hósdagur 27. november 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2008
29
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
mátti útseta tað. Mamma mín
hevur tó allatíðina ætlað at givi
sína fløgu út nú.
- Eg havi faktiskt arbeitt við
hesari fløguni alt lívið, havi
droymt um tað, síðani eg var
fimm ára gomul, sigur Anna. Eg
setti mær fyri, at eg skuldi geva
eina fløgu út, áðrenn eg fylti 40.
Eg bleiv so meira enn 40, og
eingin fløga kom. Men so í mai
2007 hendi nakað, ið broytti alt.
Míni foreldur doyðu í einari
ferðsluvanlukku, og tað fekk meg
at vilja fara í gongd við fløguna
aftur. Eg var byrjað eitt sindur
uppá hana áðrenn, men tað gekk
ongan veg. Tað var tó ikki, fyrr
enn tey doyðu, at eg skrivaði mítt
allarfyrsta lag. Tað æt »Onki
Summar« og snýr seg um júst tað
summarið eftir vanlukkuna; at
tað í grundini ikki kom nakað
summar hjá mær tað árið. Men
myndin í tí er, at sjálvt um tú
missir, so koyrir lívið víðari
alíkavæl. Fólk dansa, og fuglar
syngja, og tú kanst ikki steðga
upp. Hetta setti ordiliga gongd á
tað heila, og gav mær møguleika
til eina nýggja byrjan; faktiskt
eitt nýtt lív. Eitt lív uttan bittur-
heit. Eg valdi eisini beinanvegin
at ogna fløguna til tey.
Produktini broyttust
- Fløgan er rættiliga melankolsk,
greiðir Anna víðari frá. Eg elski
jazz, sum eisini hoyrist væl aftur,
og í støðum er nokso nógvur
bossanova dámur. Fløgan er kan-
ska ikki akkurát tað produktið,
sum eg einaferð droymdi um,
men eg eri ótrúliga takksom fyri
hana alíkavæl og standi 100
prosent inn fyri øllum á henni.
Petur hevur tað nakað uppá
sama máta. Hann helt, at tónleik-
urin hjá sær fór at verða meira
skitin og ráður, enn hann í síðsta
enda bleiv:
- Produktið broyttist ordiliga
nógv í framleiðslu prosessini,
sigur Petur. Eg lurti sjálvur mest
eftir rættiliga alternativum indie
tónleiki, men mín egni tónleikur
vísir seg at vera nógv meira
popp. Faktiskt hevur tað verið
nokso torført at sæð tað í eyguni,
og tað hevur eisini tikið eina
løtu, men eg havi so funnið útav,
at tað faktiskt er nógv feitari,
sum tað er nú, enn tað hevði
verið, um eg hevði tvingað tað til
at vera skitnari. Also: Boys in a
Band skal vera skitið. Men mítt
skal vera pent og ljóða væl. Og
eg eri sannførdur um, at tað
klæðir nógv betri hendan nýggja
ófesjuta hamin. Tað er Hans
Poulsen, ið hevur framleitt fløg-
una, og Óli Poulsen, ið hevur
miksað hana. Teir vilja hava skil
á tingunum og hava fingið tað at
ljóða knasandi væl. Betri, enn eg
hevði trúð.
Boðskapur og marknaðir
Fyrst og fremst skulu »Nakið«
og »See Inlaid Heart For
Details« gevast út í Føroyum, og
tá gongd er komin á her heima,
verður hugt út um landoddarnar.
- Vit vóna fyrst og fremst at
fáa tað at mæla runt í Føroyum.
Og so kunnu vit venda eyguni
úteftir, sigur petur. Plátufelagið
hjá mær er rímiliga heitt uppá at
fara út úr landinum at
promovera, men spurningurin er
bara, hvussu man vil gera tað.
Mín fløga er ikki beinleiðis
kristin, sjálvt um hon hevur
tekstir frá einum kristnum
sjónarhorni. Men vit tosa nógv
um at fara inn á tann kristna
marknaðin. Har er generelt ikki
so ringt at sleppa inn, tí úrvalið
av ordiliga góðum tónleiki er
ikki so stórt. Eg eri bara eitt
sindur bangin fyri at stempla mín
tónleik »kristnan« og so skera
fólk av. Eg vil bara hava fólk at
lurta eftir tónleikinum, uttan at
tað skal vera religiøst treytað. Eg
vil ikki, at nakar skal kenna seg
illa. Eg peiki bara fingrar eftir
mær sjálvum í tekstunum, eri
ógvuliga sjálvkritiskur. Og hetta
er nakað, ið eg haldi kann
relatera til øll – ikki bara kristna
marknaðin. Tað hevði í hvussu
er verið feitt at selt eitt sindur
her, og so mugu vit bara fáa at
síggja, hvat hendir. Eg taki tað
ógvuliga róligt og havi ikki høgar
forvæntningar. Men um okkurt
hendir, eri eg sjálvandi totalt við.
Málbólkurin hjá Onnu er
umleið tann sami:
- Fløgan hjá mær inniheldur
fleiri kristnar tekstir, men um-
boðar meira enn bara boðskap til
kristin fólk, greiðir Anna frá. Eg
vil gjarna, at fólk skulu kunna
taka hana til sín fyri tað, sum
hon er. Jólini eru ofta keðilig hjá
fólki, ið hava mist, og melankoli-
in í mínum tónleiki kann vónandi
vera ein uggi hjá fólki, ið hava
tað ringt. Tí sjálvt um ein oftast
hevur bestan hug til at gyppa ein
stein, so er lívið deiligt. Eg síggi
tað soleiðis, at tá okkurt keðiligt
hendir, so byrjar ein nýggjur
kapittul. Ein fær líkasum møgu-
leika at endurskoða seg sjálvan
og sítt lív og kann byrja av nýggj-
um. Og tað er serliga hendan
boðskapin, eg vil fáa út, heldur
enn bara at appelera til kristin
fólk, sjálvt um tað eisini er ein
stórur partur av tí.
Útgávukonsertir
Anna og Petur hava ymsar ætlanir
um útgávukonsertir, men hava
ikki enn avgjørt júst hvussu tey
skulu gera; um tey møguliga
skulu hava konsert saman ella
ikki. Hvussu er og ikki, so kemur
fløgan hjá Peturi út í dag, 27. nov-
ember 2008 og fløgan hjá Onnu í
morgin, 28. november 2008.
Far á myspace síðurnar hjá
teimum báðum, ið standa her á
síðuni, og lurta eftir tónleiki
teirra. Vit siga frá her í blaðnum,
tá útgávukonsertir eru komnar
uppá pláss.
Petur W. Háberg hevur sniðgivið
húsarnar báðar