hósdagur 27. november 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 229 - 27. november 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hans Jacobsen er føddur
29. november 1938 á Glyvr
um, hann er sonur Johan
Hendrik Jacobsen av Glyvr
um og Jüttu Sophie Jacob
sen, f. Jørgensen úr Mið
vági. Hans er giftur við
Oddvør, f. Simonsen úr
Heiðunum, og eiga tey
saman børnini: Regin, Jastr
id, Anniku, Birnu og Rógva.
Harafturat eiga tey 13 abba
og ommubørn.
Barnaárini á Glyvrum
vóru nokk sum hjá børnum
flest, men hesi árini undir
krígnum var ikki nógv mat
erielt. Pengar vóru nærum
eingir, og lítið kundi keyp
ast. Omma dugdi væl við
lítlum, og heimið var fult
av kærleika og gleði. Sam
anhaldið millum húsini á
Bakka
var
gott. Abbi,
Gammi og helst hinir brøð
urnir eisini vóru sera skemti
ligir og lættir av lyndi, og
dugdu væl at síggja lívsins
góðu síðir. Abbi var svorin
avhaldsmaður, losjumaður
og kirkjumaður.
Í 1945 var Hans sjey ára
gamal, og byrjaði í skúlan
um á Glyvrum, har Bjarna
dal og konan vóru lærara
fólk. Skúlin tey nýttu var
tann lítli skúlin, sum stend
ur
sunnan
fyri
Forna,
“Gamli skúli” sum vit siga.
Har var bara ein lítil stova,
og einki annað rúm uttan
ein lítil durur. Øll børnini
vóru í sama høli frá yngst
til elst; men tað gekk eisini.
Tað var ikki óvanligt, um
góðveðursdagar vóru, at
børnini fóru tíðliga upp
saman við teim vaksnu at
hjálpa til at breiða fisk út á
fiskastykkinum áðrenn tey
fóru í skúla. Børnini skuldu
vera við, tað var plikt.
Liðugur við barnaskúlan
fór Hans í 1953 á Háskúla í
Hornabø,
har
Marius
Johannesen var fyrsti lærari.
Aðrir lærarar vóru: Símun
av Skarði, Sigurd Joensen
og Pól Johannes Lindberg.
Hetta árið á háskúla hevði
avgerandi
týdning
fyri
Hans, og dámdi honum sera
væl hetta árið.
Tá hetta árið var liðugt á
háskúlanum var Hans 15 ár,
hetta var í 1954. Neyðugt
var at vinna pening fyri at
kunna ganga víðari í skúla.
Í 19541956 hjálpti hann til
í Turkihúsinum á Glyvrum.
Tað var P/F Ryggur, sum
pápin og brøðurnir áttu í fel
ag, sum hevði virksemið.
Teir vaskaðu og turkaðu
fisk. Stóri fiskurin var turk
aður til Spanien, hann var
vanliga turkaður úti á fiska
stykkinum. Tað gav besta
prísin. Eftir 1950 var tað ser
liga fiskur sum var keyptur
frá skipunum úr Grønlandi.
Smærri fiskurin úr Grøn
landi var turkaður inni.
Summi ár var nógv turkað
til Italien og Portugal, men
summi ár var meir turkað
til Brasilien. Fiskurin til
Brasilien varð vaskaður og
stakkaður uttan salting, so
hann gulnaði, áðrenn hann
var turkaður, hann skuldi
ræstna nakað, síðani var
hann hart turkaður næstan
sum træ og var pakkaður í
smáar tunnur.
Sum 17 ára gamal fór
Hans í 1956 á Handilshá
skúla á Købmandshvile í
Rungsted, við Keypmanna
havn. Har lærdi hann grund
reglurnar í handilsskapi og
bókhaldi og fekk ástøðilgar
førleikar fyri vinnuvirki.
Tað var tradisjón í familj
uni at reka handil. Abbi
Hans hevði rikið handil
niðri á Bakka og Meinhard,
farbróðurin, handlaði eisini
eitt skifti í húsunum hjá
sær. Hans var skjótt greiðir
yvir, at hann mátti fáa nak
að av kunnleika til handils
skap, og hetta gjørdist bílig
ast og skjótast við at fara á
handilsháskúla í Danmark.
Í juli 1957 kom hann
heimaftur til Føroya, og fór
at hjálpa til í turkihúsinum,
har tey turkaðu fisk.
Tá Hans var 18 ár í 1957,
var broyting í vinnuligu við
urskiftunum á Bakka. Turki
húsini høvdu um hetta mund
ið sæð sínar bestu dagar. Tað
blivu nú bygd flakavirkir
ymsa staðni, og skjótt var at
eingin rávøra var til turk
ingar. Bakkamenninir ætlaðu
eisini at ganga hesar nýggju
leiðirnar, men tá virkið var
bygt í Heiðunum, var ikki
grundarlag
fyri
fleiri
flakavirkjum her á leið.
Virkið á Glyvrum fór av
knóranum. Róland keypti
bygningin aftur frá Sjóvinnu
bankanum nakað seinni.
Eftir at vinnuvirksemið varð
steðgað á Bakka, fór Johan
Hendrik, pápi Hans, at
byggja hús fyri fólk. Hann
hevði arbeitt sum húsasmiðj
ur fyrr, hevði m.a. verið við
at bygt kirkjuna á Glyvrum
og í Vági. Fyrsta húsið teir
tóku uppá seg var fyri
Gunnar Olsen á Glyvrum.
Samstundis sum Hans
arbeiddi saman við pápan
um, alt meira og meira við
at byggja og umvæla hús,
búnaðist ætlanin, at stovna
egið virkið. Húsini vóru
bygd við handilshøli í kjall
aranum, við góðari hjálp
frá pápa og hjálp frá familj
uni, serliga Gamma (Klæm
int) og Martin pápabeiggj
anum. Klárt var at opna
handilin í 1959. Hans bygdi
fleiri hús saman við pápan
um, teir bygdu eina røð av
húsum hesi næstu árini –
eini 1012 íalt.
Eisini var hann um hetta
mundi nógv uppi í losjuar
beiðinum, kappróðrarfelag
bleiv stovnað og av og á
vóru boð at sparka fótbólt
við Toftamonnum við ”ZIG
ZAG”.
Vinniliga virkið
hjá Hans:
Í 1968, tá Hans var 29 ár,
byrjaði hann saman við
brøðrunum Rólant og Mart
in í smáðum sildaframleiðslu
á Bakka, bygdu fyrsta virk
isbygningin hjá Bakkafrost.
Fólkið
við
Skálafjørðin
hevði nógv við sild at gera.
Í nógv ár hevði eingin sild
verið, men í 1967 byrjaði
sildin at koma aftur. Klæm
int og Róland royndu eftir
sild, og Hans kom í samband
við tveir danar, sum høvdu
møguleika at selja sildina
til danir í spannum.
Hetta var neistin til fyrsta
Bakkafrost. Seinni bleiv
keypt frá ymsum bátum á
Skálafjørðinum og frá silda
bátum av Sandoyarbankan
um. Sildin var saltað, krydd
að og súrgað. Ein ’Arenko’
flakamaskina var keypt í
1970 sum skjótt og effektivt
kundi
flakaskera
nógva
sild.
Henda
var
keypt
umvegis Marr & Co, hon
var keypt frá Lübbert í
Týsklandi. Tá var nógv sild
at fáa, og var sildin m.a.
seld til Abba í Svøríki, eis
ini var skorið fyri Nyk á
Toftum sum keypti frá
ymsum bátum. Nykur hevði
eisini gjørt avtalu við Marr
& Co um sølu til Abba,
men teir høvdu onga mask
inu. Flakamaskinan stóð í
lítla
virkisbygninginum,
sum ídag er kantinan á
Bakkafrost. Um hetta mund
ið varð kannað um tilbar at
keypa hermetikklinjuna frá
Kjølbro í Klaksvík, tað vísti
seg at bera til at fáa hesa til
Vinnulívsmaðurin Hans á Bakka 70 ár
Jóan Hendrik og Jútta saman við børnunum. Aftan frá vinstru: Róland, Hallgerð, Martin, Jóhanna og Hans. Myndin er tikin 1985
Mikudagin 14. apríl 1965 giftust Hans og Oddvør. Tey
vóru vígd í Glyvra Kirkju henda góðveðursdagin í apríl. Tá
komið var úr kirkjuni, spældi hornorkestrið hjá Nes sóknar
musikfelag. Um hetta mundi spældi Hans við í orkestrinum.
Brúdleypið varð hildið í Glyvra Bio
Hans og Oddvør í Ísrael í 2006