Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 230 - 28. november 2008 Útisetalív á donskum Sjálvævisøgan hjá Marionnu Debes Úti á leysum oyggjum er nú týdd til danskt Týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 12 ár gomul flytir Marianna úr Føroyum til Dan­ markar, har hon skal ganga á Maria Mørk kostskúlanum í Hillerød. Harvið byrjar lívið sum útseti og ein støðug ferðing aftur og fram millum Danmark og Føroyar, eins og nógvir føroyingar kenna tað. Tað sermerkta er tó, at Marianna bara er 12 ára gomul, tá hon flytir. Orsøkin er, at báðir hennara eldru beiggjar lesa í Keyp­ mannahavn. Uttan beiggjarnar vil Marianna ikki verða eftir í barnaheiminum, har hon á ongan hátt kennir seg trygga. Upp um tað persónliga Bókin, sum á donskum hevur fingið heitið Der hvor øerne giver slip, byggir á minnir og hendingar, ið onnur børn eins væl kundu havt upplivað. Í so máta roynir bókin at lyfta seg upp um tað persónliga. Eisini tá sjónarhornið verður flutt til mammuna, pápan ella onnur í familjuni. Hóast Marianna trívist væl í Danmark, hvørvir longsulin eftir barndómslandinum ongantíð. Á tann hátt kann heitið á bókini Der hvor øerne giver slip fatast sum bæði ein frígering og benda á longsul og ótryggleika. Sum Guðrun Gaard, ummælari, hevur víst á, kann heitið eisini tulkast sum, at høvundurin nú er vorðin ein eygleiðari, sum stendur og hyggur at, hvussu leikur fer. Sum árini millum barndómin og nútíðina eru liðin, hevur unga kvinnan ment vaksna tilvitið, sum skal til, fyri at tulka tað, sum hendir barninum. Tað er Marianna Debes sjálv, sum hevur týtt bókina til danskt. Forlagið Arvids gevur út. Heitið á bókini ”Der hvor øerne giver slip” kann bæði fatast sum ein frígering frá heimlandinum ella benda á ein nýggjan ræðandi ótryggleika Minnisrit um KJ Hydraulik Í sambandi við at 30 ár eru síðani virkið KJ Hydraulik varð sett á stovn, hevur Lillian í Lambanum skrivað minnisrit um virkið og stovnaran Kára Johannesen. Minnisritið, ið hevur heitið „Hugur og hegni“, er skipað í tíðarrøð, har fyrri parturin er ein lýsing av lívinum hjá Kára Johannesen, sum doyði bert 52 ára gamal. Seinni parturin av bókini lýsir virkið KJ Hydraulik, sum í fleiri mátar var lívsverkið hjá Kára Johannesen. Bókin verður løgd fram í dag klokkan 14 í niðaru lon hjá KJ Hydraulik á Kambsdali Skakandi tilburðir Í triðju bókini Skakandi tilburðir eru 13 frásagnir frá álvar­ somum hendingum. Frásagnirnar eru lýstar við litmyndum og tekningum, soleiðis at lesarin kann liva seg inn í søguna. Søgur eru millum annað um skúvoying sum lá óvanliga leingi á botninum í svimjihyli og bleiv kendur allan læknaheimin; frásøgn um Sigmund Andreassen sum bleiv hildin fangi á oynni Réunion í 9 mánaðir; svínoying, sum fekk 380 volt ígjøgnum seg, smádrong úr Miðvági sum bjargaði restina av familjuni úr brennandi húsum og aðrar skelkandi hendingar. Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur út Skakandi tilburðir Nýggja Fróðskap­arritið kemur víða um í sjey hugvísundaligum og tveimum náttúruvísunda­ ligum greinum ÚTgáva Aftur í ár hevur Majbritt Pauladóttir eina grein, ið nevnist Skiftismæli í føroysk­ um? Hetta er forvitnislig grein, ið byggir á master­ útbúgving hennara. Hjalmar P. Pedersen hevur skrivað fleiri nýskapandi ástøðiligar greinar um mál í Fróðskaparrit, og hesaferð snýr greinin seg um Lánistig­ an og danskt í føroyskum. Í bók 56 hevur Eivind Weyhe tvær greinir, ið um­ røða staðarnøvn. Hvat er rætta navnið: Akrar ella Agr­ ar? Og Skúvanes, Skúvisnøs, Nøsin ella Vesturi í Nøs? Prestar og kvæði Trý kvæði eftir Jens Hendr­ ik Djurhuus verða greinað av Maluni Marnersdóttir. Talan er um kvæðini: ”Eir­ ikur og Rollur”, ”Rodmunds kvæði” og Gøtuskeggjar”, ið verða lýst í einum søgu­ ligum ljósi. Povl Skårup hevur hesa­ ferð skrivað um Christen Djurhuus’ færøske præstetal (1759), ið siga frá prestum í teimum sjey prestugjøldun­ um við støði í tilfari hjá rektaranum við latínskúlan í Havn. Eisini inniheldur greinin nøkur prestuvísar. Pappírsbátur í ringum sjógvi er áhugaverd grein, ið Bergur Rønne Moberg hevur skrivað um hetero­ topia í skaldsøguni Barbara hjá Jørgen­Frantz Jacobsen. Kombikk og Eiði-2 Ein verkætlan um kombikk varð gjørd árini 2002­04, og í hesum sambandi kemur greinin Sníkar í føroyskum kombikki, Gasterosteus acu­ leatus L, ið Dánjal Petur Højgaard, Petur Steingrund and Glenn Bristow hava skrivað. Náttúrugripasavnið hevur kannað Útnyrðingseysturoy í sambandi við Eiði­2­ætl­ anini hjá SEV. Greinin Út­ breiðsla av svartaklukkum (Coleoptera, Carabidae) í Útnyrðingseysturoy og hvussu ávirkast hon av avveiting, skrivað av Willi­ am Simonsen, Anna Maria Fossaa, Erla Olsen og Jana Mikkelsen, er eitt úrslit av hesum arbeiði. Yvirlit og ritstjórn Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktara­ heiti í 2007 (Nýtt innan vís­ indi í 2007). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar inn­ an­ og uttanlands hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum slag um føroysk við­ urskifti í 2007 (Vísinda­ ritverk 2007). Fróðskaparrit hevur síðan 2006 havt Firouz Gaini sum ritstjóra saman við Dorete Bloch, ið hevur ritstjórnað síðan 1994. Firouz Gaini tekur sær av hugvísindum og Dorete Bloch av náttúru­ vísindum. Fróðskaparrit verður útgiv­ ið av forlagnum Fróðskapi, Faroe University Press. -ave- Nordatlantens ansigter er heitið á nýggjari bók frá NORA, har fýra journalistar skriva sína p­ersónligu frásøgn frá teimum fýra limalondunum í Norrøna Atlants­ samstarvinum ÚTgáva Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Teir fýra journalistarnir hava allir verið gestir í land­ inum, sum teir hava vitjað. Sum ferðandi frá einum av hinum londunum í NORA­ økinum, hava teir ikki bara eygleitt tað, sum er fremmant og annarleiðis, tað eksotiska. Tey hava eisini hugt eftir og lagt merki til tað, sum er felags fyri londini, tað sum ger at Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi eru ein felags región. Persónligar frásagnir Úr Føroyum er útvarps­ maðurin Høgni Djurhuus farin á ferð til Noregs, hann hevur á sín egna sermerkta hátt skrivað um lívið í Norðurnoregi. Íslendska Bjørg Eva Erlendsdóttir hevur verið í Føroyum, norski Magne Kveseth í Grønlandi og grønlendska Mariia Simonsen hevur verið í Íslandi. Nordatlantens ansigter leitar ikki eftir norðuratlant­ isku sálini ella eftir kjarnuni í samleikanum í økinum. Frá byrjan hava journalist­ arnir havt frælsi sjálvir at velja fólk at tosa við og skriva tekstin á sín egna persónliga hátt. Ein región Uppgávan hjá NORA er millum annað at styrkja samstarvið millum Grøn­ land, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi um felags avbjóðingar. Víðsjónin í samstarvinum er, at tey fýra londini til­ samans eru ein región, tí tey hava nógv felags viður­ skifti og fleiri felags avbjóðingar. Til dømis, tá ið hugsað verður um arbeiðs­ og lívsviðurskifti í norðuratlantisku strandar­ samfeløgunum, gagnnýtslu av havtilfeinginum og náttúruviðurskiftini, sum á so mangan hátt eru eins. Tað eru ikki bara felags politisk og fíggjarliga áhugamál, sum skapa eina región.. Ein región eru eisini tey fólk, sum búgva og liva har. Ein región er eisini mentan, sjálvsfatan og hugsanir hjá teimum sum búleikast í økinum. Við nýggju bókini vónar NORA, at lesararnir, sum fara við á ferð saman við journalistunum, eisini hugsa um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi sum eina región – teirra región. Nordatlantens ansigter er 150 blaðsíður og fæst í bókasølunum Journalistar á ferð í NORA- økinum Fjøltáttað Fróðskaparrit Nýggja Fróðskaparritið er nummar 56 í røðini Í bókini „Nordatlantens ansiger“ prátar íslendskur journalistur