hósdagur 27. november 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2008
35
lýsingar
Jólasøla 2008
Árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag
verður í ár 29. og 30. november í ítróttarhøllini
á Hálsi. Á sølubásunum verður eins og undan-
farin ár, eitt stórt úrval av heimavirkaðum
lutum/pløggum, bæði virkað siðbundi føroyskt
og við nýggjum íblástri. Eisini verður café á
staðnum við føroyskum viðskera og onkrum
søtum omaná.
Opið verður hesar tíðir:
Leygardagin frá kl. 10.00 til 19.00
Sunnudagin frá kl. 14.00 til 19.00
Atgongumerkið kostar kr. 30,00 fyri vaksin,
meðan børn upp til 14 ár hava ókeypis atgongd.
Atgongumerkið er samstundis lutaseðil um:
3 gávukort á kr. 500,00
3 gávukort á kr. 300,00
úr handlinum hjá felagnum Tina Mik, Niels
Finsensgøta 35, Tórshavn, har eisini er stórt
úrval av heimavirkaðum lutum.
Vit skulu eisini gera vart við,
at ikki ber til at gjalda við
gjaldskorti á flestu básunum
Hús til sølu
Hús (kann nýtast sum summarhús) til
sølu í Gråsten, Danmark. Liggja sera væl
fyri, tætt við strond, golfbana í serflokki,
bátahavn, handlar og frítíðardepil (www.
marinafiskenaes.dk). Uml. 1 tími í bili frá
Esbjerg. 15 km frá týsku grensuni.
Prísur: 860.000,-
Húsini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá
www.home.dk, sagnr. 703-3753.
Tlf. 223021
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• at fyrisita og leiða Sørvágs Havn
• at fyriskipa og leiða umsjónina av økjum og
ognum hjá kommununi
Vit vænta at tú:
• hevur leiðsluroyndir
• dugir væl at samstarva við onnur
• ert røkin og dugir væl at arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur teldukunnleika
• hevur koyrikort
• kann ráðgeva í tekniskum viðurskiftum.
Vit kunnu bjóða:
• eitt fjølbroytt og spennandi starv við
góðum møguleikum at menna seg
• møguleika fyri skeiðum innan arbeiðsøkið
Setanarviðurskifti:
• Starvið er fulltíðarstarv
• Lønar og setanarviðurskifti verða sambært
sáttmála millum KAF og avvarandi
yrkisfelag.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur
Umsókninar skulu merkjast »Umsjónarleiðari«
Eru spurningar, fæst meira at vita við at
ringja á tlf. 363200 ella 233200.
Sørvágs kommuna skilar sær rætt til at velja
ímillum umsøkjarnar ella ongan at seta.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 8. desember 2008 kl. 12.00
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
SØKT VERÐUR EFTIR
Umsjónarleiðara til
Sørvágs kommunu
at byrjað 1. januar 2009
V A R Ð A G Ø TA 8 · F O - 3 8 0 S Ø R V Á G U R
S O R V A G @ S O R V A G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0
Fyri løgfrøðing í barsilsfarloyvi verður søkt eftir av-
loysara til Vinnumálaráðið frá 1. februar 2009 og fram
til 1. desember 2009.
Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum er at ráðgeva
landsstýrismanninum og stjóranum í løgfrøðiligum
spurningum. Harumframt fevnir arbeiðið um gerð av
lógar- og kunngerðaruppskotum og máls- og kæru-
viðgerð.
Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og
skal duga føroyskt og enskt væl.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum
í seinasta lagi 15. desember 2008.
Umsóknir skulu sendast til:
Vinnumálaráðið
Postsmoga 377
Tinganes
FO-110 Tórshavn
Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á
telefon 556070.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Søkt verður eftir avloysara
til Vinnumálaráðið
Ein av stóru avbjóðingunum á vinnuliga økinum er at
gera og halda viðlíka lógir, ið samsvara við ta lóggávu,
sum er galdandi í londunum kring okkum, og sum vit
hava vinnuligt samstarv við. Hetta er neyðugt, skulu
vit halda viðlíka okkara samstarvsavtalur við onnur
lond, víðka um tær og fáa í lag nýggjar avtalur, og fyri
at føroyskt vinnulív kann gera seg galdandi í altjóða
høpi.
Millum lógarøkini, talan er um, eru
• Vinnufelagalóggáva
• Sjólóggáva
• Ársroknskaparlóg
• Grannskoðaralóggáva
• Tryggingarlóggáva
• Veterinerlóggáva
Hevur tú áhuga fyri hesum øki, so átti tú at søkt hetta
sera spennandi starvið í Vinnumálaráðnum.
Tú kemur at arbeiða saman við fólkum, ið hava ábyrgd
av nevndu lógarøkjum, og sum arbeiða við vinnuligum
viðurskiftum sum heild og hava samband og samstarv
við útlendskar myndugleikar og stovnar, bæði í Norð-
anlondum og ES.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv ella annað sam-
felagsfrøðiligt prógv.
Vit vænta, at tú ert arbeiðsom/samur, dynamisk/ur og
hevur góð samstarvsevni. Tú samskiftir skilliga bæði á
føroyskum, skandinaviskum og enskum máli og hevur
evni og vilja at virka í einum stimbrandi og avbjóðandi
umhvørvi.
Vit bjóða
At gerast partur av einum spennandi umhvørvi, ið
gevur møguleikar fyri persónligari menning, bæði við
arbeiðsroyndum og viðkomandi eftirútbúgving, bæði
innan- og uttanlands. Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmæl-
um í seinasta lagi 15. desember 2008. Umsóknir skulu
sendast til:
Vinnumálaráðið
Postsmoga 377
Tinganes
FO-110 Tórshavn
Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á
telefon 556070.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Vinnumálaráðið sóknast
eftir fólki við løgfrøðiligari
útbúgving
Lesið
-so eru tit við!