at hóast ta
greiða úrslitið av
fólkaatkvøðuni fer
Grønland at varðveita
tað tætta sambandið
við Danmark
Lars Emil Johansen var
saman við eitt nú Jonathan
Motzfeldt og Moses Olsen
við til at tilevna ta grøn
lendsku heimastýrisskipan
ina í sjeytiárunum, og hann
fegnaðist í nátt um, at grøn
lendingar nú hava tikið tað
næsta stigið ímóti grøn
lendskum fullveldi.
Úrslitið gjørdist betur,
enn eg hevði hugflog til at
ímynda mær, segði Lars
Emil Johansen, sum er for
maður í flokkinum Siumut,
við Ritzautíðindastovuna.
Hann legði dent á, at hóast
grønlendingar nú hava tikið
næsta stigið ímóti fullkom
num sjálvræði, hevur landið
framvegis líka gott samband
við Danmark.
Lars Emil Johansen takk
aði eisini teimum donsku
politikarunum, sum hava
verið við í arbeiðinum fyri
grønlendskum sjálvstýri.
Ein stórur dagur
- Hetta úrslitið er betur,
enn eg hevði hugflog til at
ímynda mær, segði Siumut-
formaðurin Lars Emil
Johansen
Savnsmynd