hósdagur 27. november 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 229 - 27. november 2008
- Vit skilja væl, at tað
kennist ótrygt hjá
fólki at koyra eftir
hesum vegastrekki,
tí vegurin er
bæði smalur og
ótíðarhóskandi.
Skal vegurin millum
Strendur og Selatrað
gerast av nýggjum
fer tað at kosta
nógvan pening
– helst omanfyri 25
mió krónur, sigur
Heini Eysturoy,
deildarleiðari hjá
Landsverki
Vegasamband
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Selatrað: Ein dagføring
av tí nærum 10 kilometrar
langa strekkinum er neyðug.
Spurningurin er bara, hvat
gerast skal og nær tað
verður gjørt.
Seinastu árini er ymiskt
gjørt við Selatraðarvegin,
sum upprunaliga varð gjørd
ur fyri 70 árum síðani og til
ta ferðsluna, sum tá var.
Bæði í 2005 og í 2006
vórðu einir 200 metrar av
vegi breiðkaðir sunnan fyri
Morskranes.
Kostnaðurin
fyri hetta var 250.000 krón
ur.
Í fjør varð eitt annað
strekki millum Morskranes
og Selatrað breiðkað fyri
1,5 mió krónur, og í ár er
ein brúgv útskift eins og
breiðkað er á Morskranesi
fyri 300.000 krónur. Um
framt hetta er eitt petti av
vegnum eisini styrkt.
Men hinvegin mugu vit
bara staðfesta, at størsti
parturin av vegastrekkinum
frá Lághálsum á Strondum
til Selatraðar er bæði smalur
og veikur.
Skilligt er tó, at størsti
parturin av vegastrekkinum
lýkur ikki tey krøv, ið verða
sett til tílíkar vegir í dag,
sigur Heini Eysturoy.
Í farnu viku og í hesi vik
uni kasta vit ljós á vega
strekkið millum Strendur
og Selatrað. Í hesum umfar
inum fær Landsverk sein
asta orðið.
Fýra bilar útav
Tað er serliga henda sein
asta mánaðin, at greitt er
vorðið, hvussu støðan er
við hesum vegastrekki.
Í eini grein her í blaðnum
mánadagin í farnu viku
vísti Meinhard Jacobsen í
Kolbeinagjógv á, at henda
seinasta mánaðin vóru ikki
færri enn fýra bilar farnir
útav vegnum við heimbygd
hansara – tveir persónbilar,
ein tangabilur og ein kava
plógv.
Frá Landsverki verður
ásannað, at tá talan er um
hvussu tryggur ella ótryggur
hesin vegurin er, kann hetta
ikki svarast so líkatil.
Heini
Eysturoy
vísir
nevniliga á, at teir vanliga
leggja merki til, at har
umstøðurnar eru soleiðis at
tær kennast ótryggar ella
sjálvt skapið á vegnum ger
at ferðin má avmarkast,
henda ikki nógv óhapp.
Vit síggja nevniliga, at
tað standast sjáldan stórar
vanlukkur av óhappum á
slíkum støðum, í mun til
betri veg. Ein breiðking av
tílíkum vegi vil ofta vísa
seg at økja um talið á
ferðsluóhappum, eins og
vanlukkurnar vera størri,
sigur hann.
Royndirnar hjá teimum
eru tí tær, at tess ótryggari
umstøðurnar kennast, tess
skynsamari verður ferðast,
og harvið verða færri óhapp
og minni vanlukkur.
Tølini fyri óhapp á Sela
traðarvegnum vísa, eins og á
øðrum líknandi vegum í land
inum, at her henda fá óhapp
roknað fyri hvønn kilometur,
eisini um atlit verða tikin til
talið av bilum.
Liva upp til støðið
Tey, sum dagliga koyra eftir
hesum
vegastrekkinum
hugsa kanska ikki altíð eins
nógv um tað. Men ein veru
leiki er kortini hann, at
fleiri hava ynskt at okkurt
varð gjørt við henda vegin.
Tosað hevur verið við
Sjóvar kommunu um vegin
til Selatraðar. Í 2001 kom
eitt skriv til Landsverk og
Vinnumálaráðið frá Sjóvar
kommunu, eftir áheitan frá
íbúgvum á Morskranesi og
Selatrað.
Metingin hjá Landsverki
var tá, at vegurin var smalur
og veikur í støðum, og at
serliga tann tunga ferðslan
gav trupulleikar. Somuleiðis
var víst á, at trupult er at
grava kava í ringum lík
indum. Landsverk mælti tá
til, at játtaður varð peningur
á hvørjum ári til breiðking
av verandi vegi.
Annars er Selatraðarveg
urin við í samferðsluætlanini
fyri 2008 2020. Metingin
er, at um verandi vegur verð
ur breiðkaður, kann hetta
gerast fyri umleið 25 mió
krónur. Skal tann umleið 10
kilometrar langi vegurin av
Lághálsum á Strondum til
Selatraðar nýmótansgerast,
má roknast við einum væl
hægri kostnaði.
Í samferðsluætlanini er
vegurin lagdur í tíðarskeiðið
2016 2019, helst treytað
av, at aðrar íløgur, ið liggja
framman
undan
verða
framdar sum ætlað.
Vit vilja í øllum førum,
at allir landsvegir liva upp
til dagsins støði. Tí skal
undirstøðukervið vera so
leiðis háttað, at tað er lætt,
trygt og ódýrt hjá øllum at
ferðast millum ymisk støð,
sigur Heini Eysturoy.
Vegur til Selatrað kostar 25 mió
”
Størsti parturin
av vegastrekk
inum millum
Strendur og Sela
trað lýkur ikki tey
krøv, ið verða sett
til tílíkar vegir í
dag
(Heini Eysturoy,
deildarleiðari hjá
Landsverki)
Vit skilja væl, at tað kann kennast ótrygt at koyra eftir Selatraðarvegnum, og at fólk ynskja at vegurin verður nútíðargjørdur,
sigur Heini Eysturoy, deildarleiðari hjá Landsverki
Selatraðarvegurin varð gjørdur í 30’unum, og treingir í dag til munandi ábøtur. Nógv fólk nýta
eisini vegin til gonguferðir
Selatraðar-
vegurin
Í fýra bløðum hava vit
lýst umstøðurnar hjá
teimum, ið búgva fram
við vegnum til Selatrað
ar. Mánadagin í farnu
viku var samrøða við
Meinhard Jacobsen í
Kolbeinagjógv og týs
dagin við bygdaráðslimin
Sonna Johansen á Strond
um. Í gjár var samrøða
við Jaspur Anthoniussen
av Morskranesi men sum
nú býr á Skála og í dag
er viðmerking frá deildar
leiðaranum hjá Lands
verki, Heina Eysturoy
Tónaskøld farin á netið
Felagið Føroysk Tónaskøld hava fingið nýggja heimasíðu. Ætlanin við
heimasíðuni er at kunna um virksemið hjá føroyskum tónskøldum.
Tónskøldini hava hvør sín profil, og møguleiki er fyri, at hvør tónsmiður ger
sín verklista. Tónleikarar og onnur áhuga fara eisini at kunna heinta nótar
beinleiðis av heimasíðuni, sum finst á www.composers.fo. Víst verður eisini
til útgávur og innspælingar. Sagt verður, at kunning og tíðindi um størsta
tónleikatiltak hjá FFT, tónleikafestivalin Summartónar 2009, eru at finna
longu nú. Heimasíðan er á enskum máli, tí hon í stóran mun vendir sær til
ein útlendskar tónleikarar og feløg.