Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 • 28. november 2008 Vikuskifti 10 Allir føroysku telvararnir hava staðið seg væl. Helgi, Heini, John, Martin og Jóan Hendrik hava arbeitt saman sum eitt lið, og tað eru ikki allar tjóðir, sum gera tað. Tað mest hugaliga er, at vit eisini eru førir fyri at seta nýggjar ungar telvarar við. Helgi hevði hægst avriksrating í Dresden, meðan Jóan Hendrik fekk flest stig og størstu ratingframgongdina, ið ger at hann fer at koma upp um 2200 á altjóða ratingstiganum. Í hesari grein skal serliga umrøðast 18 ára gamli Helga Dam Ziska, ið er tann yngsti á liðnum. Sigast kann, at hann umboðar bæði so og so part av okkara talvsøgu. SMS oyðilegði fyrsta møguleikan Helgi var júst 15 ára gamal, tá ið hann fekk eitt deilt annaðpláss á Politiken Cup á Ólavsøku í 2005. Síðan tá hevur bert gingið framá, og hevur Helgi 2416 í altjóða rating í dag. Hann var bert 16 ár, tá ið hann gjørdist IM, altjóða meistari. Helgi er tann næstyngsti í Norðanlondum, sum hevur rokkið hendan tittul. Óneyðugt er helst at nevna, at javnaldur Helga, heimsgitni norski stórmeistarin Magnus Carlsen, ið júst nú er vorðin átjan, er tann, ið eingin kann standa kurl innan telving í okkara tíð. Helgi hevði annars kunnað fingið hendan tittul nakrar mán­ aðir fyrr, um ikki gentan hevði sent honum eitt SMS undir avgerandi talvi í Leikalund í Klaksvík á heysti í 2006, ið gjørdi, at hann var dømdur at tapa talvi, hóast hann hevði vunna støðu. At senda SMS var strangt forboðið, og Helgi ásannaði, at sjálvandi skuldi hann havt sløkt fartelefonina! Stóð seg eisini væl hesa ferð Helgi stóð seg eisini væl á hesi olympiaduni, hóast hann ikki var fyri av tí besta. Helgi gongur í 2. flokki í studentaskúlanum í Hoydølum, har tað gongst sera væl hjá honum. Hann hevur tí fyrst og fremst nýtt sínar kreftir uppá skúlan og hevur tískil fyribils gjørt minni burtur úr telvingini. Skúlaskapurin gjørdi eisini tað, at hann ikki kundi møta til tey fyrstu tvey talvini. Hetta minkaði sjálvandi um møguleikan at fáa fleiri stig. Helgi hevur sitið á 1. borði og harvið fingið teir sterkastu mótstøðumenninar. Hansara størsta bragd hesa ferð er sigurin móti sterka hollendska stórmeist­ aranum Loeck van Wely. Ratingtal hansara er eftir OL kvinkað upp eftir við fýra stigum og kemur at verða 2420 við árslok, tá ið FIDE næstu fer at almannakunngera listan. Telving liggur í ættini Evnini at telva hevur Helgi ikki frá fremmandum. Vit fara at greiða eitt sindur frá hansara uppruna á talvøkinum. Hesin er fyrst og fremst barnaheimið hjá pápanum, Andriasi, í Bøkjarabrekku 5 í Havn. Foreldrini hjá Andriasi eru Marius og Ebba Ziska. Marius var sonur Onnu og Andrias Ziska. Andrias var kendur sum ein av okkara fyrstu loysingarmonnum, og hann skrivaði ta frálíka bókina um Tórshavn, „Tórshavn ­ lív og vøkstur“, sum kom út fyri gott 50 árum síðani. Anna var dóttir Djóna í Geil, og var hon soleiðis systir brøðurnar Poul, Kristin og Petur (Alberg) í Geil, sum allir hava sett djúp spor eftir seg í Føroyum á ymiskum økjum, sum eisini hevur verið greitt frá í Miðvikuni. Anna var fyrsta “telefondaman” í Havn, tá ið telefonin á fyrsta sinni varð løgd inn í Geil fyrst í farnu øld. Abbi Helga, Marius Ziska, var prentari. Hann var ein av teimum sum stovnaðu B 36, og sum eisini gjørdi B 36 sangin. Men hann gjørdist sjúkur ungur og doyði í besta aldri í 1971. Kona hansara, Ebba, sum nú er 86 ára gomul, livir í besta lagi og er skilagóð sum fáur. Vit hava kenst í ártíggir, og kemur tað av, at Prentstovan hjá synunum var í kjallaranum hjá Ebbu. Her plagdi fiskimanna­ felagið at prenta alt frá bræv­ ørkum til ársfrágreiðingar, og tað var altíð so hugnaligt at koma á tal við Ebbu og at fáa ein drekkamunn frá henni. Tað er tað framvegis Ebba er ættað av Húsum. Í 1944 giftust hon við Marius, og tey bygdu hús í Bøkjarabrekku. Meðan húsini vóru í gerð búðu Føroyingar kunnu vera e Týsdagin var talvomlympiadan í Týsklandi av, og føroyingar kunnu vera ernir av avrikinum hjá teirra liði. Úrtøkan var 50% av møguligum stigum, sum bert eina ferð er nátt fyrr, nevniliga í Moskva í 1994. Hesa ferð vóru Føroyar eisini frammanfyri Ísland við sínum sterku telvarum, og tað sigur nakað um avrikið Samrøða Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Helgi saman við Sigrid og Jens, foreldrunum hjá Piu. Sigrid keypti fyrstu føroysku talvbøkurnar til Helga Helgi telvar við pápa sínum Andrias Marius, pápi Andrias, doyði bert 53 ára gamal. Hann var dúgligur prentari og heiðursmaður