mikudagur 26. november 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 26. november 2008
29
lýsingar
Nýtt teoriskeið
Nýtt teoriskeið byrjar
hósdagin 27. nov. kl. 17
KOYRISKÚLI
FØROYA
Stanley A. Olsen tel. 211099
Niels Petur Olsen tel. 223041
Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn
– avgreitt skjótt og gott!
Eisini byrjar R/F skeið fyri tey,
sum hava mist koyrikortið fyri
rúsdrekkakoyring.
Fyri løgfrøðing í barsilsfarloyvi verður søkt eftir av-
loysara til Vinnumálaráðið frá 1. februar 2009 og fram
til 1. desember 2009.
Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum er at ráðgeva
landsstýrismanninum og stjóranum í løgfrøðiligum
spurningum. Harumframt fevnir arbeiðið um gerð av
lógar- og kunngerðaruppskotum og máls- og kæru-
viðgerð.
Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og
skal duga føroyskt og enskt væl.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum
í seinasta lagi 15. desember 2008.
Umsóknir skulu sendast til:
Vinnumálaráðið
Postsmoga 377
Tinganes
FO-110 Tórshavn
Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á
telefon 556070.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Søkt verður eftir avloysara
til Vinnumálaráðið
Ein av stóru avbjóðingunum á vinnuliga økinum er at
gera og halda viðlíka lógir, ið samsvara við ta lóggávu,
sum er galdandi í londunum kring okkum, og sum vit
hava vinnuligt samstarv við. Hetta er neyðugt, skulu
vit halda viðlíka okkara samstarvsavtalur við onnur
lond, víðka um tær og fáa í lag nýggjar avtalur, og fyri
at føroyskt vinnulív kann gera seg galdandi í altjóða
høpi.
Millum lógarøkini, talan er um, eru
• Vinnufelagalóggáva
• Sjólóggáva
• Ársroknskaparlóg
• Grannskoðaralóggáva
• Tryggingarlóggáva
• Veterinerlóggáva
Hevur tú áhuga fyri hesum øki, so átti tú at søkt hetta
sera spennandi starvið í Vinnumálaráðnum.
Tú kemur at arbeiða saman við fólkum, ið hava ábyrgd
av nevndu lógarøkjum, og sum arbeiða við vinnuligum
viðurskiftum sum heild og hava samband og samstarv
við útlendskar myndugleikar og stovnar, bæði í Norð-
anlondum og ES.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv ella annað sam-
felagsfrøðiligt prógv.
Vit vænta, at tú ert arbeiðsom/samur, dynamisk/ur og
hevur góð samstarvsevni. Tú samskiftir skilliga bæði á
føroyskum, skandinaviskum og enskum máli og hevur
evni og vilja at virka í einum stimbrandi og avbjóðandi
umhvørvi.
Vit bjóða
At gerast partur av einum spennandi umhvørvi, ið
gevur møguleikar fyri persónligari menning, bæði við
arbeiðsroyndum og viðkomandi eftirútbúgving, bæði
innan- og uttanlands. Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmæl-
um í seinasta lagi 15. desember 2008. Umsóknir skulu
sendast til:
Vinnumálaráðið
Postsmoga 377
Tinganes
FO-110 Tórshavn
Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á
telefon 556070.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Vinnumálaráðið sóknast
eftir fólki við løgfrøðiligari
útbúgving
Lesið
-so eru tit við!
Sunnudagsskúli í Hoyvík
Hvønn sunnudag klokkan 11 er
sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju.
Tú ert eisini vælkomin at verða við.
Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju
Snorri Brend (fartlf. 598599)
Hús til sølu
Hús (kann nýtast sum summarhús) til
sølu í Gråsten, Danmark. Liggja sera væl
fyri, tætt við strond, golfbana í serflokki,
bátahavn, handlar og frítíðardepil (www.
marinafiskenaes.dk). Uml. 1 tími í bili frá
Esbjerg. 15 km frá týsku grensuni.
Prísur: 860.000,-
Húsini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá
www.home.dk, sagnr. 703-3753.
Tlf. 223021