fríggjadagur 28. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti 11
ernir av sínum telvarum
tey inni hjá Onnu og Andrias
Ziska. Ebba minnist, at verpápin
hevði altíð talvborð standandi
frammi, so talvrøturnar ganga
langt aftur í tíðina.
Ebba og Marius fingu átta
børn. Fýra dreingir, Andrias, Suni,
Álvur og Bjarki og fýra gentur,
Sólfríð, Anna, Poula og Marjun.
Genturnar búgva allar niðri.
Tríggir av dreingjunum Andrias,
Suni og Bjarki komu at gerast av
okkara fremstu telvarum.
Ebba hjúklaði um
telvararnar
Ebba eigur ikki minsta heiðurin
fyri at hava hjúkla um talvevnini
hjá sínum synum. Har komu teirra
javnaldrar tíðliga og seint. Her
telvaðu teir nærum í hvørjum
skoti, og Ebba tók altíð væl ímóti
teimum, blíð sum hon er.
Teir tríggir Ziska-brøðurnir
hava fingið ein munandi leiklut í
talvsøguni hjá Suna Merkisstein,
sum kom út í 1997, og her skal
ber vera trivið í okkurt hissini.
Í hesi bók sæst, at beiggjarnir
hava verið við í telving síðan
1973, tá Suni eisini gjørdist før-
oyameistari. Sagt verður, at hann
tók øll á bóli, tá hann trygt og
sannførandi telvaði seg til sigurs,
og sum 20 ára gamal gjørdist
hann yngsti føroyameistari, sum
hevði verið tá. Suni vann aftur
ruddiliga í 1980. Hann lærdi seg
mannagondina longu sum seks
ára gamal, og hann telvar enn.
Dyggur stuðul hevur hann eisini
verið hjá Havnar Talvfelag, tí her
er hann gjørdur heiðurslimur.
Í 1983 gjørdist Andrias føroya-
meistari. Hetta var óvæntað,
tí hann hevði lægsta styrkital
av luttakarunum, meðan Suni
hevði tað hægsta. Men hetta
forðaði ikki Andrias í at vinna. Ta
ferðina skrivaði Andrias nakrar
hugleiðingar um telvingina í ætt-
ini, sum hann minnist hana. Fyrst
um tá ið Anthon á Krákusteini
plagdi at vitja abban Andrias
Ziska, og teir stongdu seg inni
og vildu ikki órógvast. Tá telvaðu
teir. Síðani greiðir Andrias frá,
hvussu hann sjálvur kom at
kappast við Suna í køkskrókinum
heima í Bøkjarabrekku.
Bjarki byrjaði eisini blaðungur.
Longu í 1974 - sum 17 ára
gamal - var hann við á føroyska
landsliðnum á olympiaduni í
suðurfranska býnum Nice, og
gjørdist úrslitið hjá Bjarka um
miðal hjá føroysku luttakarunum,
og var hetta gott klárað. Í 1978
var Bjarki við á eini talvferð til
Íslands. Sagt verður, at Bjarki kom
væl frá uppgávuni á fyrsta borðið.
Fyri sjálva kappingina stóð mest
sum á jøvnum millum Føroyar
og Ísland. Bjarki hevur ikki verið
almennur føroyameistari, men
hann hevur vunnið nógvar aðrar
kappingar sum t.d. í snartalvi.
Bjarki og Suni eru prentarar
og høvdu - sum nevnt - í nógv
ár prentsmiðju í kjallaranum
hjá mammuni. Her gjørdu teir
eisini eina roynd at geva út eitt
talvblað. Tað kom út nakrar ferðir.
Men teir ásannaðu eisini, at tað
er ikki bert sum at siga tað at
geva blað út í Føroyum, so hend-
an royndin var ikki drúgv. Men
teir vístu í hvussu er sín áhuga.
Hin omman keypti
Helga fyrstu talvbókina
Sigast kann, at Helgi hevur gott
til at at bregða við einum slíkum
ættarbandi. Tað er ikki løgið, um
øll ættin er errin av hesum 18 ára
gamla knassanum.
Hetta er sjálvsagt eisini gald-
andi fyri ættina hjá Piu, mammu
Helga, og foreldur hennara Sigrid
og Jens.
Sigrid eigur eisini sín part í hesi
talvsøgu. Hon keypti nevniliga
Helga hansara fyrstu føroysku
talvbøkur, tá ið Helgi var smá-
drongur. Her var grundarlagið lagt.
Jens og Sigrid er havnarfólk,
so tað forslær. Jens er sonur
Hansinu og Johan Dam, sum
búðu í Konradsbrekku. Jens
arbeiddi nógv ár sum kassameist-
ari á gjaldstovuni.
Sigrid er dóttir Helgu og Jens
Petur Rubeksen, vanliga kallaður
Pedda post, sum var næstfyrsta
postboð í Havn. Tey búgva á
trøðni, sum Jens fekk eftir pápa
sín. Tey hava á einum øðrum øki
víst eitt serligt hegni. Her er so
sera hugnaligt við eini fittari tjørn
frammanfyri dyrnar. Í tjørnuni eru
bæði dunnur og gæs.
Slík talentir mugu
stuðlast
Um Helgi eftir lokna skúlagongd í
Hoydølum ger av at telva burturav
í eitt tíðarskeið, ræður um at
stuðla honum. Telving hansara á
olympiaduni í Dresden hevur víst,
at møguleikar eru til staðar at
náa stórum úrslitum. Helgi eigur
at fáa møgleika fyri at royna,
hvussu langt hann kann koma
innan telving.
Tað er tað sama galdandi fyri
slík talvtalent, sum sagt varð
um svimjaran Pál Joensen. Bert
ein slíkur kann gera meira fyri
okkara altjóða umdømi enn fleiri
sendistovur. Og so er tað eisini so
nógv bíligari.
Vit ynskja heimkomnu
telvarunum hjartaliga tillukku við
avrikinum í Dresden!
Ebba, mamma Andrias, hevur hjúklað væl um sínar telvarar
Suni var í síni tíð yngsti
føroyameistarin í talvi
Á eini av sínum ferðum hevði Bjarki
hesa tekning av sær sjálvum heim
við sær
Helgi saman við gentuni Jóhonnu.
SMS frá henni seinkaði hansara
IM-normi