fríggjadagur 28. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2006
inngangur
So komu boðini, ið nógv hava
væntað fóru at koma fyrr ella
seinni.
Pál Weihe, lækni og granskari
og Høgni Debes Joensen,
landslækni, síggja seg nú noyd-
dar at ávara um at eta grind.
Hon er somikið dálkað, at
árinini av grind sum mannaføði
nú kunna mátast í so stórum
nøgdum, at tað er etiskt rætt
at rópa varskó og mæla øllum
fólki, ungum sum gomlum,
mannfólkum sum konufólkum,
frá yvirhøvur at eta grind.
Tað hevur uttan iva verið
tung løta hjá hesum báðum,
at seta orð á tað tíðindaskriv,
ið kom í vikuni. Tað sæst eisini
á orðaljóðinum. Grindin hevur
ikki bara verið okkum góð til
matna. Hon hevur stóran leik-
lut í øllum føroyska mentanar-
lívinum. Bókmentir, myndlistin,
kvæðini osfr eru á tremur við
søgum og hugleiðingum um
okkara lítla hval.
Vænti tó ikki, at tað fer at
enda so galið við identiteti-
num hjá føroyska manninum,
sum tað gjørdi í Grønlandi, tá
ið veiðisamfelagið knappliga
hvarv.
Føroyski maðurin hevur nógv
onnur bein at standa á. Vit
eiga seyðin, útróður, fugl, haru,
laksin osfr.
Harmiligt er, at hvalurin skuldi
fáa hesa lagnu. Eg taki meira
synd í honum, at hann skal liva
í hesa dálkaðu hav-suppu. Vit
skula nokk klára okkum.
Kanska er hetta eitt upplagt
høvi at bróta upp úr nýg-
gjum og finna aðrar úrdráttir í
havinum, ið kunna ríka okkara
matmentan.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
16
Grind óhóskandi
sum mannaføði