Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 • 26. nov. 2008 MIÐvIkaN 27 Sum umrøtt í dagbókini hjá Petur Alberg kom “Tinga­ krossur” út fyrstu ferð 1. januar 1901. Blaðstjóri tey nógvu fyrstu buldrasligu árini var Kristin í Geil, beiggi Petur. Kristin legði ikki fingrarnar ímillum, og tað var eitt ótal av bótum, sum hann fekk fyri “ærumeiðing”. So hansara vinir og meiningsfelagar máttu javnan savna inn pening fyri at gjalda hesar, annars hevði hann ikki verið bótaførur. Tað, sum tó hevði meira týdning enn annað var, at “Tingakrossur” og Kristin altíð vóru í parti við tann minna mannin. Hesa grein skrivaði Petur Alberg í 1926 í samband við, at 25 ár vóru liðin síðan, “Tinga­ krossur” byrjaði at koma út. Greinin snýr seg tó mest um tónleikalívið í Havn fyrst í 20. øld. Hetta er eisini áhugaverd­ ur lesnaður. Tað Petur Alberg her greiðir frá, er júst frá teirri tíðini, hann skrivar dagbókina. Bakar Hansen hevur ein stóran leiklut. Vit hava greitt frá hon­ um í røðini “Hendur ið Sleptu. Petur skrivar: Tey 25 ár, ið eru liðin síðani ”Tingakrossur” fyrstu ferð sá dagsins ljós, hava ikki altíð verið so løtt. Men ein verður kortini so sárur inn í hjartað, tá ein hugsar um, hvussu skjótt tíðin rennur, og at henda løtan kemur aldri aftur. ”Tó minnið enn er eftir” sigur ”Dalabóndranykurin,” og eg hugsi, at tað tíbetur er so, at vit yvirhøvur ikki so leingi goyma minnið um tað ringa ella tunga, vit hava livað, sum minnið um tær ljósu løturnar. Eg ætli mær ikki at skriva um ta stundina, tá ”Tingakrossur” varð settur á stovn, tað eru aðrir, ið gera tað ólíka betur. Eg var eisini so ungur tá og hevði ikki nóg nógvan ans fyri hesum týðningar­ mikla verki. Men tá tankarnir renna aftur til ta tíðina fyri 25 árum síðani, so kemur mangt annað smávegis fram fyri minnið, sum kanska kann verða vert at fríska upp aftur. Stovnanin av Havnar Hornorkestur Eitt, sum eg haldi vera vert at minnast er, at stutt aftaná ”Tingakrossur” sá dagsins ljós, var ”Havnar Hornorkestur” íbirt. Maðurin, sum átti tøkkina fyri hetta og fyri tað musiklív, sum nú er í Havn, var Georg Hansen – bakar Hansen, sum hann altíð var kallaður av okkum næming­ um. Úti móti sumri 1901 fekk hann nakrar unglingar at keypa sær horn frá Týsklandi, og longu út móti heystinum varð byrjað at ”blása saman”. So við og við komu fleiri afturat, og orkestrið vaks skjótt. Sjálvsagt var tað ikki fyrsta klassa musikkur, men hugurin var frálíkur. Tær løtur­ nar, vit komu saman at blása um kvøldarnar og um summar­ dagarnar, verða ikki gloymdar av okkum, ið við vóru. Húsið, vit høvdu at blása í, var gymnastikkhúsið, ið tá stóð niðri á Bryggjubakka, norðanfyri kirkjuna. Gamli Louis Bergh, yvirlærarin við realskúlan, hevði lænt okkum tað fyri einki, og slíkan ans hevði Bergh fyri okkara neyðars musikki, at hann javnan plagdi at koma yvir til okkara um kvøldarnar og roykja sína ”slongjupípu”, meðan hann í morgunskóm marsjeraði aftur og fram eftir gólvinum í takt eftir tí, vit blástu, antin tað nú var ”Kong Kristian”, ”Vift stolt” ella okkurt annað. Í fyrstani var tað alt ”Danmarks melodier”, vit blástu. Seinni, tá vit blivu kringari, fóru vit at royna okkum við týskum marsjum, valsum og slíkum. Hvønn sunnudag eftirmiddag kl. 4 var eisini blást. Tá samlaðist altíð fólk niðri á Bryggjubakka at lurta, og tó at bakarin neyvan dámdi tað, so sníktu vit ungu okkum til at gloppa vindeyguni. Vit vildu so gjarna hoyrast, og ikki hugsi eg, at tað vóru mong, ið snýstu at okkum, sjálvt um tónar­ nar ikki altíð vóru so ”reinir”. Ikki minnist eg, nær vit fyrstu ferð blástu úti, men tá løgtingið helt 50 ára veitslu á Ólavsøku 1902, tá ið hvussu er marsjeraðu vit gjøgnum býin við ”klingandi spæli” yvir á Skansan. Nú verður ikki dansað eitt einasta kvøld uttan hornmusikk­ urin blæsur. Tá var ein glaður fyri tvær fiólir og skuldi tað vera heilt ”flottur” musikkur, sum t.d. tá teir dansku ”studentarnir” vóru her í 1900, so spældu 4 mans. – Tey fyrstu árini varð hornmusikkurin ikki nýttur til dans uttan onkuntíð, sum t.d. aftaná eina konsert, men bert eina løtu inn ímillum. Vit ungu vildu sleppa aftur at dansa, og so mátti bakarin sjagga aftur við sínari fiól. Kærlighedsstien ”Og naar saa Dansen er forbi” so mundi ”Kærlighedsstien” (sum onkur poetisk sál hevur kallað vegin) verða vitjaður. Tað var ”Nýggi vegur”, ið gekk niðan móti Konsulátinum (nú K.F.U.K.). Tá var alt grønur bøur omanfyri meinigheitshúsið (núverandi fundarsalur hjá býráðnum) og bert okkurt einstakt hús var byrjað at grundað. Nýggi vegur var ein smøl gøta, ið kronglaði seg niðan­ eftir, ímillum har sum nú Niels Finsensgøta og Tórsgøta liggja. Mangt er umskipað í Havnini hesi 25 ár, bæði á ein og annan hátt, men høvuðsorkestrið livir enn í øllum góðum, og nú eru enntá tvey ella trý orkestur. Manga summarløtuna hevur tað glett okkum, tá tað hevur latið tónarnar ljóða niðanfyri Tinghúsið ella á útferðum, og vónandi er, at hetta má halda á í mong ár, tí vit eru øll so hjartaliga takksom fyri tað. Eisini sangur Sangfelag hevði verið fyri mína tíð, seinast í 1880­unum og fyrra partin av 90 árunum. Tey seinastu árini í hinum gamla árhundraðinum hevði kórsangur verið, men um veturin 1900­ 1901 byrjaði bakar Hansen eitt ”blandað kór”. Frammanundan hevði tað nokk verið mannskór, men nú var tað sum sagt bæði menn og kvinnur, mest sovorðið ungt og kátt, sum ongantíð hevði verið uppi fyrr; tó vóru einstakir ”veteranar” eisini við. Tað byrjaði sum eitt kursus við at læra at kenna nótar, skúla og intervaløvilsir o.t., so tvístemmigur smásangir, so 25-ára minnir Avhaldshúsið var eisini eitt av tilhaldsstøðunum hjá ungdómi í Havn í tíðini hjá Petur Alberg. Mynd: Losjan Støt Viljen 100 ár (Prentað í ”Tingakrossi” nr. 1, 26 árgang, tann 6. januar 1926) ➘ Petur Alberg greiður væl frá fyrstu søguna hjá Havnar Hornorkestur. Á hesi mynd frá 1904 eru fleiri av teimum monnum, hann umrøður í dagbókini. Aftast f.v. eru: Niclas Haraldsen, Jens Poulsen, Vilhelm Poulsen og H.C.W. Tórgarð. Miðraðið: Óla Jákup Hansen, Mortan Mortensen, Petur Alberg, Hans J Michelsen, Anthon Degn og Georg Hansen. Fremst: Nyholm Debes, Johan (Jan) Restorff, Poul Restorff, Sámal Debes og Michael Jacobsen Mynd: Johan Isholm/Birgar Johannesen