Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 229 - 27. november 2008 Av hesum fimm ættum úr Koltri er henda tann, sum telur minst í ættaryvirlitin­ um, sum er um 60 síður. Hennara ætt telur bert eina av teimum. Anna Katrina er fødd í 1823. Hon giftist í 1850 við Hans Christiansen, í Fjósi, f. 20.8 1821 og deyður 25.2. 1895. Foreldrini hjá honum vóru Anna Davids­ dóttir úr Kvívík og Christian Hansen. Pápin er deyður ungur, tí í 1834 og 1845 er Hans hjá foreldrunum, meðan hann í 1850 bert er hjá mammuni. Tað er ikki nógv sum ann­ ars er vitað um tey bæði, uttan at Hans hevði handil í Bringsnagøtu, og at hon tæn­ ti hjá Jacob Nolsøe, handils­ forvaltara. Hans var upp­ runaliga “handelsdrager” hjá kongaliga handlinum, men er so byrjaður fyri seg sjálv­ an, tá ið kongaligi handilin varð avtikin í 1856. M. S. Viðstein skrivar, at okkara fyrsti marinumálari kallaðist Sigvald. Væl var hann lítillátin og kom ikki stórt millum fólk, men han funderaði fyri seg sjálvan. Hann málaði skipamyndir, og hann skrivaði eitt blað, sum hann sjálvur var útgevari av. Blaðið lá vanliga frammi í handlinum hjá Hans í Fjósi. Tað finst neyvan nakað eintak av hesum blaði. Handilin helt uppat í 1901. Birgir Andr. Samuelsen, ættaður úr Vík, keypti húsini í 1902 og fór at handla í teimum. Hesin handil stongdi í 1949. Í 1952 byrjaði Keypssam­ tøkan handil í hesum húsum. Teir fluttu í 1964. Bert eitt av børn­un­um førdi ættin­a víðari Tey bæði fingu børnini: Ellen Marie Chrisitane Hansen, (1851­1853), Hans David Hansen, (1852­1853), Ellen Maria Súsanna Christian (1854­1888), Maria Elisabeth Hansen (1856­1858), Hans David Hansen, (1858­1890), handilsmaður, Christian Procles Hansen f. 1860, doyði ungur, Niels Pauli Hansen f. 1863 Jacob Hansen, (1865­ 1934), skrivstovumaður Thomas Evenius Hansen, (1869­1949). Tummas var tann einasti av systkjunum sum giftist. Kona hansara var Hansina f. Hansen (1872­1952), ætt­ að av Eiði. Hon var systir Juliu, konu gamla Sámal Petur Petersen í Fuglafirði. Ein annar skyldmaður hjá Hansinu var Sverre Stove av Eiði, sum ungur fór til Norra og búsettist har, men tíðum kom í Fjós, tá ið hann vitjaði heima. Hann hevði stóran als til føðilandið, dugdi væl at skriva og skrivaði nógv, m. a. bókina ”Færøyane: En skildring av landet og folk­ et, dets historie, kultur og næringsliv,” útgivin í 1944. Hansina og Tummas fingu fýra børn: Hans Olaf Hansen (1895­ 1983). Giftur við Dagmar, sum var donsk. Hann var upprunaliga lærari, men gjørdist kendur sum stjóri á Føroya Vanlukkutrygging í nógv ár. Tey vóru barnleys. Elly Magdalena Hansen (1897­1963). Giftist við Kjartan Kjærbo (1899­ 1992). Tey búðu í Havn og vóru barnleys. Sofía Maria (1900­1957), giftist við Magnus Andreas­ sen (1900­1988), ættaður úr Fuglafirði. Búðu í Havn. Hanna Hansen (1911­ 1981). Giftist við Hans David í Sakrastovu Poulsen (1904­1983). Búðu í Havn og vóru barnleys. Frá hesum systkjum er bert eitt barn, Kamilla f. 1929, dóttir Sofíu Mariu og Magnus. Hon er gift við Hans Sørensen, f. 1927. Tey eiga fimm børn, og tað eru hesi, sum umboða hesa ættargrein úr Koltri. Fyrsta postboð í Havn­ Tummas í Fjósi var fyrsta postboð í Havn. Framman­ undan máttu fólk sjálvi koma á posthúsið. Men nú var starvið sum postboð lýst leyst og Tummas fekk starvið. Næsta postboð var sett í 1917, og hetta var Pedda post, Jens Peter Rubeksen. Í 1919 fór Tummas at arbeiða inni á posthúsinum. Tá gekk hann bert út við peningini og postuppkrøvum. Í 1939 fór heilsan at bila, og tá legði Tummas frá sær. Søgan­ um ein­a jarðarmóður Serliga kend er kona Tummas, Hansina. Hon arbeiddi sum jarðarmóðir frá 1902 til 1937. Hon hevði viðtalu í egnum hús­ um á horninum Hoyvíks­ vegur/R.C. Effersøesgøta. Hansins hevði orð fyri at vera eitt gott fólk. FF­blað­ ið hevði í 2004 samrøðu við nú 88 ára gomlu Onnu av Váli, sum misti mammu sína sum smágenta. Anna minnist jólini, tá ið hon var trý ára gomul. Tá skipaði Hansina fyri jóla­ haldi fyri børnum, sum ikki vóru so væl fyri. Hetta minnist Anna sum eina ógloymandi hending. Jarðarmøðurn­ar fyri van­býti Tað er nokk so merkiligt, at tað er lítið skrivað niður av jarðarmóðursøgu í Føroy­ um. Vit hava kortini í hesi røð umrøtt fleiri jarðarmøð­ ur í Havn. Tær eru Angel­ ika Jacobsen, Anna Mortina Mouritsen, Anna Petersen og nú Hansina í Fjósi. Hansina hevur nevniliga sjálv givið eitt gott íkast til hesa søgu. Hon hevði í 1919 í Dimmalætting eina greinarøð í fimm pørtum um ”De færøske Jorde­ mødres Levevilkaar fra 1878 til 1919.” Hetta er forvitnisligur lesnaður í dag. Væl dugur hon eisini at málbera seg, sum tað sæst í fyrstu greinini, har hon lýsir arbeiðsviður­ skiftini hjá jarðarmøðrum. Hetta er áhugavert, og tí verður partur av hennara frásøgn endurgivin í hesi grein. Tað skilst, at upprunin til hesa greinarøð er eitt álop, sum Tingakrosssur hevur havt á jarðarmøðurnar. Máttu seta lívið í vága Hansina byrjar fyrstu greinina soleiðis: De færøske Jordemødre har altid mere eller mindre været Samfundets Stedbørn. Især ved Vintertid har det været livsfarligt at rejse fra det ene sted til det andet, særlig om Natten i Mørke og Uvejr, enten det er Regn og Blæst eller Snestorm. De mere eller mindre ufremkommelige Stier eller Veje er ofte i en saadan tilstand, at man synker i Dynd ret ofte til over Ankelen, undertiden til Knæet, eller man maa vade over stride Elve, somme Tider op til Livet. Paa nogle af Øerne maa Jordemoderen over Stejle Klippeafsatser, som Vandet fra nærliggende Elve af Stormen er ført hen over, og hvis der er stærk Frost, kan hun næppe finde Fodfæste slige Steder. Det er noget, som kan angribe Nerverne og tage paa Kræfterne. Er det i forvejen anstrengende at gaa, saa bliver det ikke bedre ved at glide, synke i eller falde. Smerterne, man føler, maa for en Jordemoder være af underordnet Be­ tydning, naar det kun an­ gaar hende selv. At mange saadanne besværlige Rejser lidt efter lidt undergraver Jordemoderens Helbred er tydeligt, men det tænker de færreste paa. Hun skal følge Kaldet, hvordan det end staar til i hendes eget Hjem, og hvor svært det er for hende at følge Kaldet. Hun er bleven Jordemoder og maa finde sig i alt. Naar nu Jordemødrene for Tiden bliver udnyttede efter en større Maalestok, skyldes det den Omstændighed, at saa faa Kvinder vil ud­ dannes til Jordemødre, da det er saa let for dem at faa noget bedre. Jordemoder­ stillingen kræver mange Forpligtelser og giver faa Goder, saa de som fuldt ud er klar over, hvad de gaar ind til, melder sig ikke, og det er indlysende, at jo færre Jordemødrene er, desto mere arbejde bliver der til hver enkelt. Ársløn­ 80 krón­ur Hansina heldur, at tað eru alt ov fáar jarðarmøður í Før­ Hans í Fjósi: Han­dilsmaður í Brin­gsn­agøtu fekk jarðarmóðir til verdóttir Í summar var ein stór ættarstevna hjá eftirkomarunum hjá teimum fimm døtrunum hjá Hanus og Mariannu uttar í Stovu úr Koltri. Vit hava umrøtt ættina hjá tveimum teirra, Marin Fredrikku undir Kletti í Havn og Nicolinu hjá gamla Sakarisi í Skopun. Hesa ferð umrøða vit ættina hjá Onnu Katrinu. Hon giftist við Hans í Fjósi, sum eigur ein gravstein í gamla kirkjugarði Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo HANS CHRISTIANSEN F. 20.8 1821 D. 25.2. 1895 Tummas og Hansina í Fjósi. Hansina var formaður í Færøernes Jordemoderforening Gomlu húsini í Fjósi á horninum Gripsvegur / R.C. Effersøesgøta