Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 228 • 26. nov. 2008 Tað er so langt síðani, at eingin minnist tað í dag. Og kortini man í mongum heimi í Havn hava verið havd á máli slagklokkan í Geil. Klokkurnar, ið søgdu frá hvussu dagur og nátt leið, tíma aftaná tíma, vóru kanska fleiri víða um í Føroyum, men fyri fólkið í Havn man neyvan nøkur klokka hava slíkan týdning sum slagklokkan í Geil. Í farnu døgum var útróður við opnum báti ikki bert hitt mesta, men helst tað einasta, sum átti lívið í Havnini. Og teir gomlu vóru dúgligir útróðrarmenn. Teir søktu havið altíð, tá ið flótandi var og lógu ikki sjóvarfallið av sær. Við Eystaruvág høvdu teir fingið slagklokkuna í Geil, sum við sínum málfullu sløgum segði teimum, hvussu náttin leið og hvussu nógv ið var fram. Hetta kom teimum ógvuliga væl við, tí klokkur vóru ikki í hvørjum húsi, tó at húsini vóru fá. Undir Geilarvegginum stóðu mangan fleiri mans í senn og bíðaðu og lurtaðu eftir slagnum frá klokkuni, sum skuldi siga teimum, nær ið teir skuldu boða til útróður. Onkur festi sær í ein kritheys og onkur annar beit sær í eina skrá, meðan teir stóðu har undir vegginum og tosaðu um útróðrarlíkindi og hvussu langt, ið farast skuldi um nú dagurin helt sær. Og so sló klokkan! Hon slerdi eitt slag! Nú var ilt at siga, hvussu nógv ið var fram, tí klokkan slerdi eisini fyri hvønn hálvan tíma, og tað kundi bera á, at hon slerdi báðumegin fyrsta tíma, meðan teir stóðu og bíðaðu. Tað er kalt at standa úti í dimmari náttarstund og bíða eftir klokkuni. Og mangur mundi leita inn aftur til fýrstaðin at fáa sær ein heitan kaffimunn, áðrenn klokkan sló aftur. Ja, soleiðis kundi tað bera á, at útróðrarmenn í meira enn tógvar tímar vórðu standandi undir Geilavegginum og lurtaðu eftir klokkuni – og fingu so at vita, at teir vóru nóg so tíðliga á fótum, tó at teir vóru morgunmenn allir sum ein. Men mangan vóru teir hepnari, og Geilarklokkan var teimum so hent, at teir høvdu ikki kunnað verið hana fyri uttan. Geilarklokkan Í samband við húsini í Geil, verður her endurgivin frásøgn hjá M.S. Viðstein, sum upprunaliga var prentað í Jólastjørnuni, sum var útgivin av Petur Háberg, sum eisini var ættaður úr Geil Komandi partur Í komandi parti verður endurgivin restin av dagbókini fyri 1901. Her verður ikki bert greitt frá einum lognbrá. Vit eisini eina mynd av einum slíkum, teknað av Petur Undir Geilavegginum, meðan bíðað verður eftir, at klokkan skal sláa. Mynd: William Heinesen trístemmigt, men um stutta tíð sungu vit eisini fýrastemmigt. Bakar Hansen hevði eitt ræðu­ ligt baks ofta við okkum ungu, tí vit vóru so kát, og har sum dreingir og gentur koma saman, verður ofta látur og stuttleiki; men Hansen vildi hava ”hvørt til sína tíð”, og ofta kundi ilt spinna í hann, tá vit vóru ov nógv ólataði. – Tá vóru eingir biografar, ið forstýraðu fólk, og samkomurnar hjá okkum í avhaldshúsinum vóru løtur, vit gleddu okkum til. Og tær vóru sera hugnaligar fyri tað mesta, tí sanghýrurin var ófóra góður, sjálvt um fjasið var ov nógv við hvørt. Serliga minnist eg summar­ dagarnar, tá vit komu saman aftan á kirkjutíð og ongantíð gekk sangurin so væl sum tá. Tá vóru eingi nýggj føroysk løg smíðaði, og tað, vit sungu, var alt danskt, norskt og svenskt, kanska onkuntíð ein týskan inn ímillum: ”Det spreder mer og mer”, ”Hør jeg farsens vilde fall”, ”Lokkede ved Solens Smil”, ”Lette Bølge” o.s.fr.. ája, ája tað var ein vøkur tíð! Um kvøldarnar, tá liðugt var at syngja, so fór allur riðilin út á Sandagerðsveg út til ”gula portur”, ið nú er burturkoyrt, men tá stóð beint omanfyri ta gøtuna, ið liggur oman til prestahúsini. ”Gula portur” var endamálið, hvussu veðrið var, og so heim aftur, syngjandi og flennandi. Mangur neyðars arbeiðsmaður, ið búði á vegnum, og sum skuldi uppaftur kl. 6, bannaði óivað hesar larmandi búrkropparnar. O. u. eitt ár eftir var eitt manns­ kór byrjað og á konsertunum skiftist nú blandað kór og manns­ kór at syngja. Hetta gekk alt væl eina tíð, men sum við øllum felagslívi í Føroyum kom eisini her tann stundin, tá sangfelagið sovnaði burtur. Seinni var tó aftur íbirt felag, og tá byrjaði tey nýggju føroysku løgini at vera sungin, og gjøgnum sangfelagið í Havn blivu tey kunnug fyri Havnar­ fólki og út um oyggjarnar. Byrjaði við Tingakrossi Sjálvt um sangur og musikkur ikki beinleiðis hevur við 25 ára jubileum ”Tingakrossar”, so er tað – sum sagt – kanska vert at minnast, at ansurin fyri tónleiki her heima byrjaði at verða kveiktur fyri álvara um somu tíð, sum ”Tingakrossur” bersøgin fór at finnast at øllum, tá her var rangt og órættvíst á mangan hátt, meðan hann eisini roynir at lívga um og vera talsmaður fyri tí vakra. Havnar sangfelag og Havnar hornorkestur hava í ”Tingakrossi” gjøgnum árini havt ein góðan vin, sum aftur og aftur hevur skrivað mong hjartalig og vøkur orð til teirra æru og prís. Henda hornorkesturmyndin er í savninum hjá Petur Alberg. Kann nakar siga meira um hesa mynd? Petur Alberg greiðir frá teirri stórhending, tá ið fyrsti Tingakrossur kom út