fríggjadagur 28. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 230 - 28. november 2008
Festivalfundur útsettur
Fráboðaði tíðindafundurin hjá stigtakarunum av fyribilskall
aða Føroya Festivalinum í Kirkjubø er fyribils útsettur. Sum
Sosialurin skrivaði í gjár, er ætlanin at skipa fyri festivali í
Kirkjubø í døgunum 16.18. juli næsta ár. Millum stigtakarar
nar eru Mark Joensen, James Olsen og Fróði Vestergaard. Í
innbjóðingini til tíðindafundin mánadagin, sum nú altso er
útsettur, stóð, at ætlanin er at borðreiða við nøkrum av tí
besta tónleikarliga, sum finst í Føroyum, eins og kend
útlendsk nøvn vera á skránni. Harafturat verður skipað fyri
undirhaldi til bæði børn og aðrar aldursbólkar.
Fyri fyrstu ferð hetta
valskeiðið var einki
broytingaruppskot,
og tí var fíggjarlógar
uppskotið einmælt
samtykt á býráðs
fundi hjá Tórshavnar
kommunu í gjárkvøld
ið
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
11. september legði býráðið
í Havn fram uppskot til
fíggjarlóg fyri komandi ár,
eitt uppskot, ið javnvigaði
við
617.692
milliónum
krónum.
Eftir at ymsu nevndirnar
høvdu viðgjørt tørv og
ynski fyri 2009, varð eitt
broytt uppskot lagt fram til
fyrstu viðgerð, sum var
39.200 milliónir hægri, og
javnvigaði
við
656.892
milliónum. Og tað var hetta
uppskot, sum varð endaliga
samtykt við aðru viðgerð í
býráðnum í gjárkvøldið –
einmælt.
Talan er kortini um eina
munandi lækking í fíggjar
ætlanini í mun til í ár, tá
fíggjarlógin javnvigaði við
742.449 milliónum krónum.
Størsta broytingin er íløgu
karmurin, sum er lækkaður
úr 256.800 milliónum í
2008 niður í 149.200 milli
ónir krónur fyri komandi ár.
Nógv størsti rakstrarpost
urin á fíggjarætlanini er
barnaansingin,
sum
fer
avstað við138.966 millión
um krónum. Men tá er vert
at minnast til, at talan er um
heilar 31 ansingarstovnar og
frítíðarskúlar í kommununi.
Nógv størsti parturin av
játtanini fer til »Barna og
ungdómsdeildina
(24.170
milliónir)« og til »Sjálvsogn
arstovnar o.a. (14.348)«.
Hinir postarnir eru mest
sum teir somu.
Mest í skúlar
Hinir
útreiðslupostarnir
hækka við millum tveimum
og trimum milliónum í með
al, tó minka teknisku veit
ingarnar eitt lítið vet.
Tilsamans hækka rakstr
arútreiðslurnar við umleið
14 milliónum, úr 484.649
milliónum krónum í 2008
upp í 498.506 milliónir
næsta ár.
Hendan hækkingin á 14
milliónir í rakstrarútreiðsl
um skal so eisini haldast
upp ímóti einari væntaðari
øktari inntøku á smáar 15
milliónir krónur.
Í fíggjarlógini fyri í ár
skuldu 152.449 milliónir
krónur fíggjast við »tøkum
peningi«, sum tað eitur,
antin tað so er innistandandi
ella lántøka, meðan hetta
talið fyri komandi ár er
52.096 milliónir.
Sum nevnt eru íløgurnar
minkaðar við góðum 100
milliónum krónum niður í
149.200 milliónir, og nógv
størsti posturin er í skúla
bygging – tað eru skúlarnir
við Løgmannabreyt og á
Hamrinum á Argjum – 87
milliónir krónur.
Posturin »Ítróttur og frí
tíðarvirksemi« fær 29.500
milliónir krónur, og helst
man størsti parturin av hes
ari upphædd vera markað
til fimleikahøllina við Tórs
vøll.
Hildið verður fram við at
uppgradera kloakkirnar í
kommununi, so tær lúka øll
krøv, tá kunngerðin um
kommunalar
kloakkskip
anir verður sett í gildi ein
av fyrstu døgunum.
Restin av íløgunum eru
smærri upphæddir. Fimm
milliónir til Glyvursvegin,
1.4. stig, og aðrar fimm
milliónir til eldraøkið, helst
fer ein partur av hesum til
forarbeiðið av eldradepli
yviri við Strond.
Fíggjarlógin einmælt samtykt
Fíggjarlógin hjá Tórshavnar Býráð fyri komandi ár, varð
endaliga samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang
Málið um at fáa
skipað ferðsluvið
urskifti við krossin
HvítanesvegurEyst
ari Ringvegur, end
aði á býráðsfundi í
gjárkvøldið við, at
rundkoyring varð sam
tykt – av andstøðuni
saman við Leivi
Hansen
FERÐSLUTRYGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Spurningurin um, hvussu
ferðslu trupulleikarnir við
krossin HvítanesvegurEyst
ari Ringvegur skal loysast,
hevur hevur fingið drúgva
og langa viðgerð, var enda
liga avgreiddur á býráðs
fundi í Tórshavnar komm
unu í gjárkvøldið.
Upprunaliga ætlanin var,
at ein rundkoyring skuldi
loysa trupulleikan, men mitt
í viðgerðini – og eftir, at
arbeiðið varð boðið út og
tilboð góðtikið – kom Tekn
iska nevnd eftir, at betri var
at gera ljóskurvar á kross
inum, eisini vísandi til minni
kostnaðin, ið stóðst av.
Men ein meiriluti í Tekn
isku nevnd metti kortini, at
rundkoyringin var betra
loysnin, og mælti hesin
meiriluti, ið var Sjúrður
Olsen og Høgni Mikkelsen
úr andstøðuni saman við
Leivi Hansen úr samgonguni
til, at hildið var fast við upp
runa ætlanina um eina rund
koyring.
Málið var so fyri til enda
liga viðgerð í gjárkvøldið,
og eftir at uppskotið hjá sam
gonguni fall, varð uppskotið
hjá meirilutanum í Teknisku
nevnd samtykt við sjey
atkvøðum fyri og fýra
ímóti.
Fyri
atkvøddu
Leivur
Hansen, Inga Dahl, Vagnur
Johannesen,
Beate
L.
Samuelsen, Sjúrður Olsen,
Høgni Mikkelsen og Jan
Christiansen.
Ímóti atkvøddu Heðin
Mortensen, Jógvan Arge,
Hildur Eyðunsdóttir og Mar
in Kathrina Frýdal.
Elin Lindenskov og Halla
Samuelsen atkvøddu ikki.
Sostatt kann Sp/f Andrias
Berg nú far undir arbeiðið at
gera rundkoyring á 30 dia
metrar á krossinum Hvíta
nesvegurEystari Ringveg
ur.
Nú er endaliga samtykt, at rundkoyring verður á hesum krossinum, Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað endaði
við rund-
koyring
Opið bræv frá Haarde
»Versta fíggjarkreppa í mong áratíggju fer nú um heimin og lítast má
langt aftur í søguna til at finna samsvarandi tilburðir.« Soleiðis byrjar
íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, eitt opið bræv til føroyingar.
Víðari skrivar hann: »Lánveiting frá altjóða stovnum og vinartjóðum ger
tað møguligt hjá okkum at fara undir endurreisingararbeiðið og veldur,
at vit koma skjótari uppundanaftur. Umframt Altjóða Gjaldoyrisgrunnin,
har Ísland hevur verið limur síðani 1946, ætla Føroyar, Pólland, Noreg,
Danmørk, Finnland, Svøríki og Russland at læna Íslandi pening, og
harafturat er hugsandi, at Evropiska Samveldið (ES) fer at taka lut í
hesum felagsátakinum hjá omanfyrinevndu pørtum«. Mánadagin prenta
vit alt brævið hjá íslendska forsætisráðharranum.