Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2008 15 Ísland er á veg inn í Europasamveldið, og landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum ger onki fyri at fyrireika Føroyar til kreppustøð­ una, har ein av okkara sterkastu kappingarneyt­ um stendur innan fyri ES, og Føroyar standa uttanfyri. Passiviteturin kann um stutta tíð fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív  EFTA-sinnaði landsstýris- maðurin í uttanlandsmálum  spælir í hesum døgum eitt  vandamikið spæl. Hetta kom týðiliga til  sjóndar í einum innslagi í  Degi og Viku í gjár. Tá sóu vit, hvussu lætt- liga og ábyrgdarleyst, hann  fer um ES-spurningin, ið  er ein hin mest átrokandi  spurningurin í føroyskum  politikki í dag.   Kann ikki takast fyri fult Í innslagnum kom fram, at  landsstýrismaðurin nú metir,  at Føroyar eru komnar tætt- ari einari avtalu við ES um  tey fýra frælsini: frían flutn- ing av vørum, tænastum,  kapitali og arbeiðsmegi. Orsøkin til niðurstøðuna  hjá landsstýrismanninum  er, at nú eru tríggjar vørur  komnar afturat upp á listan  yvir vørur, sum kunnu  flytast tollfrítt inn á ES- marknaðin. Vørurnar eru  turkaður og saltaður upsi,  krabbi og kúvingur. Ein og hvør man duga at  síggja, at hvørki nøkur  tons av krabba, kúvingi  ella upsa – turkaður ella  saltaður – flytir Føroyar  nærri teimum fýra  frælsunum í ES. Sjónarmiðið er burturvið. Sama kann sigast um  útsøgnina, har landsstýris- maðurin fyri opnari mikro- fon sigur, at Føroyar kunnu  vænta sær "bara at fáa tað  søta" burtur úr einari sam- ráðing við ES um áður- nevndu fýra frælsini. Illa ber til at taka lands- stýrismannin fyri fult. At  maðurin kemur við slíkum  sjónarmiðum ber boð um,  at hann neyvan er álvars- ligu uppgávu sína vaksin.   Politiski veruleikin yvir­ hálar landsstýrismannin Tað liggur langt frá mær at  pástanda, at landsstýris- maðurin sigur ósatt um  europapolitisku viðurskifti  Føroya. Hinvegin bendir  okkurt á, at Jørgen Nicla- sen villeiðir almenningin  og uppfinnur tann veru- leikan, hann hevur so  harðliga brúk fyri. Flestu munnu síggja, at  Føroyar stevna beint móti  einari Europapolitiskari  kreppu.  Ísland er ein av okkara  størstu kappingarneytum,  og landið er á veg inn í ES.  Altjóða fíggjarkreppan  herjar grannan fyri norðan,  og við ES-limaskapi fær  landið evruna sum gjald- oyra – men eisini atgongd  til tey fýra frælsini, ið  Jørgen Niclasen billar fólki  inn, at hann nú er um at  fáa fatur á. Meiningakanningar  millum íslendingar vísa, at  ES-rákið er sterkt. Onkur  kanning hevur enntá víst,  at ikki minni enn 70 pro- sent av íslendingum vilja  hava ES-limaskap. Hóast landsstýrismaðurin  í uttanlandsmálum roynir  at skava út yvir henda  veruleika, broytir tað ikki  íslendsku opiniónina. Financial Times skrivaði  í grein fyri knappliga 14  døgum síðani, at íslendska  uttanríkisráðið longu hevur  gjørt eitt útkast til, hvussu  Ísland kann søkja um ES- limaskap tíðliga næsta ár.  Keldurnar hjá Financial  Times munnu hava størri trú- virði enn Jørgen Niclasen.   Víðfevndar avleiðingar Objektivu ábendingarnar  vísa sostatt, at Ísland helst  verður limur í ES innan  stutta tíð. Føroyska útflutnings- vinnan, sum í dag er í  trongstøðu, fær ein sera  álvarsligan trupulleika, tá  henda sannlíka støða gerst  veruleiki. Tá sleppur Ísland  inn um ES-garðin, meðan  Føroyar standa uttanfyri.  Tá fáa íslendskar fyritøk- ur fría atgongd til at flyta  allar vørur, tænastur, kapital  og arbeiðsmegi millum ES  og Ísland. Og íslendskar  fyritøkur sleppa frítt at flyta  fisk inn á ES-marknaðin. Við øðrum orðum nærk- ast Føroyar einari støðu,  har vit – ikki ikki bert  innan fiskivinnu men allar  vinnugreinar – missa kapp- ingarførið móti Íslandi.  Hetta er Europapolitiska  kreppan, vit stevna beint  ímóti.   Landsstýrismaður ger onki Tað vanlukkuliga er, at  landsstýrismaðurin í uttan- landsmálum onki ger fyri at  fyrireika Føroyar til kreppu- støðuna, sum kemur, tá  Ísland er innanfyri, og Før- oyar standa uttan fyri ES. Jú forrestin.  Hann ger sær stóran ómak  at gykla fyri føroyingum, at  doyggjandi EFTA- felagsskapurin fer at loysa  okkara trupulleikar. Og hann  stríðist fyri at billa okkum  øllum inn, at nú er hann nær  við at fáa eina avtalu um tey  fýra ES-frælsini. Øll síggja, at neyðugt er  við einum heilt øðrum og  seriøsum arbeiði. Útflutn- ingurin til ES fíggjar ein  stóran part av vælferðini í  Føroyum, og henda væl- ferð kemur í vanda, um  íslendskar fyritøkur fáa  kappingarfyrimunin á ES- marknaðinum. Tí mugu vit  sum skjótast hava greiði á  treytunum fyri, at Føroyar  kunnu gerast partur av  Europasamveldinum. Tíðin rennur undan Jørg- en og EFTA-hvørvisjónini.    løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Dugi ikki at ímynda mær tann veruleika, at dag­ tilhaldini, sum í fleiri ár hava víðkað og fjølgað um lívsinnihaldið hjá okkara góðu pensinon­ istum, nú skulu fara fyri bakka. Minnist heldur ikki nakað ítøkiligt val­ lyfti um at dagtilhaldini skulu latast aftur   Tað kom sum ein hvøkkur,  tá tað frættist í fjølmiðlun- um at dagtilhaldini ikki  longur skulu fáa rúm á  fíggjarlógini. Eingin frá- boðan til brúkararnar.  Eingin fráboðan til leið- ararnar. Eingin fráboðan til  tey sum vara av hesum  borgaratilboði, í flestum  førum, kommunurnar. Játtanin til umsorganar- arbeiði fer til ymisk enda- mál, og eitt av teimum, er  stuðul til dagtilhald til  pensionistar. Mattænasta er  eitt annað, sum ógvuliga  natúrligt kundi verið partur  heimarøktini, og er tað í  veruleikanum. Tí átti mat- tænastan at verið skipað  har hon er, í heimarøktini  og ikki sum partur av um- sorganarjáttanini. Dagtil- haldini eru sjálvstøðugir  stovnar, hvørs innihald er,  at fyribyrgja og møta  trupulleikum hjá eldri  fólkum í góðari tíð, og  harvið at leingja um tíðini í  egnum heimi. Og hendan  skipanin virkar framúr væl.  Vit eru fleiri, sum seinnu  árini hava stríðst fyri at  ment og varðveitt dagtil- haldini í Føroyum. Hóast  ágangurin mangan hevur  verið harður, so hava vit í  felag higartil hildið tørn.  Skal tí eisini her nýta høv- ið at takka serliga Anfinni  Kallsberg, Karsteni Han- sen, Kára P. Højgaard og  Vilhelmi Johannesen fyri  teirra arbeiði fyri júst  hesum lítla, men við- kvæma øki. Kennist eitt  sindur løgið, nú ein ikki  røkkur eftir fíggjarlógini,  og ikki fær vart hesa skip- an, tí hon eigur sín góða  lut í samfelagnum. Nú havi eg sum borgar- stjóri gleðina av at hitta  meginpartin av teimum,  sum vitja í “Hugnanum” á  Sandi, og tað er sjón fyri  søgn, at dugdu vit yngru  eins væl og tey, at tikið  ímóti lívsins viðgongd og  mótgongd, so høvdu vit  góða sigling um lívsins hav.  Fróðari og vónríkari fólk  finst ikki, hóast alt ikki  gongur við, allar dagar.   Tað skal tí vera mín vón  og áheitan til nýggja  almannamálaráðharran,  Rósu Samuelsen, um ikki  at byrja sína lívsleið sum  landsstýriskvinna, við at  burturbeina dagtilhaldini í  landinum. Er ætlanin hin- vegin at leggja økið út til  kommunurnar, so eigur  hon, sum hon so ofta hevur  ført fram í Kommunufelag- num, at syrgja fyri at játt- anin fylgir við. Alt annað  er at svíkja bæði kommun- urnar og pensionistarnar. Dagtilhaldini – psst vekk! borgarstjóri Páll á REynatúgvu Eitt tað størsta kvæðið og  ein tann mætasta skald- søgan, vit eiga, er júst um  grind og grindadráp. Hesin siður er rótfestur  í okkum øllum og hevur  verið tað í øldir. Tað ger  hann enn tann dag í dag  hjá ungum og gomlum. Eingin ivi er um, at uttan  gávuna úr sjónum hevði  ongin okkara verið her  ídag, og tað ikki bara fiski- num, men so sanniliga  eisini grindini fyri at takka. Eg minnist sum smá- drongur, at eg var farin til  Viðareiðis í summarfrí.  Hetta var stór uppliving  fyri lítla havnardrongin,  har pápin ikki var tann  stóri innløgumaðurin, at  sleppa at spæla í fjøruni,  fiska síl og ikki minst, at  vit sluppu í bát at fiska  høgguslokk. Vit vóru spentur, vin- maðurin og eg, til løtan  kom, at vit skuldu fara  oman á støðna og til  havs. Men hvat, brátt  varð alt skúgvað til viks,  og allar ætlanir broyttar –  tað vóru grindaboð. Vit hoppaðu upp í last- ina á fyrsta bilinum og so  við nógvari ferð til  Hvannasunds. So at siga  hvørt mansbarn fór av- stað, og Viðareiðisbygd  var nærum manntóm. Hetta var eitt tað stør- sta upplivilsið frá mínum  barndómi. Spenningurin,  súsið og tað ókenda, sum  vit øll leita eftir. Nú ein er vorðin eitt  sindur eldri, er spenning- urin líka stórur og størri, tí  nú telur eisini dygdin á  lykkjuni, búffunum og  spikinum, tí er tað nú betur  enn tað hjá grannanum?  Umráðandi er at fáa  gott tvøst og spik, tá ið  skorið verður upp, og  grindin verður býtt. Vit  vita øll, at dygdin á tí, vit  fáa á tallerkin, ikki bara  er gott, um kokkurin er  góður, men úrdrátturin  frá hvalinum skal sanni- liga eisini vera fyrsta  floks. Skal lykkjan liggja  seks, átta ella 12 tímar í  saltpressi? Skula búffanir  liggja í edika- ella mjólk- arlaka, áðrenn stokt verð- ur, ella kanska slett ikki.  Tað er júst hetta, ið ger  tað at gera mat spennandi  og fjølbroytt. Skula búff- anir svimja í sós við nógv- um róma og smakkast til  við nógvum reyðvíni, ella  skal vínið skiftast út við  konjakki og flamberast,  áhh sum tað rennur úr  tonnunum. Hvat er eitt  sveinagildi, ein bygdar- stevna ella ein ólavsøka  uttan tvøst, spik og turran  fisk. At koma inn til tað  stóra kalda borðið í før- oyskum klæðum uttan eitt  fat við angandi royki av  ljósareyðum lakasaltaðum  spiki, nei tað verður ikki,  so leingi eg livi! Grundin til, at eg hug- leiði um hetta er, at eg  hoyri og lesi í miðlunum,  at fólk, ung sum eldri –  og summi enntá klókari  enn vit onnur, siga, at í  mun til alt annað, vit koyr  inn í gákin á okkum, man  grind ikki vera verri enn  nakað annað, hóast  serfrøðingar siga okkurt  annað. Púra samdur.  Hugsi um bomm, sjoku- látu, E211, litevni o.a.. Hví  eru allar tomatirnar líka  stórar og hava sama lit?  Hví eru allar agurkurnar  beinar og ikki bogaðar og í  ymiskari stødd sum alla  aðrastaðni í verðini uttan  her hjá okkum ríku og  óforskammaðu evropear- um? Nei, eg bara spyrji. Hvat var hatta mann las  um í dag, sum onglending- ar eru farnir at selja  “Moe's Bacon Bar” Eitt  stórt sjokulátubar við feit- um frityrustoktum roykt- um “búr” svína bacon  pettum, nei gev mær ein  spikbita! Hvat árin hevur fartele- fonin á heilan við at  brúka hana í 30 ár fýra  tímar um dagin? Mítt  oyra kókar, tá ið eg havi  brúkt telefonina í ein  tíma. Tað følist, sum  strálir fara upp í mín lítla  heila. Men hvat hendir aftaná  43.800 tíma nýtslu – altso  uttan tað at eg má gjalda  Føroya Tele 1.440.000  krónur í telefonrokning?  Nei, eg bara spyrji. Hevði allur matur verið  líka sterilur, verið undir  líka so víðfevndum  eftirliti, verið kannaður  upp og niður 1000 ferðir  sum alt tað, Burger King  selur, so hevði lívið verið  ov keðiligt. Har er eftirlit við  øllum. Ikki er loyvt at  brúka ditt, ikki er loyvt at  brúka datt. Vit hava ikki  loyvi at keypa klútar í  Føroyum, enntá sápan er  ikki nóg góð hjá okkum. Alt skal vera Burger  King Inc góðkent, enntá  gularøturnar koma frá góð- kendum veitara úr Svør- íki. Hví ikki heiman av  Sandi? Tí har standa eftir- litsfólk ikki og hyggja,  meðan tær grógva. Vit muga ongantíð  gloyma at liva, eti fiti,  róma, sukur, nógv og gott  nýbryggjað kaffi, øl,  snaps, konjakk og ikki  minnst gin og tonic. Um vit gera hetta og  hugsa um eitt sindur um  Jesupápa, skal tað nokk  ganga. Lívið er skíti hættisligt,  mann doyr av tí! Grind: Størsti mentanar- og gastronomiski arvur føroyinga Stjóri í Burger King, og ikki minst mat- og lívsnjótari HavgRímuR JoHannEssEn Føroyar stevna móti Europapolitiskari kreppu viðmerkingar