Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 228 - 26. november 2008 tíðindi Klaksvíkar Sjón­ leikarafelag kann bera høvd­ið høgt, og stoltir kunnu leikararnar vera. Vit onnur, sum hava sæð leikin, kunnu vera felagnum og tess leikarum takk­ som fyri hetta væla verk, skrivar Frits Johannesen í Fugla­ firði UMMÆLI Frits Johannesen Emil, Emil! Hevur rungað eftir í í Mentanarhúsinum í fleiri kvøld. Ja, hetta var hugvekjandi at fáa Klaks­ víkar Sjónleikarafelag inn um Helláir at sýna hendan tiltikna leikin. Hálvur salur­ in var ein installatión í reyð­ um og hvítum. So vorðin eru og vóru tey gomlu svensku træhúsini. Hóast vit hava alt ov nógvar svart­ ar tekjur, sum tyngja bygda­ løgini her heima, so eru tó onkur hús enn, sum bera brá av hesum liti, ið lýsa upp í landslagnum sum dreymsóljur. Hesin livandi litur stóð sum ein ramma um sjón­ leikararnar og teirra dáðfýs­ na leik, nú Klaksvíkar Sjón­ leikarafelag hevði sett hend­ an leikin á pallin í Mentanar­ húsinum. Reyða húsið í mittuni á Kattholti dróg mangt hjartað til sín og fekk løtur at renna fram um barnaskaldið Astrid Lind­ gren, sum hevur ríkað okkara lív um barnaverðina, sum vit øll kunnu kenna okkum aftur í bæði í hvítum og reyðum liti. »Sinnetaggen« Ja, hesin ribbaldurin Emil leiddi tankarnar til Frogner­ parkina í Oslo, har Gustav Vigeland hevur tilevnað ein smádrong, sum vil flyta heimin – Sinnataggen, sum er heimskend standmynd. Drongurin er fúkandi óður. Við sínum knýttu nevum og trampandi fóti, so rennur okkum til hugs, at tað hevur týdning at vísa, hvør ein er. Eitt óskyldugt barn hevur Vigeland brúkt til hesa útsøgn. Ja, sjálvt tey minstu og veikastu vilja geva seg til kennar í sínum dagligu viðurskiftum. Tú fært sam­ kenslu við hesum ribbaldi, sum ikki letur seg vika hóast ábreiðslur og vegleið­ ingar frá teimum vaksnu. Barnaverðin er abstrakt. Vit vaksnu oyðileggja børn­ ini. Vit lata tey í ein borgar­ ligan ham, sum er ringur at fara í. Dreymurin um barna­ verðina livir í okkum alt lívið og fær okkum at venda aftur til hendan mista heimin, sum Atrid Lindgren hevur givið okkum aftur í skaldskapi og Gustav Vige­ land á ein annan hátt, hóast Sinnataggen og Emil ikki líkjast beinleiðis, so er nak­ að yvir teimum, sum vit ikki fara at gloyma í bræði, tá ið vit hava sæð og hoyrt hesar knorlar. Tað er tað óspiltað, barnsliga – at verða einsamøll ella einsa­ mallur og royna at finna út av lívinum á ein barnsligan hátt og ikki finna seg til rættis í hesum rangvørga heimi. Tey vaksnu hava eisi­ ni trupulleikar alt lívið í hesari ónatúrliga, sjálv­ gjørdu verð, har tey á ymsum breytum royna seg dagliga fyri at klára seg í tí “vaksna” heiminum, og gongur tað kanska ikki altíð eftir vild. Tað er naskt og beinleiðis frekt at taka barnaverðina frá børnunum, og leiða tey inn í ein fallkomnan heim. Hetta er eitt skrýggj..... EMIL!!!!! Hvar er drongurin? Kanska er hann inni í skúri­ num ímillum sínar skurð­ myndir, ið avmynda syndir­ nar, hann hevur gjørt. Ein mynd fyri hvørt skálka­ bragdið. Mamman skrivar í dagbókina, um neisirnar hann á Kattholti hevur vunn­ ið teimum, sum standa hon­ um næst . Hann telgir sær eitt ótal av “skurðguðum”, sum verða hansara dagbók, um farnar, syndafullar dagar. Súpanarbollin Ein dag fær hann ein súpanarbolla yvir høvdið, og nú sær hann ikki fram um nøsina, men má leiðast til læknan fyri at fáa “sjón­ ina” aftur. Alt hansara dreingjalív er ein opinbering ­ ein kosmisk, óendaliga hvørvisjón, sum er undir einum súpanarbolla. Har stendur ólukkudýrið undir einari stavnhettu úr glasi, einum gekkaskorti, sum rúmar øllum. Øllum teim­ um, sum eru við í leikinum, tær og mær, sum eru áskoðarar. Hetta var eitt óhapp, at hann fekk bollan niður yvir høvdið. Tað var hansara ósketni, hansara dreingjalív við ongum fyri­ liti, sum tók okkum undir hetta glaruta holdið. At vera eina æviga skamma stund í einum hylki, gera vit dagliga á ymsan hátt. Vit flýggja hvør á sín hátt og fjala okkum undir onkrum, sum er okkara, kanska hava vit tað í kjøtinum borið at vera fjalin, kanska eitt sindur mannarædd og liva lívið einsamøll undir einum skjóli, onkuntíð saman við øðrum í einum bindiklubba, sangkóri, samkomu, famil­ ju, seyðahaldi, ítróttrafelga, á eini útoyggj o. s. fr, men al oftast eru vit einsamøll. Tað trýtur ikki av tílikum hugtøkum, har tú ert í tínum kjøtliga líki undir lívsins skiftandi korum , og øll hava vit sín skúr at leita til. Seta okkum niðurá , telgja avguðar á ymsan hátt og gyklast mangt og mikið fyri okkum í einari tilevning av einari skurðmynd í einum skúri. Michael Kvium (danskur listamaður, føddur í Horsens 1955), hevur onkuntíð málað heilarnar uttan á høvdinum á fólki. Ja, er tað ikki løgið, at vit dag og dagliga ganga við hesum sperdu heilakykn­ unum og royna at fáa javn­ vág í? Hann hevur rakt okkum í hesari realistisku myndagerð við heilanum. Vit síggja hendan greytin. Hetta er eins og ein glarutur bolli, sum er okkara og lítið skal til, fyri at fáa oyðilagt hendan vavgreyt av livandi tæðrum undir skallanum. Ein dag, so fer alt hetta til­ far í grús, og tá er bara ein dómur eftir... Doyr fæ, doyggja frændur, doyggi eg sjálvur samur; eitt eg veit sum aldri doyr, dómur um deyðan mann. Stravið hevur Emil tað fyri at koma inn í tann vaksna heilagjørda heimin, og stravið høvdu flest okkara tað at røkka gáttina til hesa tilgjørdu verð. Og so er at fara millum hesi sker fyri at leggja barnalandið aftur um seg. Tað er ein gangur kring hendan ribbald, sum vil broyta heimin, so hann og Ida kunnu fáa eina øðrvísi verð... og galið gongur tað altíð. Sjálvandi! Kanska er Emil ein Sinnatagge, sum trampar øðrvísi enn pinku­ lingurin hjá Vigeland, men hann trampar, so tað gellur eftirí. Ribbaldur, knorlur Tað hendi ikki bara ta einu ferðina, at Emil fekk súpan­ narbollan niður yvir seg, men heilar tvær ferðir. Emil er grammur, og skuldi hava tað síðsta av súpanini úr bollanum. Sjaldan er ber­ skakin bestur. Áfast varð millum hann og bollan. Fyrru ferð fór hesin fitti ótangi til lækna saman við foreldrunum at fáa hann avaftur, men í sínum kurtesi brast bollin í borðið, tá ið Emil neig djúpt fyri lækn­ anum. Ja, so einfalt var hetta at fáa hendan glaruta, høvuðhvíta hamin av sær aftur. Bollin rakti borðið , og hann fór í tveir partar. Seinnu ferð skuldi hann vísa Idu, systrini, hvussu Emil! – s