fríggjadagur 28. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 228 • 28. november 2008
Kristna trúgvin hevur
stóran týdning í týska
fótbóltsfelagnum Schalke
04. Herfyri varð felagið
heiðrað fyri arbeiðið sítt at
breiða út kristnu trúnna
Fótbóltur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gelsenkirchen, Týskland: Í
Schalke 04 hava tey havt stóra
eydnu við hesi serstøku bíbliuni,
sum felagið gav út herfyri.
Fyrsta upplagið uppá 5000
eintøk er longu við at vera útselt,
men felagið er eisini heiðrað við
miðlaprísinum “Gylta Kumpassin”
fyri arbeiðið sítt at breiða út
kristnu trúnna, skrivar danska
blaðið Kristeligt Dagblad.
Kristni miðlafelagsskapurin KEP
letur á hvørjum ári 55.000 krónur
til persónar ella felagsskapir sum
samsýning fyri góðar frásagnir
um kirkju og kristnu trúnna í fjøl
miðlunum.
Forsetin í Schalke 04, Josef
Schnusenberg, venjarin Andreas
Müller og brasiliski fótbólts
leikarin Marcelo Bordon vóru til
staðar við heiðursløtuna.
Við hesi bíbliuni ynskja vit
at bera fram ein vitnisburð um
trúgv okkara fyri stuðlum okkara,
samstundis sum vit takka Gudi,
sigur Marcelo Bordon.
Hann vónar, at boðskapurin
í bíbliuni ikki fer at enda á
eini hill undir liðini á øðrum
áskoðaralutum, men at hann fer
beint inn í hjørtuni á fólki.
Lat upp hjartað
Nýggja Schalke 04bíblian
hevur búmerkið hjá felagnum á
forsíðuni og hevur annars teir blá
hvítu litirnar hjá felagnum.
Eins og aðrar bíbliur
hevur henda bæði Gamla
Testamentið og Nýggja
Testamentið, umframt eitt serligt
ískoyti har spælarar, forsetin
og venjarin siga frá sínum
viðurskiftum við Gud.
Marcelo Bordon greiðir eisini í
greiðum orðum frá, hvat kristna
trúgvin hevur at siga fyri hann.
Eg havi latið hjartað mítt upp
fyri Jesusi, og eg fái nýggja megi
frá Gudi hvønn einasta dag. Eg
fann fyrst trúnna á Gud, tá eg var
í eini truplari lívsstøðu.
Men nú eri eg glaður um, at
eg kann geva trúnna víðari til
míni børn, skrivar hann í Schalke
bíbliuni.
Henda fótbóltsbíblian er tann
fyrsta av slíkum slagi í Týsklandi.
Men í fjør var felagið út ein bók,
har fleiri av spælarunum søgdu
frá trúgv síni. Bókin varð prentað
í 50.000 eintøkum og útseld stutt
eftir.
Tað er komið væl á leið at
tilrættisleggja nýggju
útgávuna av Songbók
Guds Fólks. Sangbókin
verður væl størri enn
tann, ið nú verður nýtt í
føroysku
brøðrasamkomunum
Sangbók
Snorri Brend
Fyrsta stóra sangsavnið av
andaligum sangum undir hesum
navni kom út í 1952.
Í 1976 altso 24 ár seinni
kom onnur útgávan, sum var eitt
sindur størri enn hin fyrra.
Nú eru 32 ár liðin, síðani
seinasta útgávan av Songbók
Guds Fólks kom út. Nógvir
sálmar og sangir eru komnir
aftrat síðani tá, og sum verða
nýttir í samkomunum, verður
sagt.
Tað skilst, at nýggja útgávan
fer at telja umleið 2000 sangir,
so talan er um eina rættiliga
stóra sangbók.
Nýggja sangbókin kemur út í
næstum.
Songbók Guds Fólks
kemur útaftur
Nú fáa fólk í Brøðrasamkomunum
fleiri sangir at brúka til tiltøk teirra
Mynd: evr.fo
Schalke 04 gevur
út fótbóltsbíbliu
- Vit vóna, at boðskapurin fer at tala til allar áskoðarar okkara, sigur Schalke 04-leikarin, Marcelo Bordon
Nýggja fótbóltsbíblian hjá Schalke
04 er vælumtókt, og er longu við at
vera útseld