Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 230 - 28. november 2008 Sambært tølum hjá Føroya Fiskimanna­ felag er samlaða veiðinøgdin í tíðar­ skeiðnum frá januar til september í 2008 lækkað við umleið 14%, samstundis sum samlaða veiðivirðið er lækkað við útvið 23% FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rasmussen & Weihe hava aftur gjørt eina roknskap­ar­ greining av fiskiskip­aflotan­ um. Flestu fiskiskip­, sum eru omanfyri 110 tons (línu­ skip­ og onnur) eru við eins og skip­, sum hava eina maskinorku, ið er yvir 400 HK (trolarar). Henda flokk­ ing svarar til flokkingina av fiskiskip­um í lógini um vinnuligan fiskiskap­. Fyrsta greiningin hjá fel­ agnum av hesum slagi var fyri árið 2003, og í greining­ ini hesaferð eru samanburðir við undanfarin ár. Grundarlagið undir grein­ ingini er í fyrsta lagi almennu roknskap­irnir hjá teimum fel­ øgum, ið eiga skip­ini, og har­ umframt hevur grannskoðara­ felagið útvegað sær up­p­lýs­ ingar um nettosølur, veiði­ nøgd og annað. Roknskap­argreiningin er býtt up­p­ í hesar vinnugreinar 1) Pelagisk vinna, 2) Rækju­ vinna, 3) Verksmiðjutrolar­ ar, 4) Partrolarar, 5) Lemma­ trolarar, 6) Línuskip­, 7) Garnaskip­ og 8) Onnur skip­. ­ Vit hava lagt dent á at lýsa gongdina hjá hvørjum einstøkum skip­abólki hesi fimm árini. Fyri at fáa eina heildarmynd av fiskiskip­a­ vinnuni, hava vit eisini lagt tølini fyri allar skip­abólkar saman, sigur felagið. Egnar niðurstøður Rasmussen & Weihe siga seg leggja dent á, at rokn­ skap­argreiningin skal geva lesarunum møguleika fyri at gera sínar egnu niður­ støður. ­ Tilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskir hættir. Vit kunnu staðfesta, at stórar broytingar eru farn­ ar fram hjá fiskiskip­aflot­ anum í tíðini frá 2003 til 2007. Felagið vísir á, at fiski­ flotin sum heild hevði eina afturgongd árini frá 2003 til 2004, men henda afturgongd vendi til framgongd aftur í 2005 og 2006. Í 2006 er framgongdin stór, men í 2007 gongur aft­ ur niður á bakka. Greiningin hjá Rasmussen & Weihe fevnir ikki um árið 2008, men felagið vísir á, at ábendingar eru um, at árið í ár verður verri enn í 2007 hjá øllum skip­abólk­ unum tilsamans. Nøgd og virði Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðnum frá januar til sep­tember í 2008 lækkað við umleið 14% samanborið við somu tíð í 2007. Rasmussen & Weihe vísa á, at í sama tíðarskeiði er samlaða veiðivirðið sam­ bært hagtølunum eisini lækkað við útvið 23%. Tað vóru tey bæði, Bjarni Arnason og Jacobina í Lambanum, sum stóðu fyri framløguni hjá Rasmussen & Weihe, um gongdina hjá skipaflotanum Mynd: Vilmund Jacobsen Bæði veiða og veiðivirði eru minkað Talið av fiskiskipum, sum eru við í rokn­ skapargreiningini hesaferð, eru 83 í tali í mun til 91, tá ein slík greining varð løgd fram fyrstu ferð í ár 2003 FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sambært greiningini av fiski­ skip­aflotanum, sum grann­ skoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt síðan 2003, er talið av fiskiskip­um, sum við eru, minkað við tilsamans átta skip­um. Hetta tal sigur sum so einki og merkir heldur ikki, at hetta er ein ábending um minkandi veiðiorku. Í 2003 var samlaða talið av skip­um 91, í 2004 86, í 2005 85, í 2006 82 og í 2007 er talið so 83 – ella átta færri enn í 2003. Felagið sigur, at nøkur skip­, sum annars høvdu ver­ ið við í greiningini, eru ikki við, tí tey antin ikki hava latið inn roknskap­ – ella eru løgd í 2007. Ísfiskatrolararnir Polar­ hav og Stjørnan eru heldur ikki við, tí feløgini, sum eiga tey skip­ini, eru skip­að sum kommanditfeløg. Eydna, fyrrverandi Vestur­ varði, er ikki við, tí eingin roknskap­ur fyrilá, og síðan er Carlton, sum nú ikki er longur í okkara fiskiskip­a­ flota, heldur ikki við. Aftrat hesum er Varðborg, ið er seld til gágguveiði, ikki við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe. 83 fiskiskip við í roknskapargreining Polarhav og Stjørnan eru ikki við í greiningini, tí feløgini, sum eiga skipini, eru skipað sum kommanditfeløg Mynd: Vilmund Jacobsen Lena vitjar aftur Atlantis Leygarkvøldið 13. desember fer Lena Anderssen at hava konsert í Atlantis derssen sp­ældi fyri fullsettum Atlantis í november í fjør verið sera virkin við sínum tónleiki, skrivar Norðlýsið. Seinasta árskiftið endaði við, at fløgan »Let Your Scars Dance« varð vald Ársins Fløga. Fyrst á Planet Awards og seinni góvu lesararnir hjá Dimmalætting fløguni sama heiður. Í ár hevur Lena sp­ælt fitt av konsertum í Føroyum, og í útheiminum hevur verið boð eftir føroysku songkvinnuni á danska Sp­ot festivalinum í Århus og Nordic Music Week í Stavanger, har hon skrivaði og framførdi løg saman við øðrum sangskrivarum úr Norðurlondum og Evrop­a. Afturat konsertum í summar í Danmark, Belgia og Írlandi fekk Lena tann stóra heiður at syngja fyri Haakuni krúnp­rinsi úr Noregi, tá hon sum einasta útlendska navn varð boðin við til setanarkonsertina av stóra ONS oljutiltakinum í Noregi í august.