hósdagur 27. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 229 - 27. november 2008
Leirvík tendrar jólatræ
Jólatræðið í Leirvík verður tendrað týsdagin 2. desember
klokkan 19.30. Røðuna heldur Bárður á Lakjuni, meðan
Eystanljóð fer at syngja. Í sambandi við at Leirvíkar kommuna
fer í søguna, fer Frígerð Heinesen, borgarstjóri, at siga nøkur
orð. Aftan á eru øll boðin til kaffi, té, saft og eplaskivur í
fimleikarhøllini. Tað eru Leirvíkar kommuna og Skótalið
Leirvíks Páll, ið skipa fyri haldinum.
Mikael Gren starvast
í løtuni í terrorrakta
Mumbai, har hann
býr saman við kon
uni, Leilu á Lofti,
og børnunum. Vit
merktu ágangin eins
og var tað indiska 11
09, sigur Leila á Lofti
við Rás2
TERRORÁGANGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Hetta virkar púra óveruligt.
Vit skilja ikki, at vit eru
mitt í øllum ræðuleikanum,
men vit hava tað gott.
Soleiðis segði Leila á
Lofti, tá Rás2 fekk orðið á
hana beinleiðis úr Mumbai
í India.
Hon sigur, at indiskir tíð-
indamenn sammeta hesa
terror atsóknina við tað,
sum hendi í New York 11.
september 2001, tá tey bæði
tvíburatornini, World Trade
Center, vórðu álopin við
kapraðu flogførum og stutt
eftir fullu í grús.
- Hetta hendi seint í gjár-
kvøldið,
um
22-tíðina.
Mikael var farin at leggja
dóttrina, og eg setti meg at
hyggja í sjónvarp. Tá sá eg,
at okkurt var hent við Leo-
pold matstovuni, har vit
onkuntíð hava etið. Eg fór
at vekja Mikael, sum var
sovnaður, og so fylgdu vit
bæði við í tí, sum hendi,
greiðir Leila á Lofti frá.
Tey funnu so út av, at
hendingarnar fóru fram í
Suðurmumbai.
- Vit búgva í Norðurmum-
bai, so tað var sum so ikki
tætt upp at okkum, men kort-
ini vórðu vit ávarað ímóti at
fara út. Eisini fingu vit at
vita, at amerikanski skúlin,
har børn okkara ganga í
skúla, varð stongdur, sigur
Leila á Lofti.
Samstundis
sóu
og
merktu tey eisini, hvussu
spreingingarnar komu nærri
og nærri norður eftur móti
býarpartinum, har føroyska
húskið býr.
Í hjartanum
av býnum
Leila á Lofti sigur, at býurin
mest sum er settur í undan-
taksstøðu.
Tað er heilt undarligt at
uppliva ein milliónabý, har
ferðslan annars flýtur døgn-
ið runt, vera so friðarligan
sum í dag. Umframt fleiri
skúlar, so eru eisini fleiri
arbeiðspláss stongd í dag,
millum annað skrivstovu-
bygningurin, har Mikael
arbeiðir, sigur Leila á Lofti.
Føroyingar finnast alla-
staðni, verður sagt, men
Leila á Lofti dugir kortini
ikki at siga, um aðrir
føroyingar eru í Mumbai í
hesum døgum.
Hon greiðir annars frá, at
nógv verður tosað í sjón-
varpinum um, hvussu hesir
terroristarnir eru komnir
inn í býin.
- Roknað verður við, at
teir eru komnir sjóvegis úr
Pakistan og hava siglt mitt
inn í Suðurmumbai, har teir
so eru farnir í land. Tað
svarar til, at teir høvdu siglt
inn í Vágsbotn og komið á
land har, sigur Leila á
Lofti.
Teir tóku so hotell eftir
hotell, og sambært tíðindun-
um noyddu teir hotellgestir
at vísa passini, og tey, sum
høvdu bretsk ella amerik-
ansk pass, vórðu hildin aft-
ur sum gíslar.
Tamarhald
Serdeildir
hjá
herinum
komu skjótt til býin, og
fingu fríað hersettu hotell-
ini, teirra millum Taj Mahal
hotellið nærhendir Gateway
to India. Sambært Lailu á
Lofti er nú bert hin eini
bygningurin eftir, sum terr-
oristarnir framvegis hava
hertikið, ein ísraelskur bygn-
ingur við bæði íbúðum og
templi.
- Men herdeildirnar mugu
fara varisliga til verka, tí
talan kann verða um fellir,
sum eru lagdar fyri tær. Teir
mugu søkja rúm úr rúmi,
og leita við hundum, tí
bumbur kunnu vera festar
til tey líkini, ið herdeildirnar
koma fram á, sigur Leila á
Lofti.
Hon sigur víðari, at ill-
gruni er um, at terrosistarnir
eru komnir úr Pakistan, og
at tað kanna hava samband
við, at pakistanski uttanrík-
ismálaráðharrin júst í hes-
um døgum er í India á vitjan
fyri at royna at skapa linna
millum londini bæði.
- Pakistanski uttanríkis-
málaráðharrin hevur í ind-
iskum sjónvarpi úttala seg
ógvuliga harðliga móti hes-
um terrorálopinum og hev-
ur hvassliga fordømt atsókn-
ina, sigur Leila á Lofti við
Rás2.
Bólkurin »Deccan
Mujaheddin«, sum
hevur tikið ábyrgdina
fyri álopinum í Mum
bai, er eftir øllum
at døma ein suður
indiskur partur av
islamska bólkinum
»Indiski Mujaheddin«.
Teirra ynski er at
hevna álop ímóti
muslimum í Mumbai
BAkGRUNd
Snorri Brend
Stig Toft Madsen, sum er
Indien-serfrøðingur
við
Center for Øst- og Sydøstasi-
enstudier við Lunds Univer-
sitet sigur við heimasíðuna
hjá Danmarks Radio, at hesin
bólkurin ynskir at betra um
viðurskiftini hjá teimum 150
mió av muslimum í Indien.
- Men teir vilja fegin fáa
hevnd fyri tað órættvísið,
sum er víst ímóti teimum ind-
isku muslimunum. Í Bombay
(sum nú eitur Mumbai)
vórðu muslimar álopnir av
hindu’um í 1992, uttan at
málið fekk eina uppgerð í
rættarhølunum, sigur hann.
Deccan Mujaheddin er
ein higartil ókendur bólkur,
men orðið Deccan vísir til
eina hálvoyggj har suðuri í
landinum. Bólkurin er tí,
eftir øllum at døma ein und-
irbólkur hjá Indisku Muja-
heddin, sum hevur tikið
ábyrgdina fyri fleiri terror-
handlingum í India.
Mett verður, at hetta sera
væl skipaða álopið í gjár-
kvøldið er komið óvart á
indisku myndugleikarnar.
- Hetta seinasta árið hava
fleiri álop verið ímóti Indian
Mujaheddin og faðirfelags-
skapinum SIMI (Students
Islamic Movement of India).
Tað ger tí fólk bilsin, at teir
eru førir fyri at skipa fyri eini
so stórari aktión. Teir indisku
myndugleikarnir
trúðu
í
roynd og veru, at teir høvdu
forkomið hesum bólkunum,
sigur Stig Toft Madsen.
Áður hava hinduistiskir
terrorbólkar
svara
aftur
uppá muslimsk álop, men
danski serfrøðingurin vænt-
ar ikki, at álopið verður aft-
urlønt hesaferð, tí tað er ser-
liga vent ímóti útlendingum
í Indien.
- Síðani í 2002 hava verið
nógv
bumbuálop,
har
hindu’ar ikki hava lønt teim-
um aftur. Men ein møguleiki
er sjálvandi, at tað eru rabi-
atir hinduar í Mumbai sum
gera tað, sigur hann.
Føroyingar í terrormeldri í Mumbai
Eitt hevndarálop
Leila á Lofti avmyndað á Leopold matstovuni, sum eisini fekk skaða undir terrorálopinum í
gjárkvøldið
Mynd: privatmynd