Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 26. november 2008 21 tíðindi hann fekk hesa hettu niður yvir seg, og fastur sat bollin aftur í skallanum. Mamman hirdi eldklovan í hetta skalluta glashylkið... og so stóð Emil har avklæddur frá høvur til fót í eftirljóði­ num av hesum banahøggið, ið fekk pottabollan at fara í flindur. Pápin hoyrdi hetta “omanlop” í seyðahúsinum – í sínum skúri, kom inn og segði einki. Tað var, eins og hann segði: ”Mín meining er tann, nú sigi eg einki!” Nei, vónloysið var stórt hjá faðirinum um tann glataða Emil. Emil, Emil, Emil.... Emil er bæði gáloysin, óskettin og óstýriligur. All­ ar tær ótangagerðirnar, sum Emil er atvoldin til, gevur faðirinum slíkt høvuð­ brýggj, at hann er við at fara av verðini. Hetta er son­ ur hansara, og tunt er tað blóð, ið ikki er tjúkkari en vatn; men er tað ikki so, hvussu vánligt tað kann tykjast, er altíð ein vón fyri stavn. Hann er ungur, og kann byrja umaftur, at tað miseydnast so ofta, so gerast vánirnar kanska tess ljósari, at okkurt gott spyrts burturúr. Herluf Berthesl­ sen, sáli, segði á einum sin­ ni, vit sótu á lærarastovuni í Fuglafjarðar skúla ein dimman heystmorgum, at hann hevði havt nógvar knorlar í skúlanum, men alt varð blivið til fólk. Tá reisti Louvisa lærarinna seg úr sati og gekk ímóti Herluffi. “Tíbetur, Herluf!” Hendan útsøgn festi seg í minnið, og má greinskrivarin eftir 40 ára gongd ímillum ribb­ aldar og gott fólk, at svá er mangan. Flaggstongin Emil gjørdi sjáldan somu skálkabrøgd tvær ferðir, annars bleiv tað í so keðiligt. Nei, nei, hansara rúmliga vit og skil spældu alla som­ lu tíðina. Kanska var Emil ein slíkur, at hann hevði ein rúmligan intelegens, og tað vita vit, at ilt er at finna sær eitt sati í hesum umhvørvi, tá ið hesin “Michael Kvium­ sa heili” ger vart við seg. Hvar skal hann fara? Hvussu skal han spæla? Í tí hvíta ella í tí reyða litinum? Reyði liturin er kærleikans litur og bardaga liturin. Ida verður vundin upp í flagg­ stongina. Emil ger sær eina flaggstong í sínum sinni við øllum sinum skálkabrøgd­ um og neisum, men nú var ein veruligur heimur opin­ berðaur, tí Ida skuldi upp í flaggstongina, so hon kundi síggja heilt yvir til Mari­ annelund, men gakk komin upp, sá hon bert Lønneberg, men tað var nóg mikið. Nú kundi hon skoða staðin, sum hon og Emil áttu .. í sínum hvíta og reyða búna. Har uppi dúkaði hon í summarlotinum og sá fólk­ ið, sum tann 10. juni komu í summargildið á Kattholt, og fínu frú Petrell undir sínum hatti settur við strutsafjaðrum – við síni lítlu “fjaðraflaggstong” á sinum súpannarbolla. Ja, vit hava øll okkara súpanar­ bolla bæði so og so. Hon var ein dama, sum upplivdi heimin í trongum skygni, og hóast hon hevði veika sjón, so sá hon flagg­ stongina, og at flaggið var í húni hátt. Frú Petrell steðgaði á. Hví flagga tit við donskum flaggi? Hví flagga tit við Danneborg? Hendan spurning fekk faðirin, Anton, í tí hann kom út úr fjósinum ( úr sínum verkstaði – skýli). “Strategurin,” Emil, stóð beint undir liðini á frú Petrell. ”Hihi,” segði Emil. “ Hatta er bert lítla Ida!” Stuttligt var tað. Tað helt Ida í tí hvíta og reyða liti­ num. Fyri Emil kundi tað vera líka mikið, um tað var Ida, ella Danneborg í bleiktr­ aðu í tí lýggja summar­ lotinumn. Dannebrog kendi hann ikki, men Idu kendi hann.. og hann visti, hvat hvítt var, og hvat reytt var, og tað var tað vakra við tí. Hann sá litirnar spæla sær ímóti tí bláa himinum, og Ida sá, hvat rørdi seg á Lønnebergi. Hendan fyllan var um allar geilar. Hon var í huga Emils, og Ida fekk sítt pláss í hesum ráki høgt uppi. Frú Petrell ógvaðist óivað við í sínum fjákuta verumáta, tá ið faðirin tók í kroppskinnið á soninum, syfti hann yvir í skúrin og læsti hann inni. Her sat ólukkudýrið, sum bert vildi vísa Idu Mariannelund, men hon sá Lønneberg, og tað var ríkiligt fyri eina barnasál. Litirnir Ida hevði eina opinberig í reyðum og hvítum, og tað hevur kitlað í búkinum, tá ið Emil hevur vundið hana upp í flaggstongina. Emil var í tí reyða bardagalitinum alla somlu tíðina, meðan Ida var í tí hvíta himmalska litinum og reyða kærleika litinum. Tað var hennara einglabúni. Hugsandi er, at tey, sum hava lisið hesa bók, sæð sjónleikin og sjón­ varpsleikin, fara aldri at gloyma hetta einglabarnið. Hóast sín fagra búna dusaði hon sær í brøgdum Emils tíðan, og uppfataði hetta sum ein stuttleika. Hugsandi er, at hon ikki kendi avleið­ ingarnar av hesum. Hon er sjálvandi ein partur av Emil. Stóri beiggin er veg­ leiðarin, og lærir hana t. d. at siga nøkur ókvæmisorð í skúrinum, og hon heldur, at beiggin er umskapaður til eina hønu, sum møguliga dugir at flúgva. Hetta er, tá ið leitað verður eftir Emil, sum er horvin úr sínari synda – og træguðagoymslu. Hann var læstur inni í skúri­ num, men hevði snildisliga brotið seg út og var farin eftir einari fjøl yvir í kovan. Verkstaðurin og kovin lógu síð um síð. Brettið, træð­ brúgvin, bant hesar heimar saman. Træðguda­ og mat­ goymsluna. Tveir partar, sum hvør á sín hátt, eru neyðugur fyri lívið hjá hes­ um lítla dreingi. Loynirúmið og kovin, men sum sanniliga eisini er neyðugur fyri okk­ um vaksnu. Mettur og væl settur var Emil sovnaður undir slagborðinum í kovan­ um, meðan tey vaksnu stutt­ leikaðu sær ... men Emil var farin í sína barnsligu, lit­ ríku dreymaverð í reyðumog hvítum. Alfred Alfred, húskallurin, var vinur Emils. Teir vóru sum krókur og lykkja. “ Alfred, vit báðir, tú og eg.” – “Ja, Emil vit báðir!” Tað var aldursmunur millum teir báðar, men einki dagatal í muni, tá ið um vinskapin galt. Soleiðis er so mangan undir lívsins korum, tá ið lívstílurin gongur sum á skeringi, er tað altíð onkur, ið lyftir, og ein annar lættir. Barnið veit hvør seg hatar, hvør seg matar. Alfred tók Emil til sín, og skilti hann væl, og mundu teir óivað hava havt tað mannsømiligt saman á ymsan hátt á garði­ num á Kattholti í tí hvønn­ dagsliga. gerninginum. Rørandi var tað, at hoyra og síggja Emil sita og syngja í skúrinum, verk­ staðnum, meðan hann teldi sær ein træmann. Hann sang um dagsins viðurskifti og um mammuna, sum hóast alt var hansara hjarta­ blað, tí hann fekk ein koss frá henni, tá ið hann var lagstur. Í hesum kossi var øll fyrigeving um náði og vón um tilveruna á Katholti. Emil fór sanniliga eisini at verða eitt heiðurligt menniskja ein dag. Jú mang­ ir Ribbaldar hava verið og eru, men flest allir blíva til fólk. Endi Har sat hann Hans K. Christiansen, ein fittur rib­ baldur úr Klaksvík, sum var stoyptur til leikin, og dugdi hann stak væl at føra seg fram. Ein “sinnataggi” úr Norðoyggjum, sum øll gjørdust góð við. Eg havi bara alt gott at bera øllum í sangleikinum. Havi sæð leikin tvær ferðir, og var hetta ein frøi fyri sál og sinnið báðu ferð. Nú kundi hetta verið øðrvísi skrivað við lovorðum til leikararnar so við og við, men eg haldi, at øll stóðu seg stak væl í sínum tulkingum av persónunum í hesum fræga sangleiki ­ goymd og ikki gloymd. Sangurin var fólksligur, frískur og lívsglaður. Eitt njótilsi at hoyra og síggja. Undirspælið neyvt, intenst og egalt. Búnanir listaligt vælaverk, pallsmíðið fram­ úr gott ­ ein installatión í reyðum og hvítum og týð­ ingin gott hvønndagsmál. Jú, eg haldi Klaksvíkar Sjónleikarafelag kann bera høvdið høgt, og stoltir kunnu leikararnar vera og vit onnur, sum hava sæð leikin, kunnu vera felagnum og tess leikarum takksom fyri hetta væla verk. Gott var at fara oman í Mentanar­ húsið í hesi myrku tíð og njóta leikin í álvara og gam­ an..... í hvítum og reyðum. Hjartaliga til lukku við hesum væla verki. um stoyptur til leikin