hósdagur 27. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 229 - 27. november 2008
Úrslitið av Lands
royndunum 2008
vísir greitt, at børnini
læra ov lítið í fimta
og sætta flokki. Hetta
er galdandi fyri allar
lærugreinar. Lesi
førleikin broytist
lítið millum fjórða
og fimta flokk, og
hetta er sambært
frágreiðingini eitt
stórt vandamál
Landsroynd
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í úrslitunum av landsroynd
unum, ið vórðu hildnar í
maimánaði av øllum børn
um í fjórða og sætta flokki í
Føroyum, sæst, at børnini í
fjórða flokki eru munandi
betur fyri enn børnini, ið
ganga í sætta flokki. Hóast
úrslitini hjá børnunum í
fjórða flokki liggja lægri
enn vónað. Er veruligi
trupulleikin í sætta flokki,
har øll úrslitini eru verri
enn hjá teimum í fjórða.
Sambært
kanningini
kundi ein orsøk til hetta ver
ið, at børnini í fjórða flokki
hava betri hug at ganga í
skúla, enn tey í sætta flokki.
Ongar veruligar grundgev
ingar eru fyri hesum, men
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinnu í menta
málum, og Janusi Jensen,
undirvísingarleiðara
á
Fólkaskúladeildini, er hetta
ein tendensur, mann eisini
hevur sæð í grannalond
unum.
Sambært Olausi Jesper
sen, deildarstjóra á Fólka
skúladeildini, vísir úrslitið
greitt, at innlæringin ikki er
líka stór í fimta og sætta
flokki, sum hon er í yngru
flokkunum.
Lesiførleikin
Sambært teimum flestu er
lesiførleikin tað týdningar
mesta fyri víðari innlæring.
Um lesiførleikan hjá børn
unum sæst í úrslitinum á
royndini, at børnini duga
verri, í mun til aldurin, í
sætta flokki enn í fjórða.
Hetta ørkymlar fólkini
handan kanningina. Tey
meta at vantandi menningin
í lesiførleikanum skal takast
í størsta álvara, av øllum, ið
vara av skúlanum.
Fleiri tímar
Helena Dam á Neystabø,
heldur somuleiðis, at vant
andi menningin í lesingini,
er nakað, ið skal takast í
størsta álvara og vísir á, at
endurútbúgving og betri
útbúgving av lærarum má
gerast fyri, at børnini fáa
sum mest burturúr hvørjum
tíma. Hon leggur afturat, at
royndir eru gjørdar við at
hava fleiri tímar við føroysk
um, og hon vónar, at hetta
eisini fer at geva úrslit um
eitt ár, tá hesi børnini koma
í fjórða flokk.
Vit hava fyrr sett tíma
talið upp í føroyskum og
vóna, at tað gevur úrslit,
men mann kundi eisini hugt
uppá at geva eldru næming
unum fleiri tímar í Føroysk
um, sigur landsstýriskvinn
an. Hinvegin veit hon ikki
hvaðani
tímarnir
skulu
takast, tí tímatalvurnar ger
ast rímiliga rúgvusmiklar í
eldru flokkunum.
Hon heldur eisini, at tað
má takast upp, at børnini
kanska ikki tíma nóg væl at
ganga í skúla í sætta flokki,
og at hetta er nakað, ið skal
kannast gjølla.
Fyrivarni
Í skrivi í samband við úr
slitið, eru eisini nøkur fyri
varni reksaði upp, ið kunnu
hava ávirkað úrslitini.
Har stendur millum ann
að, at hvørki børnini ella
lærararnir eru von við
royndir, og hetta kann hava
verra um úrslitið. Eisini er
nevnt, at krøvini til roynd
irnar ikki vórðu kunngjørd
fyrr enn tveir mánaðir
áðrenn royndirnar.
Hetta kann fyri summi
sýnast undarligt, tí lestrar
ætlanir eru til allan fólka
skúlan.
Tað sigur kanska meira
um lærararnar enn nakran
annan, at tey mugu um
leggja arbeiðið, tí lands
royndirnar skulu gerast,
metir Olaus Jespersen.
Landsstýriskvinnan metir
hinvegin, at hetta er nakað,
ið fer at broytast.
Í framtíðini rokni eg
við, at bæði børn og lærarar
fara at taka landsroyndirnar
sum eina rutinu. Júst sum at
føra protokol, sigur Helena
Dam á Neystabø, sum rokn
ar við, at royndin verður
gjørd aftur í maimánaði í
næsta ár.
Eisini er í skrivinum við
merkt, at útgreiningin ikki
sigur alt um førleikanum
hjá børnunum.
Børnini læra ov lítið
Sambært útgreiningini av Landsroyndunum 2008, tíma børnini í sætta flokki verri at ganga í skúla enn tey í fjórða flokki
Tilvildarlig mynd
Talmet
Skoðsmál
Lærugrein
4. Flokkur
Lærugrein
6. Flokkur
6 Sera gott
Fø. Lesa/skilja
4,12 Fø. Lesa/skilja
3,91
5 Gott
Fø. Fyrisøgn
5,03 Fø. Fyrisøgn
4,78
4 Yvir miðal
Fø. Mállæra
Fø. Mállæra
3,49
3 Miðal
Støddfrøði
4,48 Støddfrøði
3,63
2 Undir miðal
Nát/Tøkni
4,14 Nát/Tøkni
2,78
1 Ikki nøktandi
Miðalúrslit fyri allar skúlar í Føroyum
Sambært landsroyndini eru børnini í fjórða flokki lutfalsliga nógv betri fyri enn tey í sætta flokki
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, metir, at børnini
og lærararnir í framtíðini fara at taka landsroyndina sum ein
náttúrligan part av skúlagongdini
Mynd: Jens Kristian Vang
Konsertsalur á Skarvanesi
Í løtuni verður arbeitt við at umbyggja hoyløðuna við Kárastovu
á Skarvanesi til konsertsal. Tá arbeiðið er liðugt fer at bera til hjá
tónleikabólkum og kórum at koma til Skarvanesar á venjingarlegu,
og sjálvandi at framføra tónleik, skrivar heimasíðan bkv.fo. Tað eru
góðar umstøður at búgva á Skarvanesi meðan vant verður, og hús
eru tøk.
Gongur væl at bora
á Sandi
Menn frá Landverki eru í hesum døgum í ferð við
at gera kjarnuboringar í Traðardali á Sandi.
Sambært heimasíðuni bkv.fo gongur kjarnu
boringin væl. Teir bora einar 30 metrar um dagin,
og sum skilst skulu teir bora einar 130 metrar.