Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 228 - 26. november 2008 bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdag kl. 16.05, fríggjadag kl. 8.00 og leygardag kl. 13. Bilkvøld Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Heðin Weihe Týskvøldið 25. november var bilkvøld fyri kvinnur hildið á bilasøluni Auto Service við Oyggjarvegin í Havn. Hetta var fyrsta kvøldið at trimum, sum til­ samans umleið 150 kvinnur hava teknað seg til. Einar 50 kvinnur í ymisk­ um aldri høvdu teknað seg til hetta fyrsta kvøldið av sínum slagi. Kvinnurnar møttu í mót­ tøkuhølunum og fingu hvør sína hvíta arbeiðsdrakt at lata seg í, áðrenn tær skuldu inn á verkstaðið at læra um og arbeiða upp á bilar. Á verkstaðnum undirvísti Elin Djurhuus biltøkningur kvinnunum í tí mest grund­ leggjandi sum t.d. at máta olju, frostvesku, sprinklara­ vesku, og hvar hesi ymisku tingini eru. Síðan vóru kvinnurnar býttar upp í bólkar, sum fóru við einum mekanikara til teir ymisku bilarnar, har tær sjálvar royndu seg við at skifta hjól, perur, viskarabløð og nógv ymiskt annað. Aftaná vórðu tær bodnar inn í stóru framsýningar­ høllina, har tær fingu ein lættan bita og eitt prát um tað tær høvdu lært. Kvøldið endaði við einum fyrilestri hjá Lydiu Petersen, stylisti úr Klaksvík, um at finna sín egna stýl innan hár­ og klædnamóta. Aftaná fingu kvinnurnar hvør sína gávu frá Auto Service. Hini bilkvøldini vera miku­ kvøldið 26. og hóskvøldið 27. november, sum bæði eru fultteknaði. Fyrireikararnir av bilkvøldunum: Annika Weihe, Elin Djurhuus og Margit Bjørklund Nielsen, siga, at møguliga verður skipað fyri fleiri slíkum kvøldum í komandi ári. Meira um bilkvøldið á Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 (verður endursent fríggjadagin kl. 8 og leygar­ dagin kl 13). Lydia Petersen, stylistur úr Klaksvík Her eru tað hjólini, sum skulu skiftast Kvinnurnar lærdu tað mest grundleggjandi um bilar Bilkvøld fyri kvinnur Elin Djurhuus, biltøkningur, greiðir frá Bilkvøld fyri kvinnur hjá Auto Service. Her eru tað viskarabløðini, sum skulu skiftast Bilkvøld fyri kvinnur varð hildið á bilasøluni Auto Service við Oyggjarvegin í Havn týskvøldið. Hetta var fyrsta kvøldið av trimum, sum tilsamans 150 kvinnur hava teknað seg til