Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 230 - 28. november 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Grindamentan og gransking Hóast áhugin fyri matvørum við atliti at fólkaheilsuni er støðugt vaksandi um allan heimin, gerast fólk sjúk og doyggja av matvørum, sum tey hava keypt í góðari trúgv. Vit eiga tí ikki at ilskast um, at landslæknin nú alment mælir fólki frá at eta grind. Hann hevur ongan møguleika. Hann hevur jú fult álit á teirri gransking, sum nú hevur elvt til, at hann mælir føroyingum frá at eta grind. Talan er um granskingarúrslit, sum eru almannakunngjørd í eini røð av greinum í høgtmettum vísindaligum tíðarritum í heiminum. Tilmæli landslæknans hevur fingið blandaða móttøku á løgtingi. Ivasamt er, um grundgevingarnar eru eins sakligar og tilmæli landslæknans. Vit hava ikki brúk fyri granskarum, sum mæla okkum frá at eta grind, verður sagt. Spurnartekin verður sett við ta gransking, sum myndar støðið undir tilmælinum. Ásannast skal samstundis, at tað vóru tingmenn, ið mæltu til at taka hetta mál í stórum álvara. Tað tykist eitt sindur løgið, at tingmenn og ávísir viðmerkjarar gerast illir av grindatilmælinum. Vit áttu helst at ilskast inn á embætismannin, um hann var lagstur á ófrættaboðini og sostatt hevði vanrøkt sína sjálvsøgdu embætisskyldu. Vanligt vit og skil skuldi tilsagt okkum, at ein embætismaður, sum kemur eftir, at ein matvøra er skaðilig, hevur skyldu at boða frá hesum. Vit áttu sosatt at tikið hetta sum nakað sjálvsagt og áttu at fegnast um, at vit verða ávarað í tøkum tíma, so vit fáa tikið okkara neyðugu varsemisráð. Men vit skulu fegin ásanna, at vit væl duga at skilja tey, sum eru vónbrotin og hørm av tilmælinum. Vit kunnu øll skjótt vera samd um, at hetta er harmiligt og spell fyri okkara aldargomlu mentan. Flestøllum dámar væl grind – tvøst og spik eru bæði gerandis- og høgtíðsmatur í Føroyum í dag. Sostatt er tað kanska ikki so løgið, at andsvarið til tilmæli landslæknans er kensluborið og eyðkent av vreiði. Men eiga vit ikki heldur at venda vreiði okkara móti teimum eirindaleysu ídnaðarlondum, sum nú í eina ølda hava latið eitur og skaðilig kemikaliu út í heimshøvini, hóast tað væl hevði borið til at forða hesum útlátum? Tøknin hevur alla tíðina verið har – tað er viljin, sum hevur trotið! Latum okkum minna á, at vit áður í Føroyum hava havt lívshættisliga sótt, elvda av veiðimentan okkara. Tá hervilig og árlig afturvendandi sótt í síni tíð á hvørjum heysti kostaði nógvum føroyingum, serstakliga kvinnum, lívið, og orsøkin, nátasjúkan, langt um leingi varð staðfest, himpraðust myndug- leikarnir ikki, men stettu forboð fyri veiði av náta- ungum til hyggjaráð vórðu funnin, ið minkaðu um heilsuvandan við hesi veiðu. Tað er við m.a. hesum í huga, vit skulu meta um og fyrihalda okkum til grindatilmælið. Vit eiga sjálv at taka ábyrgdina, vit eiga at vera varin, men tað er hinvegin einki forgjørt í at fáa grindarannsóknirnar eftirkannaðar av óheftum stovni uttanlanda. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Fosturtøka (3. partur) Til tey, sum hava lisið undanfarnu greinirnar hjá mær um fosturtøku, vil eg enn einaferð siga, at tað var ongantíð ætlanin at koma við einum svari ella loysn til tey, sum ivast í, hvat rætta avgerðin er viðvíkj­ andi fosturtøku. Tað má vera upp til hvønn einstaka persón. Eg veit ikki hvat er rætt ella skeivt ­ tað, sum er rætt fyri onkran kann vera skeivt fyri onkran annan ­ tó er tað í hesum føri rætt at hugsa seg væl um; tískil kemur eingin niðurstøða um, hvørt fosturtøka er ein røtt ella skeiv avgerð; men kritiskir spurningar mugu setast til summar orsøkir at fremja fosturtøku. Tað er mín kroppur Eitt, sum ein mangan hoyr­ ir eina kvinnu siga, ið fær ymisk ráð viðvíkjandi fosturtøku, er, at tað snýr seg um hennara kropp og er tískil bert hennara avgerð. Til hesa fatan vil eg siga, at tað ikki bert snýr seg um hennara kropp; tað snýr seg eisini um ein annan kropp, sum er í hennara lívmóðir. Og skal tað snúgva seg um kroppar, snýr tað seg um henda lítla kropp fyrst av øllum ­ tað er hóast alt lív og deyð, tað snýr seg um, hjá hesum kroppi. Hesin kroppur er samansettur av tveimum menniskjum og er tískil ikki einans ognin hjá mammuni ­ tíðansheld­ ur ikki bert ábyrgdin hjá mammuni at taka støðu til. Hjá teimum allarflestu, sum velja fosturtøku í dag, er samlegan, ið hevur orsaka graviditetin, tilætla. Tað er bert graviditeturin sjálvur, sum er eitt óhapp; og har er als eingin umber­ ing fyri slík óhapp við teirri upplýsing og fyri­ byrgjandi møguleikum, sum vit hava í dag. Um tú handlar ábyrgdarleyst, vilt tú so loysa trupuleikan, sum stendst av hesum, við meira ábyrgdarloysi? Tá tú flýggjar frá tíni ábyrgd, endar tú ofta í eini støðu, tær ikki dámar at vera í. At velja ein óynskiligan útveg av neyð er nakað heilt annað. Hetta duga øll fólk innast inni at meta um. Spurningurin er bert hvat fólk velja at gera, eftir meting av støðuni. Nær fær barnið sál? Hetta er ein áhugaverdur og trupul spurningur. At menn­ iskjan hevur sál er ein global fatan og ikki bert ein kristin fatan. Tað ger hendan spurn­ ing enn meira viðkomandi. Av tí at flest fólk í Føroyum eru trúgvandi á ein ella annan hátt, tó mest kristin, má ein spurningur um fostur­ tøku vera hesin: nær fær barnið sál? Fatanin og trúgvin er, at sálin er andalig og tískil ikki likamlig. Tað, ið menn­ iskjan er før fyri, er at seta eina prosess í gongd, har eggið hjá kvinnuni verður gitið av sáðnum hjá mann­ inum. Hetta er tó bert ein likamlig og kemisk prosess ­ hvar kemur andaliga sálin so frá? At nakað likamligt kemur burtur úr nøkrum likaligum gevur meining, og tað kann mátast, vigast og greiðast frá. Men hvussu kann nakað andaligt (ein sál), sum ikki er úr likam­ ligum tilfari, koma burtur úr nøkrum likamligum? Eins og fatanin hjá Sokrates um sálina í bókini Faidon (Phaedo á enskum) hjá Platon, hevur fatanin hjá mongum verið, at sálin kemur aðrastaðni frá, nevni­ liga tí, at tað andaliga ikki kann koma av tí likamliga. Nógv ­ møguliga flest ­ fólk í Føroyum meina, at sálin kemur frá Gudi (Um sálin veruliga kemur frá Gudi er óviðkomandi, um trúgvandi fólk trúgva hes­ um; tí vit kunnu avlíkavæl ikki prógva Guds tilveru. Tá tosa verður um nakað, sum ikki kann prógvast, mugu vit taka nøkur ting fyri givið ­ í hesum føri Gud og sál ­ ella gevast við slíkum tankavirksemi; men meirilutin er trúgvandi og meirilutin ræður, so eg haldi á fram). Um Gud gevur barninum sál, hví skuldi sálin so ikki komið í barnið beint eftir ella sam­ stundis sum gitingin? Um hetta er so (tað kann jú ikki prógvast, at tað ikki er so, og má tí takast við í met­ ingini), hava vit stórar etiskar og átrúnaðarligar trupuleikar og mótsetning­ ar, tá vit siga, at barnið ikki er ein menniskja fyrr enn eftir 12. viku (ella nær tað er) ­ kroppurin er jú ikki so týðandi, av tí at hann er stuttvarandi, meðan sálin er ævig. Um barnið hevur sál beinan­ vegin, er tað tá ikki ein ótýðandi smálutur, at tað ikki líkist eini menniskju tíðliga í móðurlívinum? Um vit beina fyri einum fostri, sum hevur sál, ið tað hevur fingið frá Gudi sjálvum, hvat hendir so? Hetta eigur eisini at vera gjølla umhugsað ­ og ikki bert hentlig og maklig pratisk viðurskifti um persónligt frælsi. Til møgulig foreldur Tað, sum eg vil við hesi greinarøð, er at virka fyri, at fólk, serstakliga gravidu kvinnurnar, nýta eina skilagóða tilgongd til sína avgerð um fosturtøku, har fyrilit heldur enn líkasæla, og umhugsni heldur enn fávitska, ræður. Tosið reiðiliga um fosturtøku við tykkara lækna og tykkara nærmastu. Tað eru nevni­ liga nógv dømi og nógv syrgilig prógv um, at eftir fosturtøkuna eru fleiri harmilig árin ­ bæði likamlig og sálarlig. Minnist til: eitt barn nýtist ikki at verða ein forðing fyri persónligum frælsi, møguleikan til útbúgving o.t., men tað krevur eina umlegging av vanum og eina øðrvísi tilgongd til útbúgving og hvat tað nú einaferð er, sum ein ætlar sær við lívinum ­ tað er hóast alt eisini stuttligt og gevur nýtt og øðrvísi lívsinnihald at hava eitt barn. Og lat meg leggja afturat: ein kensla sær dagsins ljós, eins og barnið, fyri fyrstu ferð, ta løtuna barnið kemur í verðina. Henda kensla verður fødd sam­ stundis sum barnið, og henda kensla kann bert fáa lív, tá vit gerast foreldur; og tí eru tað nøkur ting, sum foreldur, og bert for­ eldur, kunnu skilja og kenna (føla). Hvussu nógv dømir eru ikki um mamm­ ur/foreldur, sum hava ætla at ættleitt sítt barn til eina aðra familju, men hava síðan angra hesa avgerð, tí ein kensla, foreldrini ikki visti av, kom í tey, tá barn­ ið varð føtt? Henda kensla er samstundis ein partur av tí týdningarmiklastu og mest sermerktu menningini hjá menniskjum í tí vaksna lívinum. Hetta gevur okk­ um neyðugar kensluligar førleikar og styrki til at taka skilagóðar avgerðir í samfelagnum, við fyriliti fyri og ábyrgd av okkara grannabørnum eins væl og okkara egnu eftirkomarum. At enda...áðrenn tit taka støðu til fosturtøku, gerið tykkum ta tænastu, at rann­ saka tykkara samvitsku eins væl og tykkara um­ støður og útlit, hóast tað ikki er lætt ­ men lætti veg­ urin er sjálda rætti vegurin. Og at enda... DÁvID ISFELD