Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2008 31 Andlát og jarðarferðir Bjarki Hjelm, ættaður úr Vági, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum mánadagin, 72 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma Sigga Maria Debess Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest fyri góð orð og tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk til Landssjúkrahúsið fyri seinastu tíðina, hon lá har. Vit takka somuleiðis fyri gávur til Krabbameinsfelagið og fyri kransar og blómur í kirkjuni. Tøkk til øll, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðin. Tøkk fyri troystarrík klemm og handatak. Fyri tey avvarðandi Niels og børnini við familju Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á áttati ára degnum. Heilsan Tórbjørn Andreassen Dagurin 27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Calisiu í Norðurspaniu. keyps fyri ein lagaligan prís saman við uppskriftum. Skjótt hevði Bakkasildin meginpartin av føroyska marknaðinum fyri sild í gløsum. Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, lítið – ella at kalla einki pláss var til starvsfólkaviðurskifti og umsiting. Eisini gjørdu teir skip út til sildafiskiskap hesi árini. Í 1972 var Hans 33 ár, teir bygdu Bakkafrost út og fóru undir veruliga fram­ leiðslu av liðugtvøru úr sild í gløsum. Bygdu nýggjan stóran elementbygning norður úr verandi bygningi. Framkomin flakalinja var sett upp, eins og nýggj linja til at framleiða sild í gløs var keypt. Hetta var stór íløga eftir umstøðunum, eis­ ini var pláss til kantinu, wc, umklæðing og skrivstovu. Harumframt var kanningar­ stova, har m.a. arbeitt varð við vøruroyndum og vøru­ menning. Nótaskipini land­ aðu sild til Bakkafrost, sum var skorin og framleidd til víðari virkingar bæði á Glyvrum, og uttanlanda. Eisini íslendsk skip landaðu sild á Glyvrum. Nógv fólk var til arbeiðis, hesi komu bæði av Skálafjørðinum og øðrum bygdum úr Eyst­ uroynni. Í 1977 var Hans 38 ár, teir byrjaðu at pakka flatfisk frá føroysku flakavirkjunum til enska marknaðin. Silda­ veiðubannið í Norðsjónum viðførdi, at trupult var at fáa hendur á nóg stórum mongdum av sild til at hava eina effektiva framleiðslu, tí var fíggjarliga grundarlag­ ið ivasamt fyri framhaldandi rakstri, og neyðugt var at hyggja at nýggjum møgu­ leikum. Hildið var tó fram við avmarkaðari sildafram­ leiðslu í gløsum heilt fram til 1985. Í 1979, tá Hans var 40 ár, fóru teir undir royndarfram­ leiðslu av svartkjafti til matna. Hetta var gjørt í tøttum samstarvi við Heilsu­ frøðisligu Starvsstovuna, sum vegna Landsstýrið ar­ beiddi við ymiskum royndar­ virksemi innan fiskivinnu. Leivur Øssurson royndar­ fiskaði eftir svartkjafti, og hildið var, at gjørligt kundi verið at fingið lønandi vinnu úr hesum fiskiskapi. Í byrj­ anini vóru sildamaskinurnar umbygdar, soleiðis at hesar ístaðin fyri at skera sild, kundu skera svartkjaft. Tekn­ ikarar frá týsku verksmiðjuni BAADER, sum høvdu bygt maskinurnar, komu til Før­ oya og vóru her í langa tíð fyri at umbyggja maskinur­ nar til svartkjaftaframleiðslu. Seinni vórðu nýggjar mask­ inur keyptar, sum vóru gjørd­ ar til svartkjaft frá grundini. Í 1979 var eisini farið undir alivirksemi á Skála­ fjørðinum (seinni eisini í Sundalagnum og Lamba­ vík). Hetta vísti seg seinni at gerast høvuðs vinnuliga virksemi. Fingu sum eitt av fýra feløgum í 1979 loyvi til at byrja aling av laksi og sílum í Føroyum. Fyrstu árini var tó trupult at fáa hendur á smolti, einans Fiskaaling framleiddi smolt, og var hetta meir á vísinda­ ligum støði heldur enn sum ein framleiðsla. Fyrstu árini fekst einans hendur á umleið 15­25.000 smoltum til hvørt felag, so hóast prísurin á laksi var høgur, var ikki stóra lønsemi í vinnuni, gongdin vísti tó at møgu­ leikar vóru á hesum øki. Í áttatiárunum bygdu teir Bakkafrost út til svartkjafta­ framleiðslu, framleiðslu av alifóðri, surimiframleiðslu, framleiðslu av flamingo­ kassum og innfrysting av pelagiskum fiski. Í nýtiárunum var ein trupul tíð í Føroyum, og var hetta eisini ein tung tíð á Bakka. Í 1992 fór felagið konkurs; men var endurreist. Farið var m.a. undir royking av laksi og seinni undir framleiðslu av portiónum úr laksi. Hetta síðsta hevur víst seg at roynst væl og hevur givið støðuga framgongd. Hóast Hans nú er 70 ára gamal, er hann framvegis dagligur partur av leiðsluni í vinnuliga virkseminum umframt partur av nevndini. Hansara skynsemi, ágrýtni og fasta trúgv uppá vinnu­ møguleikar hava verið avgerandi fyri framgongdina í vinnuliga virkseminum. Sjálvt um tann vinnuligi parturin hevur havt stóran týdning í lívinum hjá Hans, so hevur tað andaliga verið tað grundleggjandi í lívi hansara, síðani hann tók við trúgv sum ungur. Eisini á hesum øki hevur hann verið sera virkin bæði innan fólkakirkjuna og Kelduna í Skálafirði. Heimið hevur altíð verið merkt av Guðsótta og Bíbli­ an hevur altíð verið ein náttúrligur partur av daglgidegnum. Sum børn kunnu vit minn­ ast løturnar sunnudagar, tá babba læs úr Bíbliuni, og vit bóðu saman. Mamma og babba lærdu okkum ígjøgnum teirra lív at kenna Jesus, og hetta eru vit so sera takksom fyri. Hetta er ein dýrgripur sum ber inn í tað æviga lívið, sum vit hava fingið. Takk babba fyri kærleikan tú vísti okkum sera væl. Við tíni hond og umsorgan So signað eru vit og sæl. Eitt ríkt og signað lív ein fær ið Harran óttast, livir nær. Av sonnum sigast kann um teg, at lyftið ognaði tú tær Vit fara at ynskja tær blíðan byr víðari, og at Harrin má signa teg við nógvum góðum árum afturat saman við tínum kæru. Heilsan, Regin, Jastrid, Annika, Birna og Rógvi v.fam Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið saman við familjuni. Hans skal eisini fáa eina heilsan hiðani av Sosialinum í samband við føðingardag­ in. Tað sum børnini kanska eru ov beskeðin at siga, kann sigast av okkum øðrum. Tað er eingin ivi um, at Hans er ein av okkara fremstu og dugnaligastu vinnulívs­ monnum. Hann hevur havt nógvar “visjónir” í sínum vinnuliga virki. Sumt hevur gingið væl, og annað hevur ikki borið til. Tað kann róliga roknast við, at tað sum ikki ber til hjá Hans, verður trup­ ult hjá øðrum. Við laksinum hevur Hans víst, at hann dugdi at gera tað rætta til rætta tíð. Í øllum skrællinum, sum var í laksavinnuni fyri nøkrum árum síðani, vóru tvær fyritøkur sum sluppu undan húsagangi. Onnur teirra var Bakkafrost. Bakkafrost fór ikki eftir løtuvinningi í sínum sølu­ politikki men hugsaði meira langsiktað. Tað loysti seg. Í dag stendur Bakkafrost fyri einum rímiliga stórum parti av okkara alsamt vaksandi laksavinnu. Á einum øki mátti Hans tó geva upp, og tað var í pol­ itikki. Hann stillaði upp fyri mongum árum síðan fyri Sjálvstýrisflokkin. Hansara sjónarmið á valfundum vóru minst líka skilagóð sum hjá øðrum. Men hetta bar als ikki til. Eydna í polit­ ikki er so merkilig. Hvat hevði føroyskur politikkur ikki kunnað fingið gagn av einum manni sum Hans? Tað verður tikið til, hvussu arbeiðssamur Hans er. Eisini hvussu góður hann er at samstarva við. Hann vísir í verki, at hann dugur at virðismeta fólk, og hann er altíð við tí góða orð­ inum. Fólk kenna seg eisini virðisliga viðfarin av hon­ um, og er hetta ein eginleiki, sum sigur nógv um hann. Hans hevur eitt lætt sinni og er sera humoristiskur og er tí lættur at vera saman við. Hann hevur eisini evni at yrkja, hóast hetta ikki er so alment kent. Hann er góður familju­ maður og vísir eisini hetta í verki. Her skal ikki gloymast konan Oddvør. Hans vil vera tann fyrsti til at við­ ganga, at uttan hana hevði tað so í hvussu er ikki ging­ ið. Tí verður ynskt teimum báðum tillukku við hesum “støvets år”, sum tó ikki merkja Hans á nakran hátt! ó. Heilsan til Hans nøvn Jütta og Joen Hendrik Jacobsen Rætting Í týsdagsblaðnum skriv­ aðu vit, at konsertin hjá Vestmanna kirkjukóri verður 11. desember. Hetta var tíverri komi skeivt fyri. Konsertin verður sunnudagin 30. november kl. 19.00. red.