Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 26. november 2008 23 Hósdagin í síðstu viku varð fyrsti brúkti bilurin fluttur av landinum undir nýggju løgtingslógini, sum kom í gildi 1. juni 2008. Í nýggju lógini eru greiðar ásetingar um afturgjald av virðis- og burturbeiningargjaldi, tá bilar verða fluttir av landinum. Áðrenn 1.juni í ár vóru ongar ásetingar um at fáa skrásetingargjøld av motor- akførum afturgoldiin, tá bilar verða fluttir av landin- um. Nú eru fastar manna- gongdir gjørdar, og fyrsti bilurin sum varð fluttur av landinum var ein Iveco last- bilur hjá Sp/f Bilrøkt. Feðgarnir Jákup og Heini á Borg við Iveco bilinum sum fór av landinum hósdagin Mynd: Magnus Gunnarsson Hyundai-KIA konsernin er kosin ársins bilaframleiðari av enska bilmagasininum Autocar. Í grundgevingunum verð- ur sagt, at konsernin er vorð- in viðurkend fyri sínar stóru ambitiónir. Eftir fáum árum er Hyundai-KIA konsernin vorðin tann 5. størsta bilkon- sernin í heiminum aftaná Toy- ota, General Motors, Ford og VW-konsernin. Ein bilverk- smiðja við flott designaðum bilum í góðum gjøgnumførd- um kvaliteti og gevur longri garanti enn aðrir bila- framleiðarar. Autocar er eitt av størstu og tað elsta bilmagasinið í Stórabretlandi. Fiat Fiorino er av Danske Motorjournalisters Klub kosin til ársins vørubil í Danmark 2009 Hyundai-Kia ársins bilaframleiðari Danske Motor­ journal­isters Kl­ub hava kosið Fiat Fiorino til­ ársins vørubil­ í Danmark 2009 Herfyri varð Fiat Fiorino kosin ársins vørubilur í Evropa saman við Citroen Nemo og Peugeot Bipper, sum allir verða gjørdir á somu verksmiðju. Hóast hesir bilar so at siga eru eins, valdu donsku motor- journalistarnir Fiat Fiorino framum hinar m.a. orsakað av 1,3 litra dieselmotorinum við 75 hk. Citroen Nemo og Peugeot Bipper hava sínar egnu nakað størri PSA- dieselmotorar. Fiat Fiorino kemur við partikulfiltri og ESP í januar 2009. Ársins vørubilur í Danmark Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu víðkar nú sína tænastu til eisini at umfata rustviðgerð av nýggjum og gomlum bilum. Til hesa uppgávu er Jógvan Johansen settur í starv hjá fyritøkuni. Jógvan hevur verið í Danmark á skeiði hjá SUVO Anti-Rust, sum Bilrøkt nú umboða í Føroyum. Umboð frá SUVO Anti- Rust í Danmark, Jørn Klint, konsulentur, er í Føroyum í løtuni í sambandi við at nýggja anleggið er tikið í nýtslu. Umleið 60 SUVO Anti-Rust støðir eru í Danmark. Bilrøkt við rustviðgerð Heini á Borg frá Bilrøkt, Jørn Klint frá SUVO í Danmark, og Jógvan Johansen, sum stendur fyri rustviðgerðini hjá Bilrøkt mynd: Jens Kristian Vang Fyrsti brúkti bilur av landinum Bilrøkt bjóða seg nú fram við rustviðgerð mynd: Jens Kristian Vang bilar