Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 230 - 28. november 2008 Seinastu vikuna er tað syrgiliga hent, at seks skip, sum hoyra til Kósavirkið, eru seld á tvingsilssølu. Hetta hevur fyribils havt við sær, at Kósavirkið er afturlatið, og finna verandi eigarar ikki eina loysn við Føroya Banka, so verða trýhundrað fólk uppsøgd, har av umleið tveyhundrað í Klaksvík. Eigararnir av Kósini og skipunum hava roynt sum frægast og royna fram­ vegis, alt teir eru mentir at fáa skipini aftur, soleiðis at virksemið kann halda fram. Eg vil ynskja teimum góða eydnu við hesum. Tá tílíkt hendir, at skip og flakavirki fara av knór­ anum og fólk í hópatali verða send í arbeiðsloysi, er neyðugt at spyrja, hví tað gekk galið. Ætli mær ikki seta spurn­ ing við eigararnar. Mær vitandi eru teir dugnaligur vinnulívsmenn, ið hava roynt sítt besta fyri at hava bæði skip og flakavirki koyrandi. Tøkk skulu teir hava fyri tað. Spurningar eiga hin vegin at setast við ta skip­ an, fiskivinnan virkar undir. Undir valstríðnum til Løgtingsvalið vístu bæði Javnaðarflokkurin og eg sjálvur fleiri ferðir á trupulleikarnar við verandi skipan ­ eini skipan við keypi og sølu av fiskirættindum á privata marknaðinum. Víst varð m. a. á, at hetta var ein vána­ lig skipan fyri vinnuna. Í staðin áttu vit at sett ein fiskidagabanka á stovn, har fiskidagar og kvotur vórðu bjóðaði út við stuttum millumbili. Hetta vildi verið tann besta skipanin fyri vinnuna. Ein av grundgevingunum hjá Javnaðarflokkinum og mær sjálvum var, at skipan­ in, har tað almenna gevur fiskiloyvi út í eitt 10 ára skeið í senn, sum síðani frítt kunnu umsetast á privata marknaðinum, hevur við sær, at tey, sum koma inn í vinnuna, taka ein óneyðugan stóran vága á seg. Verandi skipan við um­ setiligheit av fiskidøgum og fiskiloyvum á privata marknaðinum er helst høv­ uðsorsøkin til, at trýhundr­ að fólk nú verða send út í arbeiðsloysi. Veit væl, at fiskiskapurin hevur verið vánaligur og oljuprísurin høgur, men tey dýrt keyptu fiskiloyvini koma sum steinur oman á byrðu. Taka vit skipini hjá Kós­ ini sum dømi, so vórðu hesi keypt, meðan tað gekk væl í fiskivinnuni. Um­ framt at rinda fyri skipini skuldi Kósin eisini rinda fyri fiskiloyvini, t.v.s. tann profittin, sum seljararnir væntaðu sær tey komandi 10 árini. Hetta kann ikki lastast keyparunum, tí teir høvdu ongan annan møgu­ leika, um teir ynsktu at reka fiskivinnu. Hetta kann einans lastast politisku skipanini. Kenni ikki nágreiniliga keypsprísin fyri hesi skip, men siga vit sum dømi, at fiskiloyvini hjá hvørjum einstøkum skipi eru keypt fyri tíggju milliónir krónur, so er hetta nokk ikki heilt av leið. Hetta verður fíggj­ að við lántøku. Sum dømi siga vit, at skipið er keypt í 2006 og at lánið skal rind­ ast aftur yvir 10 ár. So skal 1 millión rindast í avdrátti árliga og har umframt ein lítil millión í rentum fyrsta árið. T.v.s., at við døminum omanfyri skal Kósin rinda smáar 2 milliónir krónur árliga fyri hvørt fiskiloyvi. Høvdu vit havt ein fiski­ dagabanka, so hevði so at siga øll rentan verið spard burtur. Høvdu vit havt fiskidaga­ banka, tá skipini vórðu keypt, hevði tað somuleiðis verið óneyðugt hjá teimum at keypt nakað fiskiloyvi fyri 10 milliónir. Tað hevði heldur ikki verið neyðugt hjá teimum, at rinda ”smá­ ar tvær milliónir krónur” fyri fiskirættindini hjá hvørjum skipi í 2008. Við einum fiskidaga­ banka, har fiskidagar og fiskikvotur høvdu verið boðin út við stuttum mill­ umbili, hevði prísurin á hvørjum fiskidegi reguler­ að seg eftir, hvussu tað gekst í vinnuni. Var nógvur fiskur, høgir fiskaprísir og lágir oljuprísir, hevði hvør fiskidagur verið dýrur at keypt. Hetta tí eftirspurn­ ingur eftir fiskidøgum tá hevði verið stórur. Hevði tað verið lítið til av fiski, lágur prísur og høgur olju­ prísur hevði hvør fiskidag­ ur verið bíligur at keypt. Hetta tí eftirspurningurin eftir fiskidøgum hevði verið lítil. Í 2008 hevur gingið heilt illa hjá okkara fiskivinnu, m.a. av vánaligum fiski­ skapi og høgum oljuprís­ um. Áhugin at keypa fiski­ dagar og fiskiloyvi er tí nærum heilt burtur nú. Vit síggja jú, at ein fittur part­ ur av fiskidøgunum als ikki verður brúktur. Tískil hava fiskiloyvini millum lítið og onki virði. Kósin skal tó framvegis, um vit brúka dømið omanfyri, í 2008 rinda eina millión í avdrátti og eina lítla milli­ ón í rentum fyri hvørt fiskiloyvi. Við einum fiskidaga­ banka hevði Kósin nú kunnað keypt fiskidagar fyri millum lítið og onki. Ja, kanska enntá fingið teir heilt forerandi. Vit hava ikki fiskidagabanka, og tí má Kósin framhaldandi rinda ein ovurhondsstóran prís fyri hvønn fiskidag. Ein prís, ið als ikki svarar til virðið á fiskidøgunum í dag. Fiskivinnan er í fríum fallið. Fleiri skip eru selt á tvingsilssølu og flakavirk­ ini sum hava keypt skip og lagt fiskirættindi undir seg hava havt fíggjarligar trupulleikar. Høvuðsorsøk­ in til trupuleikarnir, sum okkara høvuðsvinna er í, er fyrst og fremst, at fiski­ loyvir hava verið handlaði fyri ein ovurhondsstóran prís. Hetta hevur verið gjørt við vælsigninlsi frá teimum borgarligu flokk­ unum í føroyskum poli­ tikki, og hava hesir als ikki vilja hoyrt talan um broytingar. Og hvar er peningurin, sum Kósin og onnur hava rindað fyri síni fiskiloyvi, so farin? Jú, hann er farin út úr fiskivinnuni, og er í staðin settur í hotel­ og handilsvirksemi og í fasta ogn. So verandi skipan tænir als ikki okkara fiski­ vinnu, men einans teimum, sum velja at fara úr fiski­ vinnuni. Eru vit ikki komin har til, at verandi skipan hevur spælt fallit? Hví skulu trýhundrað verkafólk út í arbeiðsloysi? Aksel V. JohAnnesen Tá nevdarlimirnir í Føroyagrunninum frá 1971 siga seg hava tænt sína vernaplikt í Norð­ oyggjum er nakað álvarsamt galið Fyri at skilja yvirskriftina muga vit fara aftur til grundina, tá Føroyagrunn­ urin bleiv stovnaður. Kreppan sum rakti Kjøl­ brofyritøkuna síðst í sekti­ árunum bleiv loyst við, at Nationalbankin gav til gáv­ us 7 mió. kr til ein grunn, sum kom at eita Føroya­ grunnurin frá 1971. Tá eg var formaður í grunninum bleiv mær fortalt frá persónum, sum vóru við at finna hesa loysn, bleyv tann sjálvsama samatetingin av nevdini gjørd við bert einum fyri eyga, júst at tryggja sær, at hettar ikki bleiv ein politi­ skur samansettur grunnur, sum landið kundi fara av stað við. Útnevningin hvør skal sita í nevdini er reint lokal fyri at tryggja lokaláhuga­ málum, persónarnir verða allir, uttan formaðurin sum verður valdir beinleiðis av landsstýrinum, valdir eftir innstillan frá teim ymsu fagfeløgunum og komm­ ununi her í Klaksvík. So sigast má, at tann sum lat hesa, tá stóru upp­ hædd, nevnuliga National­ bankin hevur tryggjað seg fyri, at hettar var ein grunn­ ur fyri samfelagið her norðuri, so væl sum tað kundi lata seg gera. Um tað er rætt ella skeivt av gunninum ikki at vera við at endurreisa Kósa­ virkið við bátum, skal eg lata vera ósagt her. Men Føroyagrunnurin hevur við at selja seg partvís burturúr vinnuni, drenað vinnuna her norðuri við kanska væl yvir 100 mió. kónum. Soleiðis sum eg síggi tað, hevur grunnurin broytt seg frá at vera ein góður bakkur fyri vinnuna og annars alt lokalsamfelagið her norðuri til at vera ein professjunellur fíggjar­ grunnir við kaldari og kyniskum handilsligum stevnumiðum fyri allar Føroyar og uttanlands við, men bara ikki fyri Norð­ oyggjar, sambart útsøgnum frá grunninum sjálvum sum sigur seg ”hava tænt sína vernaplikt her norðuri”. Tílík úttala frá grunnin­ um eigur ikki at fara aftur­ við uttan at fáa avleiðingar, tí eftir mínum tykki hevur hvør tann einasti í grunn­ inum sum stendur aftan fyri hesa útsøgn ikki bert svikið andan í stovnani av grunninum, men svíkja nú samfelagið her norðuri, so tað er bert eitt at gera, og vil eg heita á Landsstýrið um at fáa formannin útskiftan, samstundis vil eg heita á øll avvarðandi feløg og kommunu, sum innstilla hesi, at heita á Landstýrið sum velur eftir innstillan frá tykkum um at fáa hesi fólk skift út sum sjótast, tí tað hastar at fáa grunnin aftur at virka eftir tí leisti, sum Nationalbankin so innarliga ynskti fyri allar Norðoyggjar at frama. Við vón um bjarta framtíð her norðuri. Út við nevdini! Fyrrverandi formaður grunnsins AnskAr hAnsen Hóast okkara ætlan á ongan hátt hevur verið at øsa ella særa nakran, so hava nøkur fólk tikið heitið á nýggja føroyska snaps­ inum illa upp. Vit harmast hetta. Lívsins Vatn er ein umseting av latínska heitinum Aqua Vitae, ið eisini er fakliga heitið á einum slagi av rúsdrekka. Slagið og heitið akvavitt eru definerað í EU regulativi nr. 1576/89. Føroyski snapsurin, Lívsins Vatn, er av slagnum taffel akvavitt. Tí hildu vit tað vera natúrligt og harumframt vakurt, at umseta heitið akvavitt til føroyskt. At kalla rúsdrekka Lívsins Vatn er annars ikki eitt serføroyskt fyribrygdi. Í Skotlandi og Írlandi hava tey t.d. Whisky, í Fraklandi Eua de Vie og í Skandinavia Aquavit – alt avleggarar av heitinum Lívsins Vatni. Lívsins vatn erling eidesgAArd viðmerkingar Tað gleðiliga hendi at í fiskiveiðiavtaluni við Russland bleiv kvotan økt við 2.000 tons av toski umframt 2.000 tons av upsa. Sum øll vita hava djúpvatnstrolararnir havt eitt sera soltið ár, serliga orsakað av tí høga olju­ prísinum, og tí hevur ein partur av flotanum ligið í mánavís. Eg skal ikki blandað meg uppí orðaskifti um sáttmálin við russar er góður ella minni góður, men minna á her er eitt gilt høvið at geva djúp­ vatnstrolarunum eitt skump tann rætta vegin, við at byta tann økta parting av kvotuni ímill­ um djúpvatnstrolararnar. Grundin til at eg komi við hesum reglum er at hetta er roynt fyrr við góðum úrslitið. Tað var mitt í hálvfems­ unum tá kvotan Eystan­ fyri hækkaði munandi, og fiskiskapurin her heima var vánaligur, tá bleiv hækkaða toskakvotan bytt millum annað til djúpvatnstrolaranar. Hetta gav fleiri av bátunum eini tveir toskatúrar í part eystanfyri. Tað vóru ikki øll sum vóru glað fyri hesa avgerð sum tá var tikin, men eg vil minna á at við hesi øktu kvotu so verður einki tikið frá teimum sum hava kvotu í Barentshavinum framm­ anundan. Eini 200 tons í part vil geva eitt íkast uppá eini 4. milliónir krónur til hvønn bátin. Harumframt kundi størsti parturin verður landaður í Føroyum. Sostatt kundu bátarnir fingið ein góða begynning uppá árið og samstundis partvís fiska seg burturúr truppulleikunum. Vælsiganði samgongu­ fólk hugsið um hendan møguleikan. Rógva aftur á aftur henrik old