hósdagur 27. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 229 - 27. november 2008
Fiskivinnuavtala við russar ein vanlukka
Sambært Hans Andreasi Joensen er avtalan, sum føroyingar hava
skrivað undir við russar um umbýti millum tosk og svartkjaft, er
ein vanlukka fyri Føroyar. Hans Andreas Joensen, stjóri á Thor.
Hann sigur eisini, at føroyska samráðingarnevndin hevur latið seg
misinformerað av okkara egnu, og tí eigur avtalan at takast aftur
beinanvegin. Hann leggur afturat, at vit við hesi avtaluni hava mist
millum 200 og 300 mill. kr. í virði. –Tað eigur at fáa avleiðingar
fyri tey, sum hava gjørt avtaluna og fara vit at kanna allar smálutir í
henni og krevja, at avtalan verður afturtikin metir Hans Andreas
Joensen.
Jólasvimjing hjá ÍSB
ÍSB skipar sunnudagin 30. november fyri svimjikapping í
Klaksvík. 16 kappingar vera á skránni, men í kappingum,
har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, verður kappingin
lagt saman, so bæði kynini kappast. Tó verður kappingin
avlýst, um bert tveir luttakarar eru tilsamans. Øll við
serligum tørvi kunnu luttaka, og tekningarfreistin er
innan hósdagin. Sjálv kappingin byrjar klokkan 13, men
upphitingin byrjar klokkan 12. Tey, ið hava tørv á hjálpara
til umklæðingarrúmið mugu hava hjálpara við sjálvi.
- Eg havi tíbetur havt
evnini at »gloyma«
tær keðiligu løturnar,
samstundis sum
tær góðu løturnar
sita eftir. Sjálvandi
gloymir tú ongantíð
tær hendingar og
vanlukkur, sum
tú hevur upplivað
gjøgnum árini, men
tú noyðist at ansa
eftir, at hesar ikki
fjala útyvir tær góðu
løturnar í starvinum,
sigur Regin Jespersen,
ið nú gevst sum
sýslumaður í Vágum
Samrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Maðurin er føddur í býar
partinum Frederiksberg í
Keypmannahavn uppundir
endan av seinna heimsbar
daga.
Foreldrini vóru tvørámað
urin, Sølvi Jespersen, sum
doyði í 1996 og mamman
Ingrid Jespersen, fødd Sam
uelsen, ættað av Hellunum.
Hon doyði í 1999. Bæði
vóru fødd saman ár í
1918.
Nú er maðurin, vit tosa
um, 63 ára gamal, pen
sjóneraður og er í holt við
at pakka sýsluskrivstovuna
í Sørvági.
Eg plagi at siga, at eg
eri hálvur suðuroyingur og
hálvur norðoyingur. Foreldr
ini komu saman undir krígn
um, og í 1945 varð eg so
føddur. Tey sluppu ikki
heim, men tá kríggið var av,
fluttu vit til Vágs at búgva.
Har búðu vit til 1969, með
an pápi starvaðist sum tele
grafistur á Loranstøðini í
Vági. Tá pápi fekk starv
sum varaleiðari á Loranstøð
ini á Eiði, sum tá var nýggj,
fluttu vit norður hagar at
búgva.
Áðrenn vit fara til søguna
um Regin Jespersen sjálvan,
hevur hann hug at siga um
pápa sín, at hann er tann
maðurin, sum hevur verið
longst í starvi sum innan
Loran C í øllum heiminum.
Pápi fekk medalju frá
US Coastgard fyri sína
trúgvu tænastu, sum byrjaði
í 1946 og endaði miðskeiðis
í áttatiárunum, leggur hann
aftrat.
Við skúlaskipi
Regin sigur, at tá tey fluttu
til Eiðis at búgva, fór hann
sum 1314 ára gamal til
Havnar í millumskúla, sum
tað tá varð rópt. Hann ásann
ar, at her kom lítið burtur
úr, tí hann tímdi ikki at
ganga í skúla í Havn.
Tey næstu 23 árini búði
eg aftur á Eiði hjá foreldrum
mínum. Hesi árini fekst eg
eitt nú við vegaarbeiði, har
vit arbeiddu upp á vegirnar
til Gjáar og Funnings.
Í 1963 fór Regin við
skúlaskipinum
George
Stage, og her var hann í
seks mánaðir.
Ætlan mín var tá at fara
tann vegin, og eg hevði
fingið kjans sum aspirantur
við DFDS. Eg var einabarn,
og eg haldi, at foreldur míni
helst vildu hava meg heim
aftur. Nú fór eg at arbeiða á
Loranstøðini, har pápi var
varaleiðari, og her var eg í
einar 13 mánaðir, sigur
hann.
Angrar ikki
Vit spurdu eisini Regin, um
hann nakrantíð hevur angr
að, at hann ikki valdi sjógv
in fram um arbeiði á landi.
Nei, tað vil eg ikki siga.
Eg havi altíð havt hug til
sjógvin. Áðrenn eg fór
umborð á George Stage,
var eg í tríggjar vikur við
sluppini Pilot úr Fuglafirði.
Eg var deyður av sjóverki
allar hesar dagarnar, eg var
umborð. Mær hevur seinni
eisini dámað væl at siglt
við sluppunum, Jóhonnu og
Westward Ho, tá høvið
beyðst. Haraftrat havi eg
bát saman við vinmanni, og
um summarið sigla vit við
ferðafólki, eitt nú til Myki
nesar, Tindhólm og kring
vágabjørgini.
Í fyrraári var Regin eisini
við til at sigla ein seglbát
heim úr Grønlandi. Hetta
var ein bátur, sum Edvard
Niclasen hevði keypt. Bát
urin, sum er einar 4444
føtur til longdar, var komin
úr Ný Sælandi.
Vit komu í illveður á
Kappanum og lógu í hesum
illveðri í eini trý samdøgur.
Eg visti, at báturin toldi
hetta veðrið, og tí var eingin
ótti umborð. Vit vóru fýra
mans við bátinum á ferðini
heim til Føroya, sum vardi í
eini 1012 samdøgur.
Radiomekankari
Vit venda nú aftur til tíðina,
tá Regin var ungur og byrj
aði at hugsa um at velja sær
eina lívsleið.
Í 1965 fór eg at læra
radiomekanikara í Radio
búðini í Saltangará. Hetta
var ein sera góð tíð í mínum
lívi. Vit vóru seks vikur í
skúla í Havn, og millum lær
ararnar var eitt nú Olivur
Næs.
Regin sigur, at Radiobúð
in var eitt deiligt lærupláss,
og hann búði eisini so ser
stakliga væl hjá Anni og
Valdemar Midjord uttarlaga
í Runavíkini.
Eg leigaði eitt kamar
Upplivað 25 ferðsludráp og
Regin Jespersen hevur stóran
áhuga fyri bjargingararbeiði,
og tí hevur hann í nøkur
ár eisini verið formaður í
Landsfelag Bjargingarmanna
Mynd: Jens Kr. Vang”
- Eg havi tíbetur havt evnini at »gloy-
ma« tær keðiligu løturnar, samstundis
sum tær góðu løturnar sita eftir.
(Regin Jespersen)