Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 230 - 28. november 2008 Tiltøk í KÍ-høllini Klaksvíkar Ítróttarfelag spennir seg út við hugnaligum tiltaki í KÍ høllini í morgin klokkan 18. Á skránni verður mattombola, café, skjótikapping, kendur tónleikari syngur, eydnuhjól, har m.a ber til at vinna kjógv, bógvar og síður, mótasýning við Maskulin, J.A.P, Sportmaster, Cheap og Underwear, Jákup Mikkelsen og fleiri syngja, málningauppboðssøla, tíðindafróður harri greiður frá gomlum KÍ søgum, nissugreytur við góðum mandluvinningi og jólamenn koma møguliga á vitjan. Ókeypis atgongd. Kelda: www.ki.fo Poul og Elsa avloysa á Malta Hjúnini Elsa og Poul Johan Djurhuus (myndin) skulu nú í eina tíð avloysa á samkomuni Malta í Hirtshals. Ætlanin eru at tey skulu verða har til einaferð í mars komandi ár. Levi Joensen og konan Gretha, ið er leiðarar í samkomuni er komin heim til Føroyar. Samkoman hevur húsbíbliutímar annan hvønn týsdag. Ungdómsmøti er á Malta annanhvønn fríggjadag. So hava tey eisini regluligu mánaðarligu møtini í Ålborg, Esbjerg, Vejle og Sønderborg. Hjá føroyska fiski­ skipaflotanum eru tað serliga nótaskipini og flakatrolararnir, sum hava góð úrslit at vísa á. Hinvegin gongur illa hjá føroyska ísfiskaflotanum, bæði hjá lemmatrolarum, partrolarum og línu­ skipum FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Vilmund Jacobsen Greiningin hjá Rasmussen & Weihe yvir gongdina hjá fiskiskipaflotanum, sum varð løgd fram á fundi í gjár, vísir í stuttum, at heimaflotin gongur illa, meðan skipini, sum standa fyri teimum frægu tølunum, eru pelagisku skipini og flakatrolararnir. Vísandi til frágreiðingina hjá Rasmussen & Weihe fara vit á hesi síðuni í stutt­ um at lýsa gongdina hjá ymisku skipabólkunum. Pelagisk skip Hesi skip høvdu ikki serliga gott ár í 2004, men síðan hevur gingið framá, og ser­ liga í 2006 høvdu pelagisku skipini stóra framgongd. 2007 royndist eins væl og 2006. Flotin er rímiliga væl konsolideraður og er sum heild væl fyri. Miðalprísurin hjá pelag­ isku skipunum er lækkaður nakað fyrstu níggju mánað­ irnar í ár í mun til somu tíð í fjør, og tað er veiðivirðið eisini. Við høga oljuprísinum í 2008 verður roknað við, at úrslitið hjá hesum skipa­ bólki í 2008 verður lakari enn í fjør. Rækjuskip Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan hjá hesum partinum av flotanum er vánalig við árslok í 2007. Í løtuni eru bert trý rækju­ skip í vinnu. Tey eru Fríð­ borg, Havborg og Arctic Viking, sum annars hevði eitt hampiligt ár í 2007. Sambært tølum hjá Før­ oya Fiskimannafelag (FF) er miðalprísurin fyri rækjur­ nar hjá hesum skipum hækk­ aður nakað í mun til somu tíð í fjør. ­ Tað er tí nakað, sum bendir á, at gongdin hjá rækjuskipunum hevur verið betri í 2008 enn í 2007, siga Rasmussen & Weihe. Verksmiðjuskip Verksmiðjutrolararnir hava havt rímiliga góð ár, og flot­ in var rímiliga væl fyri við árslok í 2007. Raksturin hev­ ur verið stabilt góður sein­ astu fimm árini, og vøkstur í prísi hevur uppvigað fallið í veiðinøgdini árini 2003 til 2007. Tøl fyri árið í ár benda á, at veiðinøgdin er minkað nakað í 2008, og haraftrat er miðalprísurin fyri fiska­ vørurnar lækkaður. ­ Tí er væntandi, at úrslit­ ið hjá hesum skipum verður nakað lakari í ár. Partrolarar Fíggjarstøðan hjá partrolara­ flotanum versnaði munandi í 2007, og bæði solvensur og gjaldføri vóru vánalig við árslok í fjør. Veiðinøgdin fyrstu níggju mánaðirnar í ár er økt í mun til somu tíð í fjør, men skipa­ talið er eisini økt við einum pari í ár. Miðalprísurin er lækkaður nakað higartil í ár, men við øktu veiðini er samlaða veiði­ virðið eisini økt við 5% fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Oljuprísirnir vóru sera høg­ ir fyrr í ár, men eru lækkaðir munandi seinastu tíðina. ­ Roknast kann við, at vánaliga gongdin í 2007 heldur fram í ár. Hetta sæst eisini aftur við, at fleiri pør eru løgd, sigur felagið. Lemmatrolarar Fíggjarstøðan hjá lemma­ trolarunum er ikki nøktandi, og gjaldførið er nógv versn­ að seinasta árið. Í 2004 hevði hesin skipa­ bólkur eina munandi aftur­ gongd í rakstrinum í mun til árið fyri, og minking í veiðinøgd og miðalprísi hevur fyri árini 2005 til 2007 havt við sær, at úrslitið er vent til hall. Tøl hjá FF vísa, at lemma­ trolarar hava havt eina aftur­ gongd í veiðinøgd fyrsti níggju mánaðirnar í ár, men miðalprísurin er hækkaður nakað. Tó er veiðivirðið samanlagt minkað við 18,9% higartil í ár í mun til somu mánaðir í fjør. ­ Væntandi er, at raksturin hjá hesum skipum í 2008 verður munandi verri enn í 2007. Hetta sæst aftur við, at skip eru løgd í hesum árinum. Línuskip Árið 2003 var serstakliga gott hjá okkara línuskipum, men gongdin vendi í 2004. Samlaða úrslitið fyri 2005 er eitt hall á sama støði sum í 2004. Í 2006 høvdu línuskipini samanlagt stórt hall. Miðalprísurin fyri fiskin hækkaði árini 2005, 2006 og í 2007, men veiðinøgdin minkaði við 11% frá 2006 til 2007. ­ Sambært tølum hjá FF hava línuskipini havt eina afturgongd í veiðinøgd fyrstu níggju mánaðirnar í ár upp á 8,5%. Haraftrat er miðalprísurin eisini lækkað­ ur nakað. Tí er veiðivirðið í ár væl lægri enn sama tíðar­ skeið í fjør. Rasmussen & Weihe meta, at úrslitið hjá línu­ skipunum helst verður verri í ár enn í fjør. Garnaskip Seinastu árini hjá garnaskip­ um hava ikki roynst væl, og ársúrslitini hava ligið beint yvir og undir 0 (null). Miðalprísurin, sum hesi skip hava fingið fyri veiðina fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er lækkaður munandi í mun til somu tíð í fjør. Hin­ vegin er veiðinøgdin økt við 21,7% Rasmussen & Weihe meta, at ársúrslitið hjá garnaskipum verður lakari í ár enn í fjør Heimaflotin stendur fyri falli Álvarsamir reiðarar hyggja í frágreiðingina, sum Ras­ mussen & Weihe hava gjørt yvir gongdina hjá fiskiskipa­ flotanum, f.v.: Jónsvein Knud­ sen og Anfinn Olsen Í steðginum verður eisini prátað um gongdina í fiski­ skipaflotanum, f.v.: Jónsvein Knudsen, reiðari, Leivur Mohr á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka og Bjarni Arnason