Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 229 - 27. november 2008 - Eg havi ongan møguleika uttan at mæla fólki frá at eta grind. Gjørdi eg annað, hevði eg følt meg illa, sigur Høgni Joensen, landslækni Grindatilmæli Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg havi fult álit á teirri gransking, sum nú hevur elvt til, at vit hava mælt før- oyingum frá at eta grind. Tað staðfestir Høgni Debes Joensen, landslækni Í løgtinginum í gjár, var alvorligur ivi sáddur um tilmælið um at halda uppat at eta grind og um gransk- ingina, sum liggur aftanfyri. Pál Weihe er burtur- staddur, so tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá honum. Men Høgni Debes Joen- sen staðfestir, at útfrá teim- um granskingarúrslitum, sum eru komin, hevði hann ongan annan møguleika enn at mæla føroyingum frá at eta grind. Hann er eisini fullgreiður yvir, at hetta er eitt ógvuliga víttfevnandi tilmæli og hann ásannar, at tað var við tungum huga, at tilmælið varð givið. Men hann sigur, at hann hevði onki val útfrá teimum úrslitum, sum fyriliggja. - Gjørdi eg annað, hevði eg ikki følt meg væl, staðfestir hann. Hann staðfestir sostatt, at hann hevur fult álit á teirri gransking, sum tilmælið um at gevast at eta grind, er bygt á. - Annars hevði eg ikki boðað frá einum slíkum til- mæli. Leggur hann afturat. Hann staðfestir, at tað er dygdargóð gransking, sum tilmælið byggir á og at hetta eru granskingarúrslit, sum eru almannakunngjørd í eini røð av greinum í høgtmettum vísindaligum tíðarritum í heiminum. Tí er hann púra sannførdur um, at tilmælið byggir á púra klettafast, vísindaligt grundarlag. Tað kann ikki vera øðrvísi - Vit hava ikki brúk fyri granskarum sum biðja okkum halda uppat at eta grind, heldur løgtingsmaður, men hann er ikki einsa- mallur um at hegla teir niður, ið nú hava mælt føroyingum frá at eta grind Grindatilmæli Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Er nakað skil í tilmælinum um, at føroyingar nú skulu gevast at eta grind. Tað er ein spurningur, ið summir av okkara løgtings- limum hava sett sær. Í gjár komu teir báðir, Høgni Debes Joensen, landslækni, og Pál Weihe, lækni og granskari, við tí eygnarívandi boðskapi til føroyingar, at tað er best at vit gevast at eta grind. Tað er milt sagt ikki fallið í góða jørð nógvastaðni. Og tað gjørdi tað heldur ikki hjá okkara politikarum í løgtinginum í gjár. Har vóru tað fleiri politik- arar, bæði lærdir og ólærdir, sum funnust hvassliga at teimum, sum nú mæla okkum frá at eta grind. Syrgiligt Tann fyrsti, sum legði í krovi á teimum, sum nú mæla okkum frá at eta grind, var Bill Justinussen, løgtingsmaður. Hann staðfesti stutt og kontant, at vit hava ikki brúk fyri granskarum, sum mæla okkum frá at eta grind. Hann heldur, at tað skuldi heldur verðið granskað meiri í aðrari føði, sum vit eta. - Eg veit ikki, hvussu nógv verður granskað í tí, vit eta dagliga, eitt nú gomlum kjøti, sum verður pakkað um aftur, ferð eftir ferð og sum verður tiðnað og fryst aftur og aftur. - Tað er syrgiligt, at vit nú leggjast á tað, føroyingar hava livað av í øldir. Bill Justinussen sáddi eisini iva um trúvirðið hjá Pál Weihe og hinum granskarunum, sum hava gjørt kanningarnar, ið nú eru endaðar í einum tilmæli um at gevast at eta grind. Í hesum sambandi reisti hann spurningin um, hvussu kritiskur Pál Weihe var mótvegis teimum útlend- ingum, sum hava fíggjað granskingina og um sam- band er ímillum áhugamál á tí økinum. Standa neyvan royndina Men Bill Justinussen var ikki einsamallur, tí tað vóru eisini aðrir, sum fylgdu eftir. - Tá ið vit hava granskarar, sum í fullum álvara siga við føroyingar, at vit mugu ikki eta grind, hava vit ein stóran trupulleika, sigur Jenis av Rana, sum sjálvur er lækni. Hóast hann orsakaði fyri tað, kallaði hann Pál Weihe og Høgna Debes Joensen fyri tveir tilvildarligar læknar. - Útfrá einum varhuga teir hava um gransking, mæla teir fólki frá at eta grind. Jenis av Rana sigur, at hevði tilmælið frá Pál Weihe og landslæknaum um at gevast at eta grind, verðið eftirkannað av teimum røttu, hevði tað neyvan staðið sína roynd. - Alt, sum eg sjálvur havi sæð um gransking, sigur mær tað, sigur hann. Hann vísti til altjóða stovn í Onglandi, sum eftir- kannar granskingarúrslit og har verður ein stórur partur av øllum granskingar- úrslitum vrakað, tí tey eru ikki nóg haldgóð. Hann helt, at tilmælið um at gevast at eta grind, er ein trupulleiki og hann heitti á landsstýrið um at seta eina grundleggjandi í kanning í verk av granskingini, sum nú hevur ført til, at nú verður mælt frá at før- oyingar eta grind. - Vit mugu fáa eina grundleggjandi kanning av tilmælinum um at halda upp at eta grind og hvat, vit skulu gera við hesi gransk- ingarúrslit. Hendan kanningin skal eisini staðfesta, hvussu neyv gransking skal vera á hesum øki, áðrenn nøkur niðurstøða kann takast. Hann spurdi, hvat vit so skulu eta og hvat virðið er í teirri føði, sum vit so skulu eta, sleppa vit ikki at eta grind. Alfred Olsen vísti á, at vit hava verið fyri ágangi uttaneftir fyri at drepa grind, men nú kemur tað eisini innan ífrá. - Skulu vit bara slíka tí rátt, ella skulu vit vera krit- isk og kannað gransking- arúrslitið nærri, spurdi hann. Skulu vara okkum Men tað vóru eisini onnur, sum ikki vildu vera at- finningarsom. Bergtóra Høgnadóttir helt tað vera atfinningarsamt at kolldøma eitt gransking- arúrslit, uttan at hava serliga nógv at hava tað í. Johan Dahl, landsstýris- maður í vinnumálum, metti seg ikki hava førleika til at meta um úrslitið av granskingini um grind. Eisini Bjarni Djurholm, sum hevur verið lands- stýrismaður í vinnumálum, ávaraði ímóti at sáa iva um tað gransking, sum liggur aftanfyri úrslitið. Hann var vísur í, at úrs- litið var púra óheft fíggj- arligum áhugamálum. - Tað er fara ov langt , segði Bjarni Djurholm. Heglaðir niður fyri at mæla frá at eta grind Politikarar í løgtinginum sápla tilmælið niður um, at vit skulu gevast at eta grind. Onkur tinglimur kallaði hetta fyri ágang, ein annar helt, at hetta var syrgiligt og ein triði helt, at granskararnir høvdu neyvan staðið royndina Nýggjur ríkisgóðkendur grannskoðari Heini Thomsen, sum er ein av fýra stjórum í Inpact, tók í gjár prógv í Keypmannahavn sum ríkisgóðkendur grannskoðari. Heini Thomsen, sum er føddur 27. august 1969 og uppvaksin í Hoyvík hjá foreldrunum Gunnu og Dánjal Jákupi Thomsen, tók studentsprógv í Hoydølum í 1989. Eftir hetta arbeiddi hann í eini tvey ár í innanhýsis grannskoðanardeildini í Føroya Banka. Har fekk hann hug til grannskoðarayrkið og fór tí á Handilsháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók HA í 1994 og cand.merc.aud. í 1997. Í tvey ár arbeiddi hann sum grannskoðari í Danmark, áðrenn leiðin gekk heimaftur til Føroya. Frá 1. august í 2000 hevur Heini Thomsen arbeitt hjá P/F Grannskoðaravirkinum Inpact. Nýklakti ríkisgóðkendi grannskoðarin hevur síðan 1. mai í ár verið ein av teimum fýra stjórunum á Grannskoðaravirkinum Inpact. Heini býr í Hoyvík saman við unnustuni, Tórunn Guttesen, og saman hava tey synirnar Róa og Regin.