fríggjadagur 28. november 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti
12
Tann 09.11. í ár vó ru 70 ár liðin
síðani sokallaðu „Ríkiskrystall
náttina“. Hesa nátt stóð
helmingurin av synagogunum í
Týsklandi og Eysturríki í ljósum
loga og túsundavís av handlum
hjá jødum vórðu oyðilagdir. „Rík
iskrystallnáttin“ var byrjannin
til endan fyri jødarnar í hersetta
partinum av Evropa. Undir minn
ingarhaldi í Berlin tosaði Bund
eskanslarin Angela Merkel um
stóra týdningin av ikki at tiga, tá
rasisma, fremmandahatur og anti
semitisma koma til sjóndar í dag.
Fleiri týðandi hendingar í
yngstu søgu Týsklands fóru
fram 9. november. Múrurin fall
tann 9. november í 1989, Hitler
royndi eisini at koma til valdið
tann 09.11.1923. Eisini Ríkis
krystallnáttin, ið hoyrir til myrka
partin av søgu Týsklands í 20. øld,
var 9. november 1938.
Mismunirnir ímóti
jødunum
Jødarnir í Týsklandi vóru stigvíst
fyri mismuni í 1930unum. Eittnú
var teimum ikki loyvt at vera í
almennum størvum síðani valið
í 1933. Vegna sokallaða „jøda
boykottið“ í apríl 1933 var torført
at útinna sjálvstøðugt arbeiði,
eittnú læknar, løgfrøðingar og
dómarar høvdu ikki møguleika
fyri at útinna sítt starv. Harvið var
grundarlagið tikið undan nógvum
virksemi, nógvar fyritøkur vórðu
tí seldar fyri spottprís. „Keyp ikki
frá jødum“ stóð skrivað á skeltum
uttan fyri handlar hjá jødum.
Henda støða hevði við sær, at
jødarnir blivu ein útjaðarabólkur.
Túsundtals jødar sóu tí ikki annan
útveg enn at rýma av landinum.
Tá Nürnberglógirnar komu í 1935,
var støðan uppaftur spentari.
Hesar lógir kravdu strangan
skilnað ímillum rasurnar. Harvið
var antisemitiska hugmyndin
løgfrøðiliga grundað. Frá 1937
gekk jødaforfylgingin skjótari fyri
seg. SSførarin Heinrich Himmler
kravdi alment at „avjødisera“
Týskland. Hetta krav var longu
orðað í floksskránni hjá NSDAP
(Hitlerflokkinum) í 1920. Tó gingu
nógv ár, áðrenn hetta varð sagt
beinleiðis við almenningin. Vegna
hesi torføru kor flýddu útivið ein
tíggindapartur at jødunum úr Týsk
landi. Samlaða talið av jødum í
Týskland og Eysturríki var langt
oman fyri ein hálva millión undan
2. heimsbardaga.
Propagandamaskinan
At illa gitna propagandamaskinan
eisini var virkin áðrenn krígs
byrjan er hendingin undan ríkis
krystallnáttina eitt gott dømi um.
Tann 07.11.1938 kom ein jødiskur
lesandi inn á týsku sendistovuna í
París og skeyt týska umboðsmannin
Ernst vom Rath. Hendingin var
júst tað, ið nýtast skuldi fyri at
rættvísgera atsóknina ímóti
jødunum. Almenningurin hoyrdi
um hendingina í París tann 08.11,
men fyrstu atsóknirnar ímóti
jødunum byrjaðu longu á kvøldi
tann 07.11.1938. Spurningurin
er, hvussu ein tílík einahending
kundi rættvísgera ríkiskrystall
náttina. Politiska leiðslan vildi via
propaganda hetsa fólkið ímóti jød
unum. Lygisøgur vórðu íspunnar um
eina jødiska (heims)samansvørjing.
Teir fingu skuldina av at hava
uppfunnið bæði kapitalismuna
eins og „bolsjevikismuna“, ella
kommunismuna. Harvið vórðu
jødarnir lýstir sum rótin til alt
ónt. Tá tíðindini komu um jødiska
drápsmannin í París, ið hevði tikið
lívið av ókenda umboðsmanninum,
fóru sinnini upp at kóka og klárt var
at fremja lagnutungu atsøknirnar
ímóti jødunum tann 09.11.1938.
Ríkiskrystallnáttin
Longu tann 08.11.1938 stóð fyrsta
synagogan í „Bad Hersfeld“ í
ljósum loga og manga aðrastani
vórðu atsóknir framdar ímóti
jødum. Atsóknirnar byrjaðu av
álvara um kvøldið tann 09.11.1938.
Hesa nátt vísti antisemitisman
sítt sanna andlit í Týsklandi. Limir
í NSDAP og offensivi bólkurin SA
(Sturmabteilung) undir NSDAP
eins og ungdómar ið vóru partur av
„Hitlerjugend“, fóru út hesa nátt
fyri at oyðileggja og seta eld á.
Hesi vóru í vanligum klæðum, so
ikki var sjónligt, at tað var politiskt
virkni. Umleið 7500 handlar
vórðu heilt oyðilagdir hesa nátt.
Harumframt høvdu nasistarnir
megnað at fingið øði í nógv fólk,
so tá handilsvindeygu vórðu
brotin, komu nógv privatfólk upp
í leikin og rændu. Bæði løgreglan
og sløkkilið høvdu fingið boð
um at lata standa til. Sløkkiliðið
skuldi bert hjálpa, um týsk ogn
var í vanda av eldinum. Helvtin
av synagogunum í Týsklandi
og Eysturríki vórðu brendar í
grund hesa nátt. Talið var umleið
1400. Almannakunngjørda talið
av deyðum var 91, men telur
man øll við, ið antin doyðu av
hjartaslag ella tóku lívið av sar
sjálvum, ella vóru pínd til deyðis
í konsentratiónslegunum hesar
dagar í 1938 er talið einastaðni
ímillum 1300 og 1500. Eftir
„ríkiskrystallnáttina“ fóru SS og
Gestapo í holt við at tvingsilsflyta
jødar, serliga múgvandi jødar, til
konsentrationslegur í „Buchen
wald“, „Sachsenhausen“ og
„Dachau“. Treytin fyri leyslating
úr konsentratiónslegunum var
lyfti um at fara av landinum
innan stutta tíð. Hóast Goebbels
bað allmenningin um at steðga
atsóknunum, vardu tær heilt fram
til 13.11.1938.
Vegna alt tað brotna glasið
hesa nátt, fekk atsóknin harm
Náttin tá synagog
Vivian Begerau
Reportasja
Eftir hesa vanlukku novembernátt vistu fólk í øllum førum, at synagogurnar vóru oyðilagdar, eins og jødiskir kirkjugarðar vóru vanhalgaðir, og at
eksistensgrundarlagið var tikið undan jødunum. Jødisk siðvenja, mentan og átrúnaður, ið hevði verið til í Týsklandi í fleiri hundrað ár, vóru nú horvin