Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 229 - 27. november 2008 tíðindi Stutt Sagt Ferðafólk væl nøgd við Reykjavík 90 prosent av teimum útlendsku ferðafólkunum, sum vitjaðu Reykjavík í summar, vóru væl ella sera væl nøgd við vitjan­ ina. Tað vísa tøl, sum Høv­ uðsstaðarstovan kunn­ gjørdi í gjár. Samstundis sigur stovan, at hetta er tað besta úrslitið, síðani farið varð undir at kanna hetta í 2004. Av teimum spurdu svar­ aðu 71 prosent, at tey høvdu verið á matstovu og etið, og 60 prosent søgdu, at tey høvdu verið til handils í býnum. Knapp­ liga 40 prosent høvdu vitj­ að ymisk søvn og ymsar framsýningar, 22 prosent høvdu tikið lut í náttar­ lívinum, og nógv søgdu seg hava verið í svimjihall­ unum. Høvuðsstaðarstovan fegnast eisini um, mat sambært hagtølunum hildu 86 prosent av teim­ um spurdu ferðafólkunum, at Reykjavík er ein tryggur býur at ferðast í, 83 pro­ sent søgdu býin vera rein­ an, og 75 prosent vóru nøgd við samferðslukerv­ ið í býnum. Tey eldru vóru serliga væl nøgd, tí í kanningini sæst, at 96 prosent av ferðafólkunum, sum vóru eldri enn 55 ár, vóru væl ella sera væl nøgd við umstøðurnar í býnum. 87 prosent av teimum yngru søgdu tað sama. Umleið 2.000 útlendsk ferðafólk eru við í nøgd­ semiskanningini, sum Høvuðsstaðarstovan ger á hvørjum ári. Sagt verður, at tað eru serliga norð­ uramerikanarar, sum eru væl nøgdir við býin, og eftir teir koma bretar og suðurevropear. Øll ferða­ fólkini, sum vóru við í kanningini, ferðaðust um flogvøllin í Keflavík. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg hevði ynskt, at vit kundu steðgað teimum amer­ikonsku flogfør­unum, sum eu á veg at bumba afghanskar­ býir­ (Hamid Kar­zai) útlond - Hetta høvdu vit ongantíð væntað. Hetta er av sonnum ræðandi. Hetta er okkara 11. september, segði ein indiskur tíðindamaður við Sky News í gjárkvøldið. Tá hevði indiska løgreglan kunngjørt, at minst 78 fólk høvdu latið lív í minst sjey atsóknum í býnum Mumbai. Tað talið bleiv í nátt rættað til 101. Herumframt hava yvirgangsmenninir nógvar gíslar Hesaferð brúktu yvirgangs­ menninir ikki bumbur, sum teir plaga at gera, men maskinbyrsur og granatir. Tað var týðiligt, at teir høvdu fyrireikað seg væl, og álopsmálini vóru ikki til­ vildarlig. Millum málini vóru høvuðsløgreglustøðin, høvuðsjarnbreytarstøðin, eitt sjúkrahús, ein biohøll og tvey av teimum fínastu gistingarhúsunum í býnum, har serliga útlendingar plaga at gista. Fleiri yvirgangsmenn tóku seg inn á tað fína hotellið Trident­Oberoi. Sambært indisku myndug­ leikunum tóku menninir millum 100 og 200 fólk gíslar inni á hotellinum. Í nátt ljóðaði, at gíslarnir vóru slopnir út, men fyrra­ partin segði ein týðandi indiskur embætismaður, at milolum 100 og 200 fólk eru framvegis gíslar á Tri­ dent­Oberoi­hotellinum. Embætismaðurin segði, at yvirgangsmenninir inni á hotellinum eru millum 10 og 12 í tali, men ein teirra segði við eina indiska sjón­ varpsstøð, at teir eru sjey. Fólk, sum sluppu út av hotellinum, hava greitt frá, tað var eingin ivi um, hvørj­ ir gestir høvdu serliga stór­ an áhuga hjá yvirgangs­ monnunum. ­ Teir spurdu eftir øllum, sum høvdu amerikanskt ella bretskt pass, greiddi eitt vitni frá. Bretin Alex Chamberlain sat á matstov­ uni, tá yvirgangsmenninir komu inn, og hann váttaði fyri bretsku fjølmiðlunum, at yvirgangsmenninir spurdu eftir fólki úr USA og Bretlandi. ­ Teir spurdu ein italiu­ mann, hvørjum landi hann var úr. Hann svaraði, at hann var úr Italia. Yvir­ gangsmaðurin, sum spurdi, nikkaði, og italiumaðurin fekk frið at sita, segði Alex Chamberlain við Sky News. Fyrrapartin frættist eisini, at yvirgangsmenn hava tik­ ið ein jødiskan rabbinara og húski hansara gíslar í einari íbúð í Mumbai. Fleiri eygnavitni greiddu frá, at yvirgangsmenninir vóru rættiliga ungir, og at teir vóru ílætnir sum vestur­ lendingar. Væl fyriskipað Indiskar keldur høvdu bein­ an vegin hug at geva islam­ istiskum yvirgangsmonnum skyldina, og í nátt kunn­ gjørdi tann higartil ókendi, islamistiski felagsskapurin Deccan Mujahidin, at tað var hann, sum hevði framt atsóknirnar í Mumbai. Men indisku myndugleik­ arnir ivast. Teir vísa á, at álopini vóru sera væl fyri­ skipað. At yvirgangsmenn­ inir vildu hava fatur á útlendingum bendir sam­ bært myndugleikunum á, at teir helst hava tilknýti til onkran av teimum stóru, altjóða yvirgangsfelagsska punum. Tey seinastu árini hava fleiri yvirgangsatsóknir ver­ ið at málum í India, men eingin teirra varð so væl fyriskipað sum hendan. Hinar vóru kortini minst líka blóðugar. Sum eitt nú atsóknin at einum toki í Mumbai í juni í 2006, tá meiri enn 200 fólk lótu lív. Skutu ovastan Millum teirra, sum doyðu í atsóknunum í gjárkvøldið, var ovastin fyri teirri serligu indisku yvirgangsløgregl­ uni. Summar keldur siga, at hann royndi at tosa nakrar av yvirgangsmonnunum til rættis, men at teir skutu hann. Løgregluovastin var ein av 95 indiskum ríkis­ borgarum, sum doyðu. 13 aðrir løgreglumenn doyðu og seks útlendingar. Í lýsingini í morgun komu alvápnaðir indiskir hermenn til Mumbai, og teir standa nú á varðhaldi ymsastaðni í býnum. Síðani í gjárkvøldið hava teir indisku fjølmiðlarnir gitt, hvat endamálið hjá yvirgangsmonnunum var. Sambært einari indiskari sjónvarpsstøð rópti ein av yvirgangsmonnunum, at teir vildu hava allar sínar heilagu stríðsfelagar úr teimum indisku fongslun­ um. Sambært sjónvarpsstøðini brúkti yvirgangsmaðurin orðað »mujahedeen«, ið verður brúkt um muslimar, sum eru í heilagum kríggi. Sambært indisku myndug­ leikunum kann hetta benda á, at álopsmenninir í Mum­ bai hava tilknýti til eitt altjóða yvirgangskervi. India fingið sín 11. september Minst 101 fólk doyðu í tí væl fyr­iskipaða yvir­gangsálopinum (Mynd: Polfoto) Útlendsku fer­ðafólkini er­u væl nøgd við umstøður­nar­ í Reykjavík (Mynd: Mor­gunblaðið) Aðalfundur Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í mars mánaða 2009. Nærri verður lýst seinni. Nevndarval Til tess, at virknir limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. desember 2008. Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum. Formansval Á komandi aðalfundi verður formansval á skránni. Uppskot til formansvalevni skulu vera nevndini í hendi áðrenn 15. desember 2008. Nevndin Tvingsilssøla Eftir áheitan frá Páll Nielsen, advokati Skansavegur 1, 100 Tórshavn, tlf. nr. 312171 (j.nr. 12/2008) vegna Spf Christiansen í konkurs, verður fiski­ skipið M/S Einar á Brúnni, kenningsbók­ stavar XPMY, havna­ kenningsmer FD 825, seldur á tvingsilssølu á Dómaraskrivstovuni, Undir Glaðsheyggi 14, Tórshavn týsdagin, tann 13.01.2009, kl. 10.00. Fyrireikandi tvingsils­ sølufundur verður hild­ in á Dómaraskrivstov­ uni, Undir Glaðsheyggi 14, 100 Tórshavn týs­ dagin, tann 16.12.2008, kl. 10.00. Um skipið, sum smíðj­ að er úr eik, kann upp­ lýsast: smíðiár: 1966 smíðistaður: Vestmanna Skipasmiðja BT: 19,7 nT: 5,9 longd m: 13,94 Breidd m: 4,16 Dýpt m: 2,20 Maskina: Mitsubishi (frá 2001) Maskina HK: 325 Skipið hevur veiðiloyvi til før yvir 20 brt. Tvingsilssøluuppgerð og sølutreytir fáast við at venda sær til Páll Nielsen, advokat. Tórshavn, tann 18.11.2008.