Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2008 15 viðmerkingar Framhald á næstu síðu E g haldi eg var júst vorðin tannáringur, tá eg fyrstu ferð upplivdi at hava verið til ein sjónleik, ið fullkomiliga bergtók meg, fyri síðani at lesa eitt ella fleiri ummæli av sama leiki í føroysku bløðunum og undrast yvir, at eg og ummæl­ ararnir veruliga høvdu sitið í sama sali og sæð somu fram­ førslu. Eg var tretten ár og hevði verið í Sjónleikarhúsinum og fingið eina uppliving, sum enn stendur í huganum sum eitt av mínum bestu og sterkastu sjónleikarminnum. Men í hvussu er ein av blaðummælar­ unum hevði kett seg, helt hetta vera ov seriøst, at leikararnir onkursvegna hildu seg vera betri enn onnur, tá teir spældu slíka modernaða leiklist, og at temaið í leikinum – rasisma­ ikki hóskaði í Føroyum. Ummælarin hevði lítið gott at bera leikuppsetingini, grundgav ikki fyri sínum sjónarmiðum og visti heilt týðiliga sera lítið um tann leikin viðkomandi um­ mælti og um leiklist yvirhøvur. Minnist at eg í mínum unga aldri beit merki í, at ummælarin heilt týðiliga ikki eingang hevði lisið upplýsingarnar í leik­ skránni, hóast viðkomandi – sjálvandi­ hefti seg við tvær stavivillur í henni. T ey fylgjandi árini upp gjøgn­ um 70ini, 80ini og 90ini var tað ein oyðimarkargongd sum áskoðari og seinni eisini sum sjónleikari og framleiðari at lesa sjónleikaummæli í før­ oysku pressuni – ein gongd, har dygd var sum lundi á jólanátt (umboðað av einum einstøkum ummælara, ið hevði eitt ítøkligt leiklistarligt stevnumið, ið hann skrivaði útfrá), og har lesarin annars var noyddur at taka til takkar við eini gjøgn­ umgangandi inkompetentari viðgerð av føroysku leiklistini. Ummælini fullu yvirhøvur í tveir bólkar: Tað opinlýst líka­ sæla ummælið, har ummæl­ arin viðgjørdi leyst og fast uttan yvirhøvur at royna at látast at vita nakað um ella at sýna nakran veruligan áhuga fyri tí, ið hann/hon ummælti. Og tað betrivitandi og niður­ gerandi ummælið, har tann ummælarin hóast sín oftast fullkomna mangul upp á vitan og innlit í tað, ið hann ella hon skrivaði um, legði doyðin á at sannføra lesaran um, at ummælarin visti alt so nógv betur og hevði nógv betur skil fyri dygd enn tey, ið høvdu skapað leiksýningina, ið um­ mæld var. Felags fyri báðar bólkarnar var eitt slag av undir­ lutakenslu yvir fyri framførsl­ uni, ið varð ummæld. Tann imkompetenti ummælarin hálovaði gjarna eini vánaligari uppseting. Her kendi ummæl­ arin seg helst omaná og hevði yvirskot til at rósa. Men yvir fyri verkum, sum onkursvegna royndu at leggja eitt hægri støði ella at bróta upp úr nýggjum, vóru somu ummælarar yvirhøv­ ur neiligir og nýttu alla sína mentalu orku til at lyfta seg sjálvar upp um verkini og at leggja merki til alt, sum kundi vera atfinningarvert. Soleiðis upplivdu sjónleikarar og lesarar eitt ummæli fyri og annað eftir, har ummælarar ósakliga og sjálvmótsigandi sáplaðu stórt sæð allar seriøsar sjónleikir í Havn niður, antin so avsendarin æt Gríma, Havnar Sjónleikar­ felag ella okkurt triðja: Til ein leik vóru sjónleikararnir alt ov óprofessionellir at marknaðar­ føra seg, so at almenningurin var alt ov illa kunnaður áðrenn sýningarnar byrjaðu, um næsti leikur var marknaðarførdur betri, so var hann so yvirekspon­ eraður, at tað nú eftir ummæl­ arans tykki kravdist einki minni enn heimsklassi fyri at liva upp til alla reklamuna; var ongin tekstur um leikin í skránni var hon ikki nóg kunnandi, var teksturin í skránni, so varð áskoðarin yvirfóðraður við kunning; var ein nýggjur útlendskur leikur spældur, so hóskaði hann ikki til føroysk viðurskifti og føroyskar áskoð­ arar, var ein nýskrivaður før­ oyskur leikur spældur, so var tað ov heimagjørt og heim­ føðisligt, og ummælarin sakn­ aði at fáa nýggju altjóða rákini til Føroya ... o.s.fr. T vey sigandi dømi um hetta ummælisrákið í skrivaðu pressuni í 90’unum, eru um­ mælini, sum eg upplivdi í Dimmu av tveimum ymiskum leikum, sum eg spældi við í innan fyri nakrar mánaðir í 1992­1993. Annar av hesum var helst tann besta og mest stór­ fingnu framførslan, ið eg nakrantíð havi upplivað sum sjónleikari – Glataðu spæli­ menninir í Norðurlandahúsinum. Ein uppseting, sum eg í hesum samanhanginum vil døma til eitt 13­tal. Hesin leikur fekk eitt nokk so stutt og heldur neiligt ummæli í Dimmu, sum var goymt burtur á síðu 2 ella 4. Hin leikurin var tann helst vánalig­ asta leikuppsetingin, ið eg nakrantíð havi verið við í – allar leikroyndir íroknaðar­ , ein uppseting, sum eg ikki fari at nevna heitið á, men sum saman­ borin við Glataðu spælimenn­ inar ikki kann fáa hægri próvtal enn 03. Hesi leikuppsetingini halgaði Dimma eitt langt og rósandi ummæli á forsíðuni. Munurin á viðferðini, ið hesir báðir leikir fingu, er samstundis føroyska sjónleikaummælis­ søgan í eini nøtarskel. Um­ mælini av Glataðu spælimonn­ unum, sum enn í dag stendur eftir sum ein tann mest ambit­ iøsa og gjøgnumførda leik­ uppsetingin í føroyskari sjónleikarsøgu, høvdu einki veruliga jaligt at siga um leikin, og um onkur, sum ikki upplivdi leikin, nú 15 ár aftaná fer at skriva søguna um verkætlanina við bara ummælunum sum keld­ um, so kann hann ikki fáa aðra fatan enn, at talan var um eina miseydnaða sýning. Men 5000 áskoðarar sóu Glataðu spæli­ menninar, og eg havi ongantíð hoyrt fólk siga annað enn, at leikurin var ein fantastisk og hugtakandi uppliving. Einastu undantøk eru táverandi ummæl­ ararnir á Sosialinum og Dimmu. H esi góðu 30 árini, ið eg havi fylgt við í føroyskum sjónleikaummælum, hava verið merkt av, at skrivaða pressan ikki hevur klárað ella viljað fylt sín leiklut, sum ein kompetent­ ur miðlari av teirri menningini, sum hevur verið og framvegis fer fram í føroyskum sjónleiki, har bæði dygdin hevur verið støðugt hækkandi innan bæði yrkisleiklistina og áhugaleik­ listina (tá mátað verður eftir tí besta, sum verður spælt). Í sama tíðarskeiði er pressan vorðin nógv professionaliserað, men professionaliseringin er bert í avmarkaðan mun rokkin til viðgerðina av leiklistini (og list yvirhøvur fyri alt tað). Sein­ astu 7­8 árini hevur tó verið ein týðiligur bati, og bløðini eru í alt størri mun farin at biða fólk við hóskandi barlast at ummæla fyri seg, og dygdargóð ummæli hava javnan verið at sæð. Men enn tykist skrivaða pressan ikki at hava neyðugu virðingina fyri sjónleikinum til tess at tryggja, at tað altíð er fólk við førleika, sum ummæla tey lutfalsliga fáu leikverkini, sum verða frum­ sýnd her á landi. Knappliga letur pressan seg aftur detta aftur í gomlu amatørismuna, og meira og minni tilvildarlig fólk verða sett at saksa leiksýningar­ nar sundur á prenti – ofta sum best ber til og uttan nakað veru­ ligt innlit í tað, sum verður um­ mælt. Tað er synd, tí pressan hevur ein avgerandi leiklut at spæla í menningini av sjónleik­ arlívinum. Men hendan upp­ gávan er ikki røkt nóg væl, fyrr enn pressan setur fólk við neyð­ ugum førleika á uppgávurnar hvørja ferð. Líka mikið, hvat ein heldur, so hava ummæli stóra ávirkan á sambandið millum tey, ið framføra, og áskoðararnar. Kompetent um­ mæli ríka kjakið um sjónleikin og úrtøkuna hjá bæði leikarum og áskoðarum úr leiklistini. Inkompetent ummæli kunnu í ringasta føri bróta týðandi verk­ ætlanir niður, sum nógv og dygdargott arbeiði hevur verið lagt í. Tað er ein sannroynd, at góð og vánalig ummæli hava beinleiðis ávirkan á áskoða­ tølini. Tí hava miðlarnir eftir mínum tykki eina ábyrgd mot­ vegis sjónleikarlívinum og eina skyldu til at tryggja, at tey um­ mæli, ið teir borðreiða við – annaðhvørt tey eru rósandi ella atfinningarsom­ hava eina for­ svarliga dygd. Tað er frustrer­ andi at uppliva ferð eftir ferð, at miðlarnir ikki liva upp til hetta dygarkravið. S kal ein meta eftir ummæl­ unum í teimum báðum stóru dagbløðunum av sangleikinum HAIR, so er dygdin á ummæl­ unum einki frægari nú enn fyri 33 árum síðani. HAIR eitt heimskent verk, sum fyri fyrstu ferð verður sett upp í Føroyum, og talan er um størstu einstøku uppsetingina á palli í Føroyum seinastu tvey leikárini – bæði hvat viðvíkur tali av fólki, ið medvirka, og í framleiðslu­ kostnaði. Ein kundi væntað at skrivaða pressan fór at ummæla hetta á einum seriøsum støði. Men her er tíanverri talan um tvey ummæli, ið leggja seg sera vakurt í halan á teirri serføro­ ysku ummælaratraditiónini, sum eitur inkompetansa: Annað ummælið – tað í Dimmu­ fellur undir tað opinlýst líkasæla slagið av ummælum: Ummæl­ arin nýtir ein stóran part av um­ mælinum at skriva um, hvørt tað nú yvirhøvur er gjørligt at spæla ein 40 ára gamlan leik í dag – og kemur at enda fram til, at tað er tað nokk. Tað átti ikki at verið nøkur stór nýggj­ heit fyri nakran, tá havt verður í huga at 400 ára gomlu leikirnir hjá Shakespeare framvegis eru mest spældu sjónleikir í heimi­ num. Og so finst hesin um­ mælarin at, at tað er ov nógvur tónleikur í leikinum! Eg haldi ikki, at tað er ov mikið kravt, at ummælarin hjá landsins størsta dagblað hevur sett seg inn í, at tað er ein sangleikur, ið hon skal ummæla ­ á enskum musical ­, og at hon tí ikki átti at verið bilsin av, at tónleikur, Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?. Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Stillstandur í 30 ár – sjónleikaummæli í føroysku pressuni Tankar uppi yvir tveimum ummælum av HAIR Tíðargreinin tíðargreinin Mikkjal Helmsdal, leiklistarfrøðingur ➘