fríggjadagur 28. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti
14
Á Strondum var vanligt at siga
Kolbanagjógv, men haldi meg
minnast, at vit skrivaðu Kolbeina
gjógv. Um vit skuldu kalla bygdina
fyri Kolbeinagjógv, hevði tað
óivað blivið til Kolboynagjógv,
tá strandingar siga oy fyri ei.
Á alnótini finna vit nøvnini
Kolbanagjógv, Kolbanargjógv,
Kolbeinagjógv og Kolbeinargjógv,
so ilt er at meta um, hvat ið er
rættast.
Í Sosialinum 9. september stóð
long og áhugaverd grein, ein
samrøða, ið Snorri Brend hevði
havt við Meinhard Jacobsen, ið
er triðja ættarlið í Kolbanagjógv,
um vit síggja burtur frá Hanusi, ið
kom aftan á sonin Rasmus, sum
var fyrstur.
Í samrøðuni var millum annað
okkurt, ið eg hevði eitt sindur
torført við at skilja. Eg endurgevi
»Vit eru hugað at ogna okkum
hetta økið, har vit kundu havt
stykkjað út fyri eini seks grund
økjum. Eg ivist onga løtu í, at vit
høvdu kunnað selt øll hesi økini«.
Mær vitandi er Kolbanagjógv
hagalendi, ið hoyrir til innan
garðs á Strondum, og at tey, ið
bygt hava, hava fingið byggiloyvi
undir óvanliga lagaligum
treytum. Minnist meg fyrst í
sekstiárinum koma inn á Strend
ur at vitja. Í køkinum sat ungur
maður úr Kolbanagjógv. Hann
sat við køksborðið, hevði fingið
ein drekkamunn frá mammu.
Á køksborðinum lá eitt ark við
nøvnum á. Pápi skrivaði eisini
navn sítt á sama ark. Tá ið hesin
ungi maður var farin av stað
aftur, spurdi eg pápa, hvat hann
vildi. Pápi svaraði, at hann skuldi
hava loyvið frá hagapartaeigarun
um til at byggja sær eini hús í
Kolbanagjógv. Eg minnist, at eg
undraðist stórliga. Vit høvdu júst
keypt grundstykki undir Varða í
Tórshavn, tað kostaði 47 kr. pr.
kvadratmetur, ið var tað sama
sum kostnaðurin av handknýttum
persiskum teppum um sama
mundi.
Meinhard Jacobsen sigur
rættiliga týðiliga frá misnøgd síni
við rættini, ið hann sigur liggur
teimum til fortreð. Frá hesi somu
rætt havi eg nógv og góð minnir.
Gentur gingu ikki á fjall, men vit
vóru sendar norður við drekka og
til at hjálpa við at fáa ullina av, so
skjótt vit vóru nóg stórar til tess.
Á Strondum er kenning, so hvør
tekur sær av egnu seyðum sínum.
Eg minnist menn skemtast, men
so sanniliga eisini skeldast. Teir
vóru móðir og heitir og fjúsið var
stutt. Har vóru sannleikarnir ikki
innpakkaðir. Um rættin nú skal
flytast ella ikki, er møguliga ein
spurningur um, hvør tað er, ið skal
flyta rættina, gera eina nýggja,
finna stað og umhvørvi, har pláss
er fyri rættini og bilunum?
Nú Rasmus hevur fingið ein
minnisvarða úr steini, vildi eg
fegin kunna sett nøkur fá orð
saman um Elina og Hanus,
foreldrini hjá Rasmusi.
Aftaná at eg hevði lisið
greinina, runnu minnir fram
fyri meg í hópatali. Fyrst er at
siga, at eg altíð havi kent tað,
sum vóru vit í familju við tey í
Kolbanagjógv. Hetta kemst uttan
iva av tí, at pápi mín, Berthel
Johansen, vanliga nevndur Bartal
í Kass, vaks upp hjá ommu og
abba sínum, Annu og Berthel
Gjerdum uppi í Króki, har Elin var
arbeiðsgenta og Hanus húskallur.
Elin og Hanus settu búgv
í Tróndagerði. Um Elin hevði
havt skrivað dagbók, høvdu vit
neyvan kunnað lisið nógv um
frídgar og feriu. Elin og Hanus
fingu 12 børn. Fyrstu børnini vóru
tvíburðar Sunniva og Rasmus.
Genturnar vóru átta í tali.
Sunniva, Anna, Dorthea, Ragna,
Sanna, Mathilda, Lena og Alborg.
Dreingirnir vóru Rasmus, Jakku,
Hans og Elias. Tá ið tey fluttu
yvir í Kolbanagjógv, vóru tey
flestu børnini flutt heimanífrá.
Dorthea setti búgv á Strondum,
somuleiðis gjørdu Sanna, Hans
og Elias, tey trý settu búgv aftur
í Tróndagerði. Jakku setti búgv í
Kolbanagjógv.
Sjálv minnist eg væl, tá ið
Hanus og Elin búðu á Strondum,
í Tróndagerði. Petra á Høvdanum,
ið var fleiri ár eldri enn eg, bað
meg tíðum koma við sær ymsa
staðir, tá ið hon fór at vitja fólk,
soleiðis minnist eg okkum vera í
Tróndagerði ein sunnudag, tá havi
eg verið eini 5 ára gomul.
Tá ið Rasmus var fluttur
til Kolabanagjógv 1933, tók
Hanus niður húsini, sum stóðu í
Tróndagerði og flutti tey norður
í Kolbanagjógv. Mær er sagt, at
tey fluttu inn í aftur húsini í 1934?
Eg minnist, sum var tað í dag,
at Petra bað meg, ein seinrapart
sunnudag, koma við sær yvir í
Kolbanagjógv at vitja. Eg minnist
hvussu blíð Elin var, hon gav
okkum drekkamunn og jólakaku.
Men tað, sum eg serliga minnist,
er, at vit settu okkum á ein
hellustein niðri í fjørðuni. Sólin
skein av tí fagrasta. Fyri mær vísti
sólin seg at skína heilt øðrvísi í
Kolbanagjógv enn á Strondum. Tá
fekk eg at vita, at hetta komst av,
at tey høvdu vesturskin.
At Hanus og Elin fluttir yvir í
Kolbanagjógv kom at verða ein
ómetalig hjálp fyri Rasmus og
børnini hjá honum. Rasmus var
tvær ferðir giftur. Konurnar vóru
systrar av Oyri. Rasmus var fyri
tí óvanligu vanlagnu, at báðar
konurnar doyðu frá nýføddu
børnunum. Í fyrru giftu fekk
Rasmus sonin Elsebert og í seinru
giftu dóttrina Samulinu. Seinru
ferðina vóru tað tvíburðar, men
drongurin doyði.
Umframt alt tað ómetaliga
arbeiði, ið hvíldi á Elini, hevði
hon ymiskar listarligar gávur,
sum komu til sjóndar av og á,
sum tildømis at seyma bótaseym,
seyma skúlataskur úr hessian
posum, seyma prýðisseym og
bókstavir á, og so eisini at binda
kransar úr berjalyngi. Eg minnist,
tá ið vit høvdu fingið urtagarð,
tá kom ein ommusonur og spurdi
fyri ommuna, um hon kundi fingið
nakrar blómur til at prýða ein
krans við, og tað fekk hon.
Hanus og Rasmus komu av
og á inn í Kass. Mamma hevði
ógvuliga lætt við at seta ketilin út
á. Og meðan drekka varð drukk
ið, varð prátað um ymist. Eitt
stuttligt minni eigi eg um Hanus,
hann skuldi gera eitthvørt arbeiði
niðri í Heygstøð. Seinnapartin
bað mamma meg fara oman við
einum drekkamunni. Mamma
hevði júst kókað syltetoy, so eg
hevði eitt lítið ílæt við. Tá spyr
Hanus meg. Sig mær Nicolina,
hevur mamma tín kókað hetta
syltutoyið? Ja svaraði eg. Tá
segði Hanus: »Nei, nei, hvat ið
Sanna kann lava«. Hetta gjørdist
eitt nógv nýtt orðatak, tá ið onkur
hevði gjørt eitthvørt, ið eydnaðist
væl.
Tað, sum eyðmerkti tey í
Kolbanagjógv, var trúfesti. So
at siga hvønn sunnudag sótu
tey í innasta beinki til høgru í
Sjóvarkirkju. Tað var langt at
ganga úr Kolbanagjógv og heim
til Sjóvar. Tá var eingin vegur
og illtungt at ganga. Eg minnist
meg fylgjast við Elini oman frá
Selvildi, hon var tá so niðurboygd,
at eg var bangin fyri, at hon kundi
fara framm eftir rommum, men
einki bilti. Judit systur, ið hevur
búð í Danmark í 38 ár, hevur júst
verið heima á vitjan. Tá eg spurdi
hana, hvussu túrurin hevði verið,
svaraði hon, at hann hevði verið
sera góður, men tað vóru tvey
ting, ið hon saknaði, og tað var
gongutúrin sunnudag heim í kirkju
og tey í Kolbanagjógv á innasta
beinki.
Í 1956 arbeiddi eg í Kassa
handlinum niðri í Heygstøð, tá var
Lias hjálparmaður. Vit arbeiddu
væl saman. Har seldu vit bæði
kol og annað, sum skuldi koyrast
út. Lias koyrdi bilin og gjørdi
annað fyrifallandi arbeiði. Tá
í tíðini var alt í leysari vekt og
skuldi vigast, so tað var nokk at
gera. Eg minnist ommusynirnar
úr Kolbanagjógv koma at keypa
fyri ommuna. 1/2 pund av kaffi
og 3/4 pund av the. Tað var einki
oyðslarí tá í tíðini. Eitt, sum eg
serliga minnist, er, at teir altíð
høvdu reiðan pening.
Einaferð, eg ringdi inn til
mammu, mamma var tá yvir
90 ára gomul, segði hon mær,
at Hans Sofus hevði verið og
vitja hana og legði hon afturat:
»Altíð hava tey verið líka trúføst í
Kolbanagjógv«.
Enn eitt prógv um trúfesti
ímóti føroyskari siðvenju.
Páskaleygardag 1956 var
eg stødd niðri í handlinum í
Heygstøð. Eg giti, at klokkan
hevur verið um 5tíðina. Tá sá
eg Lias fara knuggandi niðan á
Dávagerðið. Í hondunum hevði
hann haka og spann. Mótbrekka
var allan vegin. Ikki meira enn
niðan komin, illa nokk sett hakan
í, hoyrdist kirkjuklokkan í Glyvra
kirkju ringja páskini inn. Um Lias
hevði gloymt klokkuna, ella at tað
var páskaaftan, veit eg ikki, men
fyri honum var tað óhugsandi
at bróta gamlan halgisið. Hann
tók haka og spann og fór til
húsa aftur. Ongun nýtist at ivast,
um hann mundi fara í kirkju
páskadag. Hann sat í sínum fasta
plássi í innasta stóli til høgru.
Nú er tíðin á Strondum so langt
fráliðin, at eg má syngja ein og
Jens Eli: »Nú er alt bara minnir«.
Nic. J. Beder. Á Strondum nevnd
Nicolina í Kass
Niðursetufólk í Kolbanagjógv
Undirritaða vísir systirsoninum, hvussu hann skal taka ullina av
Hugleiðingar
Nicolina Jensen
Beder