hósdagur 27. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 229 - 27. november 2008
ES-pakki uppá 1500 milliardir kr. ávegis
Formaðurin í ES-nevndini hitar upp til ein størri hjálpar-
pakka til hart trongda búskapin í ES-londunum. Enn er
pakkin ikki viðtikin, ljóðar tað frá álítandi keldum og hann
kann tí broyast. Endamálið er at fáa gongd á stirvna
búskapin, ið er uppsteðgaður, orsaka av altjóða fíggjar-
kreppuni. Tær 200 mia. evrurnar svara til 1,5 % av brutto-
tjóðarinntøkuni hjá ES-londunum og upphæddin er hægri,
enn áður hevur verið nevnt. Okkurt slag av hjálparpakka frá
ES er væntandi dag. Hann kann t.d. innihalda uppskot um at
lækka skattin av arbeiðsinntøkum og lægri meivirðisgjald.
kelda: www.bl.fo
Sambandið eftirlýsir bussar
Sambandstingmaður vil hava floksfelaga í Vinnumálaráðnum at svara
uppá, um landið hevur skyldu at syrgja fyri, at busssamband er við
allar bygdir í Føroyum við vegasambandi. Helgi Abrahamsen vil
eisini hava at vita frá Johan Dahl, um kunngerðin er lýst, sum
sambært lógini um fólka- og farmaflutning, skal áseta almennu
flutningsskylduna á landi. Og um hon ikki er lýst, nær hon so verður
lýst. Sambandstingmaðurin vil eisini hava vinnumálaráðharran at
svara uppá, um krøvini til fólka- og farmaflutning verða fylgd. Um
ikki, so hvat hann ætlar at gera fyri at uppfylla krøvini.
hjá teimum, og at vera hjá
teimum báðum var, sum at
vera heima. Tey fóru við
mær, sum vit sínum egna
soni, og eg hevði tað so sera
gott hjá teimum.
Hann sigur, at Anni og
Valdemar liva bæði, og sam-
bandið hevur verið hildið
við líka øll árini.
Á løgregluskúla
Tað var í oktober í 1970, at
Regin fór niður til Dan-
markar á løgregluskúla.
- Tá tók skúlin bert hálvt
annað ár. Fyrst gingu vit
tríggjar mánaðir í skúla og
vóru síðan úti í níggju mán-
aðir. Eftir hetta vóru vit
aftur hálvt ár í skúla, og síð-
an ferðaðist eg um ymisku
deildirnar hjá løgregluni.
Eg kom soleiðis heimaftur
til Føroya sum útbúgvin løg-
reglumaður í juli í 1972.
Sum løgreglumaður hev-
ur Regin starvast ein stóran
part av tíðini - ella 17 ár - í
Havn, tey seinnu árini sum
vakthavandi á støðini í høv-
uðsstaðnum.
Árini, hann í fyrsta lagi
var knýttur at støðini í
Havn, arbeiddi hann eisini
onkur skifti á støðunum
aðrastaðni í landinum.
- Eg byrjaði her í Sørvági
sum varaleiðari á støðini í
1988, og endaði sum sýslu-
maður í Vágum í 1995.
Nú riggar Regin so av, og
seinasti arbeiðsdagur hjá
honum sum sýslumaður í
Vágum er sunnudagin 30.
november.
Góð starvsfólk
- Tað liggur nokso fitt av
pappírsarbeiði í starvinum
hjá einum sýslumanni, og
eg má viðganga, at pappírs-
arbeiði er ikki ordiliga eg.
Men eg havi havt so ser-
stakliga gott skrivstovufólk
aftrat mær øll hesi árini, og
tí hevur hetta slett ikki verið
nakar trupulleiki.
Regin vísir á, at Kristina
Olsen hevur starvast á sýslu-
skrivstovuni í meira enn 40
ár – og er framvegis á skriv-
stovuni.
- Hon hevur verið her øll
árini, eg havi arbeitt her.
Hon hevur verið mín høgra
hond og hevur gjørt, at
starvið hjá mær sum sýslu-
maður hevur fallið mær so.
Sýsluskrivstovan
hevur
ymiskar uppgávur, eitt nú
fyri landsstýri og sorins-
skrivaran við innheinting-
um av falnari skuld hjá
fólki og annað.
- Eg haldi, at ein góður
eginleiki hjá einum sýslu-
manni, sum eisini hevur
slík innheintingarmál um
hendi, er at duga at seta seg
inn í støðuna hjá fólki. Tað
ræður jú um at fáa í lag góð-
ar avtalur, har tað yvirhøvur
letur seg gera.
Regin sigur, at nú fiska-
virkið í Miðvági er stongt,
og støðan í samfelagnum
annars tykist trekari, eru
eisini ábendingar um, at vit
kunnu vænta okkum fleiri
mál av slíkum slagi.
- Tú kennir fólkini ella
onkran, sum kennir tey, og
soleiðis kennur tú eisini við
teimum,
sum
koma
í
klemmu. Tú eigur sum
sýslumaður ikki at vera
ísakaldur yvirfyri, hvat fólk
nú einaferð dragast við í tí
dagliga.
Nógv ferðsludráp
Ein løgreglumaður og sýslu-
maður gjøgnum so mong ár
hevur sjálvandi upplivað
ein heilan hóp av óbehagi-
ligheitum, men tað eru
sjálvsagt tær góðu løturnar,
ið tú sum løgreglumaður og
sýslumaður vilt minnast.
- Eg havi tíbetur havt evn-
ini at »gloyma« tær keðiligu
løturnar, samstundis sum
tær góðu løturnar sita eftir.
Sjálvandi gloymir tú ongan-
tíð tær hendingar og van-
lukkur, sum tú hevur upp-
livað gjøgnum árini, men tú
noyðist at ansa eftir, at
hesar ikki fjala útyvir tær
góðu løturnar í starvinum.
Regin sigur, at í tíðini hjá
sær sum løgreglumaður og
seinni sýslumaður hevur
hann havt við eini 25
ferðsludráp at gera, eins og
hann meira og minni hevur
havt við fýra flogvanlukkur
at gera. Tey fyrstu 8-9 árini
í Vágum vóru eini 7-8
ferðsludráp í oynni, har ung-
ir menn doyðu, og onkur
gjørdist avlamin
- Í fleiri førum kendi tú
fólkini ella tey avvarðandi.
Tú noyddist at boða teimum
avvarðandi frá tí, sum hent
var, og tað eru slíkar hend-
ingar, ið standa sum daprir
dagar í lívinum hjá tær.
Tungar vanlukkur
Sýslumaðurin, sum nú legg-
ur frá sær, sigur, at tíbetur
hevur hann dugað at tikið
hesar uppgávur, sum ein
løgreglumaður í fyrstu syfti
noyðist at taka tær.
- Tá tað arbeiði, sum
neyðugt er at gera, í fyrsti
syftu er av, er gott at hava
havt góðar starvsfelagar at
tosa við – og tá tú síðan ert
komin heim aftur til húsa,
hevur tað havt stóran týdn-
ing at havt konuna at tosa
við.
Regin minnist tann eina
dagin sera væl.
- Um 05-tíðina á morgni
hendi eitt ferðsludráp í Mið-
vági, har ungur maður
doyði, og onnur vórðu løst-
að. Eg kom heim út á morg-
unin, fekk mær brúsubað
og skuldi møta á flogvøll-
inum aftur um middagsleit-
ið. Meðan eg eri á flog-
vøllinum,
dettur
Golf-
stream-flogfarið niður, og
níggju fólk láta lív.
Hann sigur, at millum
fólkini í flogfarinum var
stýrimaðurin, sum var føroy-
ingur.
- Hetta var fyrsti túrur hjá
honum sum stýrimaður. Eg
kendi unga mannin, og eg
kendi pápan ógvuliga væl.
Sama var, tá tyrlan datt
niður á Borðoyarvík og fýra
fólk lótu lív. Flestu av hes-
um fólkunum kendi eg eis-
ini ógvuliga væl, tí vit
arbeiddu saman her vest-
uri.
Konan flogterna
Regin nevnir eisini flogvan-
lukkuna á Stord í Noregi,
har ein føroysk flogterna
doyði.
- Kona mín er eisini
flogterna hjá Atlantsflog,
nú yvirflogterna, og hon
kundi tað sama verið við
hendan túrin. Hendingin
hevur
sjálvandi
ávirkað
hana og okkum, og hetta
eru viðurskifti, vit práta um
av og á.
Regin og Annika, sum
konan eitur, eiga tveir synir
og ein abba-og ommuson.
- Annar siglir sum yvir-
stýrimaður hjá Maersk, og
hin gongur í skúla í Dan-
mark. Abbasonurin er sjey
ára gamal og er uppkallaður
eftir mær, sigur ein errin
Regin, sum skjótt verður
fyrrverandi sýslumaður.
Nú hann gevst á sýslu-
skrivstovuni,
fer
Regin
Jespersen at hjálpa til í
Timburhandlinum
hjá
Jørgini Niclasen í Sørvági.
EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN
TELEFON 30 40 50 • TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO
Gjørt verður kunnugt, at nú kann søkjast um stuðul
úr grunninum frá 1989 til sosial endamál í Føroy-
um.
Grunnurin er ein samanlegging av 3 grunnum:
”Sparekassefonden”, ”Julemærkelegatet til fordel
for syge og svagelige børn på Færøerne” og ”Legat
af 1989 for sociale formål på Færøerne”. Endamálini
í teimum nú fyrrverandi grunnunum verða førd
víðari í tí samanlagda grunninum.
Endamálið í tí samanlagda grunninum er at veita
stuðul til persónar búsitandi í Føroyum, sum vegna
ólukku, sjúku ella aðrar umstøður hava serstakan
tørv á fíggjarligum stuðli.
Í viðtøkum grundsins eru málbólkarnir orðaðir so
leiðis:
• eftirsitandi, sum onga skaðabót fáa sambært vanl
ukkutryggingarlógini, umframt á annan hátt at
virka fyri at bøta um neyð millum íbúgvar í
Føroyum,
• sjúk og veik børn undir 15 ár, sum eru búsitandi í
Føroyum, ella til felagsskapir, sum varða um teirra
áhugamál,
• einkjur og eftirsitandi børn,
• einkjur og børn eftir føroyskum fiskimonnum og
sjómonnum – herundir einkjur og børn búsitandi
í Suðuroy ella á Sandoynni,
• sjúk, herundir hjálp til sjúkuviðgerð og
endurvenjingaruppihald (serliga á
Hvíldarheiminum Naina í Tórshavn) og
• serliga treingjandi einkjur, einkjumenn ella einlig.
Umsóknir skulu sendast til:
Stýrið fyri grunnin frá 1989 til sosial
endamál í Føroyum
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknir skulu vera stýrinum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. desember 2008, kl. 12.
Stýrið
ALMANNAMáLARáÐIÐ
Grunnurin frá 1989 til
sosial endamál í Føroyum
fýra flogvanlukkur
”
- Vit komu í illveður á Kappanum og
lógu í hesum illveðri í eini trý samdøgur.
Eg visti, at báturin toldi hetta veðrið, og
tí var eingin ótti umborð.
(Regin Jespersen)
Lesið
-so eru tit við!