hósdagur 27. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 229 - 27. november 2008
Tíðargreinin
musikkur, er ein partur av
konseptinum. Alt í alt er hetta
kortini eitt nokk so meinaleyst
ummæli. Men ummælarin
hevur lítið og einki fingið við
av tí, sum leikurin er og snýr
seg um: Søgugongd, dansur,
sangur, koreografi, pallur er
líkasum farið yvir høvdið á
ummælaranum. Bæði áskoðarar
og leikarar eiga at kunna vænta
sær eina meira innlitsfulla
miðling av eini so stórari
leiklistarligai hending, sum
Hair hóast alt er.. Hitt ummælið
– tað í Sosialinum- hoyrir til
hina genruna av inkompetent-
um ummælum: Tað
betrivitandi og niðurgerandi.
Her hevur ummælarin sett sær
fyri, at hann skal so sanniliga
vísa, hvør ið hevur forstand
upp á tingini, og
leikuppsetingini verða brigslað
stórt og smátt frá
tíðarfestingina av rúmdarferjuni
Columbia, brúki av dialektum
til talið av blómutyssum, ið
vórðu handaði við endan á
frumframførsluni. Alt samalt
smálutir, sum eru púra óvið-
komandi fyri heildaruppliving-
ina hjá áskoðaranum. Um-
mælið er gjøgnumgangandi fult
av faktuellum feilum,
ósakligum uppáhaldum og
sjálvmótsøgnum. Enn eina ferð
fáa vit nýklassikaran í føroy-
skari ummælarasøgu: “Her er
ov nógv reklamerað – ella
brandað, sum tað eitur nú- so
skal tað sanniliga verða nógv
betur enn hetta.” Og fyri at fáa
argumentið at hanga saman
gevir ummælarin marknaðar-
føringini av leikinum eitt vavi,
sum einki samband hevur við
veruleikan. Tann størsta sjálv-
mótsøgnin í ummælinum fellur
beinanvegin í eyguni – ummæl-
arin brigslar leikinum, at hann
er ov borgarligur, men brennir
síðani út í eitt álop á leikin,
sum ikki er annað ein long
umskrivað útsøgn av fremstu
boðorðunum í smáborgarligaru
hugmyndafrøðini – Jante-
lógini. Ummælarin tykist ikki
hava annan boðskap enn: Tit
Hair-leikarar skulu ikki halda,
at tit eru nakað! Ummælarin er
mær vitandi púra óroyndur
innan bæði ummæli og
sjónleik, og ummælið – hóast
tann tilgjørda klókskapin- ber
ikki boð um nakra vitan um
ella innlit í sjónleik ella í
sangleikir sum leiklistagrein.
Eg fari ikki at brigsla einum
óroyndum ummælara, at hann
sigur sína hjartans meining –
hóast hon er ósaklig, niðrandi
og óundirbygd. Men eg má
siga, at eg eri sera vónbrotin av
redaktiónini á Sosialinum, at
hon setir hetta sum teirra boð
upp á eina professionella
viðgerð av eini framførslu, sum
er tað størsta leiklistarliga
satsið á føroyska leikpallinum
hetta leikárið.
E
g nevndi, at um ummælini
av Glataðu
Spælimonnunum vóru øll
søgan um tann leikin, so stóð
tað eftir, at talan var um ein
miseydnaðan leik. Men í minni-
num á fleiri túsund føroyingum
er søgan ein heilt onnur. Á
sama hátt trúgvi, at minnini hjá
teimum allarflestu av teimum
longu 4200 áskoðarunum, ið
hava sæð HAIR siga eina heilt
aðra søgu um hesa
uppsetingina enn ummælini í
skrivaðu pressuni. Tí skulu tit
leikarar ikki loyva vánaligu
pressuumrøðuni at lata so
mikið sum eitt milligramm fara
av tykkara gleði og stoltleika
við tað arbeiðið, ið tit hava
gjørt. Og tit áskoðarar, ið enn
ikki hava nátt at sæð leikin,
latið ikki eitt ófakligt neiligt
ummæli snýta tykkum fyri eina
ótrúliga uppliving. Tónleikurin
er góður, uppsetingin er flott og
HAIR er ein uppliving, sum
ikki fæst aftur á føroyskum
leikpalli í bræði.
A
t enda havi eg eitt hjarta-
suff til miðlarnar. Tær
flestu sjónleikauppsetingarnar,
ið koma á pall, eru úrslitið av
einum samstarvi millum listar-
fólk innan nógvar ymiskar
greinar, har leikstjórar, koreo-
grafar og leikarar hava lagt
hundraðtals tímar í venjing-
arnar, og stovnar og sjónleikara-
feløg hava lagt 100 túsund tals
krónur og onkuntíð millióna
upphæddir í verkætlanirnar. Alt
hetta arbeiðið hevur uppiborið
eina virðiliga viðgerð og hevur
betri uppiborið enn at vera
útsett fyri tilvildarligum og
ósakligum niðursáplingum.
Áskoðarin/lesarin hevur krav
upp á at fáa tær bestu og størstu
leikuppsetingarnar miðlaðar av
ummælarum, sum hava skil
fyri tí, teir viðgera, og sum
megna at taka dagar ímillum
dygd.
Væntaði ongantíð at við-
merking mín til Jústinus
um rusk fór at fara óátalað
fram við borðinum, men
hevði satt at siga ikki
roknað við slíkari breið-
síðu frá honum, so helst
man eg hava rakt okkurt
líktorn hjá honum.
Fyri at byrja við endan-
um, so hevði grein mín
onki við kommunuval at
gera, men vildi bert vísa á,
at myndarøðin hjá Sosiali-
num er á rættiliga góðari
leið, hvat óruddi viðvíkur,
eisini hvat viðvíkur teim-
um bygdum, sum tú helst
sást, at fototólið hjá blaðn-
um sá burtur frá.
Eg taki fult undir við tær
Jústinus, at eisini i Sunda
kommunu (og aðra staðni
við) er nógv, ið eigur at
vera nógv ruddiligari, enn
tað er nú, havi heldur ikki
sagt nakað ímóti tí. Nakað
er betra, síðani Sosialurin
hevur víst myndarøðina úr
kommununi, og tað er at
fegnast um, og so mega vit
bert vóna at enn fleiri batar
á hesum økinum verða at
síggja í framtíðini.
Síðani leggur tú eftir
smoltstøðini við Gjógv.
Hon brýtur ongar byggi-
samtyktir og liggur har júst
eftir góðkenningum frá
øllum friðingarmyndug-
leikum. Tú vildi heldur, at
hon lá longur frá ánni, yvir
móti Elementvirkinum.
Men tað er m.a. orsaka av
Yvirfriðingarnevndini, at
hon ikki liggur nærri
Elementvirkinum, tí hon
mátti ikki liggja niðan fyri
kirkjuna og kirkjugarðin,
segði Yvirfriðingarnevndin.
Um friðingarmyndug-
leikarnir eru kompetentir
ella ikki skal eg ikki meta
um; setið meg ikki føran
fyri á sama hátt sum tú,
Jústinus, at seta meg sum
yvirdómara á hesum øki.
Men nú vit tosa um frið-
ingarmyndugleikar, so ligg-
ur Elementvirkið har beint
eystan fyri kirkjuna, bara tí
at friðingarmyndugleikar-
nir ikki vildu ganga stovn-
aranum av virkinum á møti
við at leggja tað í Huldu-
heygnum, tí tað lá ov nær
ánni. Eg haldi, at har hevði
virkið skemmað minni enn
beint við kirkjuna, men har
eru Jústinum og teir eftir
hansara tykki ókompetentu
friðingarmyndugleikar á
einum máli!
Vit kunnu ikki friðað
bygdirnar so nógv, at onki
arbeiðspláss kann skapast í
teimum, og eg haldi ikki,
at smoltstøðin skemmar
bygdarmyndina meira enn
neyðugt, tá hugsað verður
um tørvin at skapa vinnu-
møguleikar.
Men hinvegin skulu øll
arbeiðspláss royna at
órudda sum minst, ella at
hava óruddið innandura.
Tey viðurskiftini kundu
verið betri á smoltstøðini
við Gjógv, bæði nú og ta
tíðina, tá eg hevði nakað
við hana at gera!
At enda haldi eg, at vit
hóast alt kunnu fegnast um
tey fáu framstig, ið hend
eru seinastu árini. Tiltakið
“Best røkta bygd” hevur
verið við at fáa ruddingar-
dagar sum fastan tátt í
nógvum kommunum, og eg
ivist ikki í, at hetta tiltakið
hjá Sosialinum eisini fer at
flyta okkum rættan veg í
hesum spurninginum.
Heldur enn bara at finn-
ast at, tá onnur vísa á órudd
kring landið, eiga vit øll at
taka í egnan barm og royna
at betra um støðuna! Hetta
er eisini galdandi fyri títt
heimaumhvørvi, Jústinus!
05.11.2008
Viðmerking til Jústinus
SofuS DebeS
JohanneSen
Havi verið burturstaddur í
arbeiðsørindum á fólka-
tingi, og gjørdist satt at
siga eitt sindur kløkkur, tá
eg afturkomin sá “matar-
leparnar” hjá Dimmu og
Sosialinum í sølubúðunum
týsdagin.
Í Dimmu varð yvirskrivt-
in um ein landstýrismann
og møguligar trupulleikar á
almennum døgurða
uttanlands, sum eisini fylti
tíðindini í øðrum miðlum.
Men í Sosialinum var yvir-
skrivtin á matarlepanum, at
“Tobbi roykti hassj!”
Nú kendi eg fleiri ára
gomlu søguna um, at Tobbi
roykti hassj óvart, tí hann
hevði tikið skeivan ball-
pakka á eini kafé. Og í
sjálvari greinini í blaðnum
verður eisni greitt frá, at
hetta er ein skemtilig søga,
ið Torbjørn Jacobsen sjálv-
ur hevði sagt frá á Rás2 hjá
Miðlahúsinum.
Men soleiðis stóð søgan
ikki fram á matarlepunum í
sølubúðunum.
Tískil kann eg ikki koma
til aðra niðurstøðu enn, at
her er talan um onkra heilt
serliga útgávu av annars
týdningarmikla journalist-
iska hugtakinum “javnvág í
tíðindaflutninginum”.
Javnvág í tíðindaflutningin?
høgni hoyDal
Høgni Hoydal ger vart við ikki nóg dekkandi yvirskrift okkara á matarlepanum:
“Tobbi roykti hassj” í vikuni. Vit kunnu geva Høgna Hoydal og øðrum lesarum rætt
í, at henda yvirskrift var ikki nóg dekkandi. Í bakspeglinum duga eisini vit at síggja,
at einsamøll gav hon jú lesarum ta fatan, at Tobbi var hassjroykari og ikki at hetta
var av óvart. Hon átti tí kanska heldur at itið: “Tobbi roykti hassj av óvart”. At
henda søgan kom í blaðið sama dag, sum aðrir miðlar viðgjørdi eitt annað rúsmál,
var heilt av tilvild. Meira er ikki at siga um tað.
Blaðstj.
Ikki nóg dekkandi matarlepi
Er »Bacalao« tað mest rationella virki, sjálvur arbeiddi eg fyri umleið 45 árum
síðani á »Bacalao« nú høvuðssæti hjá Faroe Seafood. Áðrenn tað arbeiddi eg á
virkinum hjá N. Niclasen í Sørvági.
Hesi bæði virkir vóru upprunaliga bygd til saltfiskaframleiðslu, fyri síðan at
vera nýtt til flakaframleiðslu.
Sostatt hevur »Bacalao« skjótt ein mansaldur á baki.
Fyrr í ár var Snarfrost í Miðvági latið aftur, sjálvt um tað virkið var sera
rationelt og hartil væl rikið.
Nú var so túrurin hjá Flakavirkinum í Vági at fella, eitt virki, ið fyri 15 árum
síðani var mett at vera tað mest framkomna virki í Norðanlondum.
Samstundis sum Faroe Seafood hevur gramt seg um manglandi arbeiðsmegi er
ein fjøld av kvinnum og monnum í Suðuroynni koyrd út í arbeiðsloysi, saman við
teimum ið starvaðust á Snarfrost.
Jú, rætt er, at fiskiskapurin hevur verið slakur, men at »Bacalao« skal vera
meira rentabult enn Snarfrost og Flakavirkið í Vági, og at tað harafturat
beinleiðis verður sagt, at starvsfólki er orsøkin til vána rentabilitet, tað er langt
úti.
Eingin ivi er um, at var »Bacalao« heimahoyrandi í Vági, so var virksemi flutt
norður um, tí hetta virki var ov gamalt og ótíðarhóskandi.
Suðuroy annað uppiborið
frank
DaviDSen
viðmerkingar