fríggjadagur 28. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti 13
leysa, ja næstan vakra navnið
„ríkiskrystallnáttin“. Heitið
„Ríkiskrystallnáttin“ skuldi geva
spontanu fólkavreiðini skuldina
fyri oyðileggingina.
Mismunirnir ímóti
jødunum
Mong hildu Ræðunáttinna tann
09.11 vera hæddarpunktið innan
atsóknir og jødajagstrannina, men
so var ikki. Ríkiskrystallnáttin var
bert byrjanin til ræðuleikarnar
fyri jødarnar undan og undir 2.
heimsbardaga. Jødarnir vóru
bannaðir bæði úr búskaparliga
og tí mentanarliga lívinum.
Møguleikarnir á arbeiðsmarkn
aðinum vórðu skerdir niður í
einki. Jødisk børn fingu ikki
loyvi at ganga í skúlar saman
við ikkijødiskum børnum. Teir
mistu eisini rættindini til at
lesa á lærdu háskúlunum. Frá
dag til annan var teimum ikki
loyvt at koyra bil. Mismunirnir,
forboðini og lógirnar ímóti jød
unum vóru so mangar áðrenn
krígsbyrjan, at ikki var gjørligt
at hava vanligan gerandisdag
undir slíkum umstøðum. Sostatt
var eksistensgrundarlagið tikið
undam jødunum í týska ríkinum.
Umstøðurnar hjá týsku jød
unum frá november 1938 vóru
so torførar, at fólk flýddu í
hópatali. Men hetta vísti seg
at verða alsamt torførari við
tíðini. Bæði innanríkis bureau
krati og uttanríkis óttin fyri
massaflíggjandi forðaðu fólki í
at flýggja frá ræðuleikunum í 3.
ríkinum. Harvið varð vegurin til
størsta hópdrápið í allari manna
søguni lagdur.
Hvør stóð aftanfyri?
Í dag, 70 ár eftir lagnutungu
náttina tann 09.11.1938 eru
søgufrøðingar á einum máli um,
at politiska leiðslan stóð aftan
fyri ríkiskrystallnáttina. Hendan
vildi via propaganda, at tað skuldi
síggja út sum ein spontan reaktión
hjá fólkinum sum hevnd ímóti, at
týski umboðsmaðurin, Ernst von
Rath, varð dripin í París. Í roynd
og veru var krystallnáttin ella
ríkispogromini partur av politisku
leiðini hjá Hitlerflokkinum NSDAP
(Nationalsozialistische Deutsche
Arbeiterpartei). Kursurin var
antisemitisma og ein vaksandi
„arisering“, ið systematiskt skuldi
skerja íbúgvarnar í týska ríkinum
niður til bert at vera av arisku
rasuni.
Reaktiónirnar innan-
og uttanlands upp á
„Ríkiskrystallnáttina“
Sum sagt vildi Hitlerflokkurin
„NSDAP“ ikki taka ábyrgdina
á seg. Floksleiðslan var tó als
ikki á einum máli um hending
arnar. Eittnú Göring, Himmler,
Heydrich og Alfred Rosenberg
hildu hendingarnar vera farn
ar út um alt mark, og góvu
Goebbels skuldina. Hitler vardi
tó „propagandaministaran“
Goebbels. Flokkurin lovaði at
kanna um ólógligt var hent, men
tey ið kannaðu, komu úr sama
systemi sum fólkini, ið høvdu
framt herverkini. Hetta førdi
sjálvandi til, at eingin kom at
standa til svars fyri ræðuleikarnar.
Hóast tíðindini um tilburðirnar
í Týsklandi ikki feraðust eins
skjótt sum í dag, fekk um
heimurin tó skjótt innlit í manna
rættindabrotini í Týsklandi og
Eysturríki. Eftir tann 10. november
vórðu umleið 100 mótmælisskriv
frá ymsum áhugabólkum send til
skrivstovuna hjá uttanríkisráðnum
í Berlin. Tó hvurvu hesi skriv
ímillum onkrar aktir.
USA svaraði aftur við at taka
amerikansku umboðsfólkini
úraftur Týsklandi. Stutt eftir
hetta vóru kravgongur í gøtunum
í New York. Stjórnin í USA
mótmælti, at jødarnir ikki høvdu
møguleikar at luttaka í landsins
búskapi. Hetta galt ikki bert týsku
jødarnar, men eisini amerikonsku
jødarnar, ið høvdu við Týskland
at gera. Mótmælið hevði við sær,
at handilssambandi við eittnú
amerikanskar jødar kundi halda
fram eina tíð. Hóast umheimurin
hevði innlit í torføru støðuna hjá
týsku jødunum, bóru nógv lond
ótta fyri flóttafólkastreyminum
úr Týsklandi og Eysturríki. USA
tók árliga ímóti einans 27.000
av teimum 140.000 søkjandi.
Mangar útlendskar fyritøkur
boykottaðu Týskland – tí minkaði
vinningurin av útflutningsvørum
við einum fjórðingi innan ymisk
økir, eittnú vóru tekstilídnaðurin
og leikutoy hart rakt.
Hvat vistu fólk?
Eftir hesa vanlukku novembernátt
visti fólk í øllum førum, at syna
gogurnar vóru oyðilagdar, eins
og jødiskir kirkjugarðar vóru
vanhalgaðir og at eksistensgrund
arlagið var tikið undan jødunum.
Jødisk siðvenja, mentan og
átrúnaður, ið hevði verið til í
Týsklandi í fleiri hundrað ár, vóru
nú horvin. Eingi hópmótmæli
komu – harvið stuðlaði meirilutin
óbeinleiðis politisku gongdini.
Hvat við vanliga týska borg
aranum? Hvat við teimum
kristnu? Í stuttum kann sigast, at
mong vóru tey, ið tóku undir við
jødaforfylgingini – propaganda
vísti seg at hava stóra ávirkan,
serliga á tey ungu, ið ikki høvdu
nógvar lívsroyndir. Men tey vóru
eisini mong, ið als ikki hildu hetta
vera rætt. Einstøk vágaðu sær
at mótmæla, eittnú presturin í
Nürtingen (Württemberg) Julius
von Jan – hann hevði at hesi
gongd í eini prædiku. Stutt eftir
varð hann bardur av og varð
funnin hálvdeyður uttan fyri
prestagarðin. Tey fáu, ið høvdu
mót at siga nakað, máttu rokna
við at gjalda ein høgan prís.
Sunnudagin 09.11.08 var minn
ingarhald um alt landið. Eittnú
í Lörrach í BadenWürrtemberg
var ein nýggj synagoga innvígd.
Við einum minningarhaldi í Ber
lin, har eisini Bundeskanslarin
Angela Merkel helt røðu, peikaði
„presidenturin í sentralráð
jødanna“, Charlotte Knobloch
á, at jødiskar samkomur vaksa
og nýggjar synagogur og mein
igheitshús koma so við og við í
Týsklandi. Bispurin í Württemberg,
Juli, helt eina minningargudstæn
astu í stiftskirkjuni í Stuttgart
sunnudagin. Hann vísti á at, kirkj
unar tagdu, tá jødarnir vórðu fyri
órætti. Og legði dent á týdningin
av ikki at tiga, tá órættvísi er.
Í eini røðu í Berlin kallaði Bund
eskanslarin Angela Merkel hesa
nátt „tann myrka náttin“. Hendan
nátt umboðar myrkastu tíðina í
týsku søguni. Hon peikaði eisini
á manglandi hópmótmæli fyri 70
árum síðan, og mælti hon til at
taka ábyrgd av søguni og ikki tiga,
tá rasumismunir, fremmandahatur
og antisemitisma koma til sjóndar
í dag anno 2008. Vegna søgu sína
hevur Týskland bundið seg til at
stuðla Ísrael og verja og menna
jødisku mentanina og átrúnaðin
og geva jødunum í Týsklandi góð
livikor.
urnar brendu
Mong hildu ræðunáttina 9. November í 1938 vera hæddarpunktið innan atsóknir og jødajagstranina, men so var ikki.
Ríkiskrystallnáttin var bert byrjanin til ræðuleikarnar
Almenna talið á deyðum hesa náttina var 91. Men telja vit øll við, ið antin
doyðu av hjartaslag ella tóku lívið av sær sjálvum, ella vórðu pínd til deyðis
í konsentratiónslegum hesar dagar í 1938, so verður mett at talið er millum
1.300 og 1.500. Eftir ríkiskrystallnáttina fóru SS og Gestapo í holt við at
tvingsilsflyta jødar, serliga múgvandi jødar, til konsentratiónslegurnar