mikudagur 26. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 228 - 26. november 2008
46. partur
Í seytjanda kapitli sær
Jóhannes kvinnu, hin stóra
skøkjan, hon situr á einum
dýri. Hetta dýrið er ident
iskt við dýrið, sum vit sóu
í trettanda kapitli, tað hev
ur tíggju horn og sjey
høvd. Hesin kapitulin,
tann seytjandi, sigur okk
um, at høvdini eru sjey
kongar. Fimm eru falnir,
ein er, og hin er ikki komin
enn. Vit vita frá Dániels
bók, at tað seinasta dýrið,
sum Dániel sá, hevði tíggju
horn, og at hetta var rómar
aríkið. Hetta dýrið hevur
eisini tíggju horn At hetta
eru somu tíggju hornini, er
skilligt. Men hvønn um
boða hesi sjey høvdini.
Vers 9 sigur, at her ræður
um vitið ið hevur vísdóm!
– So her má ikki farast
fram eftir fummum. Men
við øllum fyrivarni og
eymjúkleika kunnu vit
royna at skilja, hvat tað er,
sum stendur. Jóhannes fær
her at vita , at av hesum
sjey kongunum sum høvd
ini umboða, eru fimm faln
ir, ein er, og hin er ikki
komin enn. Rómararíkið
var enn, tá ið Jóhannes
fekk hesar opinberingar.
Hin er ikki komin enn,
stendur. Dániel fekk at
vita, at av Rómararíkinum
skuldi eitt ríki stíga upp
seinni. Hesi bæði ríkini eru
sostatt nr. seks og sjey.
Bábelsríkið, Medara og
Persararíkið og Grikka
landsríkið eru nr.trí, fýra
og fimm. Nr. eitt og tvey
eru væl Egyptaland og
Assýria. Um hetta er rætt
skilt, síggja vit av hesum,
at hetta dýrið ,við sjey
høvdum og tíggju hornum,
umboðar tilgongdina í
heiminum heilt frá fyrstan
tíð og til endan. Ein sam
ling av teimum dýrunum,
sum Dániel sá, og tey
bæði, sum vóru framman
undan, forna egyptalands
ríkið og assýriskaríkið.
Eisini síggja vit, at hetta
dýrið er identiskt við
djevulin, sum vit síggja í
tóvta kapitli og við dýrið,
sum kom upp úr havinum,
í 13. kapitli. Hetta havi eg
longu nevnt í 45. parti
Hetta samsvarar við tað,
sum vit finna aðra staðni,
at Djevulin er heimsins
fúrsti. hann stendur aftan
fyri alt tað illa í hesum
heimi. Hann er tann, sum
hevur givið dýrinum vald,
sigur 13. kapitul. Hann
villeiðir heimin. Hetta er
so álvarsamt. Dánielsbók
talar um høvdinga Grikka
lands og høvdinga medara
og persara, andamaktir í
himmalrúminum. Dán.
10,13 og versini 1920.
Jesus sigur, at børn hans
ara eru ikki av hesum
heimi, eins og hann er ikki
av hesum heimi sjálvur.
Paulus lærir, at tey trúgv
andi eiga ikki at fara undir
ójavnt ok saman við van
trúgvandi, og hann sigur m.
a. hetta:” Hvat samljóð er
millum Kristus og Belial.
2. Korintbr. 6,15. (Les alt
sum stendur har)
Í Op. 13. kap. 3. versi
stendur:
Eg sá eitt av høvdum
tess eins og sært til deyða;
men ólívssár tess varð
grøtt. Og øll jørðin fylgdi
undrandi eftir dýrinum.
Rómararíkið fall, men
Dániel sigur okkum, at av
rómararíkinum skal koma
eitt ríki, deilt í tíggju
kongar (hornini) og har
kom eitt lítið horn upp ,
sum feldi tríggjar kongar (
Antikrist). Hetta var eitt
deilt ríki, at líkna við
leiður og jarn, sigur hann.
Opinberingin 17,11 14
sigur hetta:
Dýrið, sum var og er
ikki er sjálvt hin áttandi
og er eisini ein av hinum
sjey og fer burtur til
fortaping.
Hini tíggju hornini, ið tú
sást, eru tíggju kongar,
sum ikki hava fingið
kongadømi enn, men fáa
vald sum kongar ein tíma
saman við dýrinum.
Teir hava allir sama
sinni, og mátt sín og vald
sítt geva teir dýrinum.
Hesir skulu berjast við
lambið; men lambið skal
sigra tað og tey, sum við
tí eru, hini kallaðu, útvaldu
og trúføstu tí tað er Harri
harra og Kongur konga."
Ein óhugnalig framtíð
hjá hesum heimi. Men
tann, sum hevur tikið
ímóti Kristusi sær fram
ímóti einum betri staði tað
er himmalskum. Hebr.br.
11,16.
Hvussu við tær. Eigur tú
hesa vón ?
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen
Fyri tíð síðani byrjaði
Kringvarp Føroya at senda
alla náttina – tann sokall
aða “Náttarrásin” var til
veruleika.
Alt gott um tað, at
Kringvarpið fór undir hetta
tiltak, ið uttan iva var
sakna av nógvum.
Nú tá henda Náttarrásin
hevur verið eina tíð, haldið
eg at kringvarpið átti at
fari eitt stig víðari fram á
leið.
Tað er ein sannroynd, at
tað í dag eru rættuliga
nógv fólk, ið eru til arbeið
is um næturnar. Her hugsi
eg serliga um tey, ið taka
sær av teimum veiku í sam
felagnum, á sjúkrahúsum,
ellisheimum og øðrum
tílíkum stovnum.
Eisini hugsi eg um øll
tey skip, ið fiska á okkara
nærleiðum og sum hoyra
FM – tey eru sjálvandi í
sving allan sólarkringin.
Hesi somu fólk, ið eru til
arbeiðis um næturnar, skulu
sjálvandi onkuntíð hvíla, og
er hetta sjálvandi um dagin,
tá fólk flest annars eru til
arbeiðis og í skúla.
Við tað at hesi fólk sova
um dagin, er tað ein stórur
partur at teimum sending
um, ið sendar verða í best
senditíð, hesi fólk ikki
hoyra.
Eg haldi at Kringvarp
Føroya, átti um næturnar at
endursent sendingar frá
degnum fyri, og soleiðis
givið “náttararbeiðarunum”
ein líka góðan møguleika
fyri at hoyra sendingarnar.
Tíðindasendingin kl. 18
kundi til dømis verði endur
send á midnátt.
Hví ikki senda til dømis
morgunsendingina kl. 01
og so framvegis.
Við at kringvarpið endur
sendir egnar sendingar
ístaðin fyri tónleik, eru
nógvir pengar at spara.
At endursenda um næt
urnar er væl saktans bert
ein spurningur um at pro
grammerað teldurnar.
Kringvarp Føroya og Náttarrásin
MeinhaRd
Jacobsen
Fosturtøka (1. partur)
Um ein lóg skal gerast um
fosturtøku, kunnu fólk ikki
hugsa seg ov væl um. Tað
er eingin orsøk til, at vit
fólkið sita tigandi, meðan
okkara politikarar einsa
mallir skulu taka støðu til
eitt sovorið álvarsamt
etiskt mál (ein undirsjóvar
tunnil fekk hóast alt nógv
fólk úr sessinum, yvir um
hav og oman á Tinganes).
Eg meini, at vit skulu veita
politikarunum vegleiðing,
við at siga okkara hugsan
alment geva okkara inn
astu kenslum luft, lit og lív.
Kjakið um fosturtøku
hevur vanliga tvey høvuðs
sjónarmið har annað tekur
støði í barninum og hitt í
mammuni. 1. partur í hesi
greinarøð fer at snúgva seg
um barnið, meðan kvinnan
/ mamman verður høvuðs
evni í 2. parti. Í 3. parti
verður okkurt skoytt upp í
afturat við denti á sálina.
Fostrið/barnið
Tá tosað verður um fostur
tøku, verður mest tosað um,
nær fostrið er mett at vera
ein menniskja eitt manna
barn. Er tað tá eggið er git
ið, ella í 6. viku, tá kropps
limir eru sjónligir og heilin
er byrjaður at verða til, ella
í 8. viku, tá fingrar og tær
hava fingið skap og heilin
aktiverar vøddar, ella í 12.
viku tá tað týðiliga líkist
einum mannabarni og kyn
sæst. Hendan meting snýr
seg um nær eitt fostur fær
menniskjastatus, og sostatt
mannarættindi, m.a. rættin
til lív; tí tá ber ikki til at
fremja fosturtøku. Hendan
meting snýr seg ikki um
nær fostrið/barnið er livandi
nær talan er um lív.
Okkara definitión upp á
lív er greið. Tað er tá ein
kyknubýting er farin í
gongd; og tann kyknubýt
ingin fer í gongd aftan á, at
eggið er gitið. Talan er
sostatt um lív, beinan vegin
eggið er gitið. Men nær er
tað ein menniskja? Her er
tað, vit enn einaferð renna
okkum inn í fosturstadiir
sum nevnt omanfyri: er tað
ein menniskja, um fostrið/
barnið hevur fingrar, aktiv
an heila, kynslutir o.s.fr.
Um hetta er ein treyt fyri at
hava menniskja status, og
sostatt eisini rættin til at
liva, so hava vit júst við
tikið eina definitión, hvørs
treytir ein skal lúka fyri at
vera ein menniskja, sum
frátekur einum persóni í
koma rættin til lívið; og
frátekur, somuleiðis, eisini
einum rørslutarnaðum
persóni, ið manglar armar
ella bein, rættin at liva, tí
eftir omanfyrinevndu
viðtøku eru tað bert heil
menniskju, sum eru verulig
menniskju við rætti til lív.
So er tað bert ein spurning
ur um "ynski" hjá okkum
"veruligu" menniskjum:
ynskja vit viðkomandi at
liva ella doyggja. Vit mugu
ikki fara lættliga um slíkar
definitiónir og viðtøkur.
Onkur segði einaferð
nakað soleiðis: "Um tað
gongur sum ein dunna,
ljóðar sum ein dunna og
ber seg at sum ein dunna,
so er tað ein dunna". Hetta
er einfaldur rationalitetur,
sum hevur sína nyttu í
summum førum. Um vit
siga, at ein maður og ein
kvinna hava havt samlegu,
og eitt egg hjá kvinnuni er
vorðið gitið av hesum, er
tað tá neyðugt at bíða, til
tað sæst á fostrinum, um
tað er eitt menniskjabarn,
fyri at tað kann fáa menn
iskja status? Kanska kann
einfalda rationaliseringin
nýtast her: tvey menniskju
eru upphav, tað er eitt
menniskjafostur í eini
menniskjalívmóðir, og at
enda verður eitt menniskja
barn føtt: tískil ein menn
iskja alla tíðina ella
hvussu?
Dehumaniseringin
Í samband við fosturtøku
royna fólk ofta at koma
burtur frá tilvitanini um
hetta ólidna menniskja
barn, við at umtala tað sum
eitt fostur og føtus og
embryo sum fremmanda
orð. Fostur, føtus ella
embryo eru medisinsk
hugtøk/orð, sum kunnu
nýtast í ymiskum førum,
men við at nýta hesi hug
tøk skapast ein frástøða frá
medvitinum um eitt barn í
eini lívmóðir inni í eini
kvinnu. Tú sært jú ikki eitt
barn fyri tær, tá tú sigur
fostur ella føtus. Við at
nýta orð sum fostur, um
eitt barn tíðliga í móðirlívi
num, skapa vit kensluliga
fjarðstøðu til barnið. Hetta
er ein dehumanisering av
barninum við hjálp av
samheitum ella hugtøkum.
Um tú ikki hevur nakað
ítøkiligt framman fyri tær,
nýtir tú lýsingarorð og
hugtøk fyri at lýsa hetta.
Tað ber jú ikki til at síggja
barnið tíðliga í lívmóðirini.
Tá vit so í samband við
fosturtøku skulu tosa um
hetta barn og lýsa tað, nýta
vit ymisk hugtøk, og tað er
trupult at síggja eitt barn
fyri sær, tá orð sum fostur
verða nýtt. Tí er hetta ein
dehumanisering av barni
num, ið skapar kensluliga
fjarðstøðu til barnið ja
kanska eisini eina fremm
andagerð av barninum
óivað fyri at kunna tosa
rationelt og kensluleyst um
fosturtøku og koma til eina
objektiva og skilagóða
niðurstøðu. Hjá summum
er hetta óivað ein ótilvitað
dehumanisering. Hetta eru
hóast alt ikki óvanlig hug
tøk, men hjá summum er
tað tilvita, tí at avgerðin
um fosturtøku, er ikki ein
løtt avgerð at taka fyri
nakran. Tá ið tørvur tykist
at vera fyri dehumaniser
andi hugtøkum fyri at frem
ja eina fosturtøku, er tíðin
tá ikki komin til eina neyva
sálarrannsókn og umhugs
an hesum viðvíkjandi?
Hvussu kanst tú við kenslu
ligari fjarðstøðu taka eina
skilagóða avgerð um eina
burturav kensluliga støðu?
Tí er tað sera týdningar
mikið at tosa reiðiliga um
fosturtøku og kalla ein
spaka, ein spaka; og í hes
um føri kalla eitt barn, eitt
barn.
Eg vil at enda siga, at eg
ikki havi tikið endaliga
støðu til hetta mál, men vil
bert vísa á álvarsemið í
hesum máli, og at skyn
semi, kensluligt tilvit og
ábyrgd eru betri reiðskap til
støðutakan um fosturtøku
enn ógreið hugtøk, fyri
munir/vansir spekulatión
og fanatisma, antin tað er
fyri ella ímóti fosturtøku.
Barnið - um hugburð og fyrilit
dávid isfeld