fríggjadagur 28. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2008
17
Hvussu kann eitt samfelag
fáa tað slag av psykosum,
sum plága okkum í dag?
Tað er sjálvsagt eitt produkt
av mongum viðurskiftum,
harímillum vantan av religi
øsari trúgv, svíkjan í upp
læringini og annað. Í bók
síni 1984 tosar George Or
well um nakað, hann kallar
»dupulthugsan«. Hetta er
eingin original hugsan, tí
Bíblian sigur: »Slíkt tvísint
menniskja, vinglut á øllum
leiðum sínum«. (Jak. 1,8).
Tjóðskaparliga sæð eru vit í
einum tílíkum dupultum
hugsunarhátti, sum kann
hótta sjálvt tilveru okkara.
»Dupulthugsan« ella tví
sinni vil siga, at ein hevur
tvær mótstríðandi trúarupp
fatanir í sinni sínum, og at
ein góðkennir báðar. Allur
heimurin er kendur við
kommunismunar tvítungur.
Tá tey tosa um frið, so er
tað »friður við okkara treyt
um«. Men vit tosa ofta við
tveimum tungum. Vit siga,
at vit eru ein kristin tjóð,
men mikið av mentan okk
ara, sosialu vanar okkara,
djúpu áhugamál okkara eru
ikki kristin í heila tikið, tey
eru beinleiðis verðslig.
Erich Fromm sigur:
»Sjálvt um fólk trúgva upp
á Gud, so brýggja tey seg
ikki um hann. Tað vil siga,
at tey hugsa ikki um religi
øsar ella andaligar trupul
leikar. Tey missa ikki nátt
arsvøvnin vegna tílíkar
umstøður. Tey flestu menn
iskju í vesturheiminum
siga, at tey trúgva uppá
Gud, og við tí meina tey
Guds prinsippir viðvíkj
andi kærleika, rættvísi,
sannleika og eyðmjúkleika.
Men hetta hevur lítla ávirk
an á dagliga lívið. Tey
flestu av okkum liva fyri at
fáa meira av materiellum
góðsi, størri tryggleika og
størri prestisju«.
Vit siga, at vit trúgva uppá
kirkjuna, men hóast tað, so
eru tað mong av okkum,
sum uttan at skamma
okkum yvir tað, koyra forbí
kirkjuna til golfbanan, bát
okkara, baðistrondina, ja, til
og við til náttklubbar.
Idealir kunnu ofta broyt
ast til slagorð, idealirnar
gerast fremmand fyri okk
um. Ein livir ikki longur
eftir teimum, og í staðin
gerast teir avgudar uttan
um okkum sjálvi.
Freud lærdi tað, sum
eisini Bíblian sigur, at eitt
menniskja kann vera heilt
upprigtigt á allan hátt og
samstundis vera fullkomi
liga á villspori. Upprigtig
heitin kann tó vera nakað,
ein krógvar seg aftanfyri,
nakað sum krógvar tann
veruliga impulsin, sum
drívir ein. Vit kunnu vera
upptikin av »dupult
hugsanum«, uttan at vita
av, at vit gera nakað skeivt.
Flokkahugsan
Við síðuna av »dupulthugs
an« eru vit eisini í vanda
fyri at verða »flokkahugs
anir«. Tørvurin eftir trygg
leika og freistingum fyri at
verða góðtikin og kendur,
leiðir okkum inn í ávísar
hugsunarleiðir, vanar og
lívsmynstir. Vit vilja helst
hugsa, handla og tosa eins
og fólkið kring okkum.
Nakað vit frykta meiri enn
nakað annað, er at verða
kallaður ein »outseidari«.
Henda fryktin hevur leitt
okkum niðureftir á eftirlíkn
ingsins vegi. Tað hevur sett
stemplið »organisera menn
iskja« á sálir okkara, og
tað hevur tikið originalar
hugsanir, persónligheit og
konstruktivar handlingar
frá okkum. Hetta hevur
ikki einans gjørt seg gald
andi á tí verðsliga økinum,
men eisini á tí religiøsa.
Í »the Status Seekers«
skrivar Vance Packard:
»Fyri størsta partin av
teimum amerikonsku
kristnu er tað at ganga í
kirkju ein vakur siður, sum
menniskju eiga at fylgja
um sunnudagarnar. Tað
sigur nakað um, hvussu
respektabul tey eru, gevur
teimum eina góða føling
av, at tey uppføra seg á ein
hátt, sum teirra gudfrykt
igu forfedrar vildu hildið
gott um, og hjálpir eisini á
tann sosiala, so tey verða
roknað uppí ein sosialan
flokk, sum tey gjarna vilja
identifisera seg við. Til og
við tey, sum eina taka eina
gudstænastu álvarsamt,
gera ofta hetta kunnugt fyri
øðrum, serliga tá tey eru
saman við sínum egnu
menniskjatypum.
Tað er ikki lætt at bróta
við nútíðar flokkahugsan.
Hon hevur ávirkan á okkara
val, á matin vit keypa, bilar
nar vit velja at keypa, ben
sinið vit nýta og hartil upp
fatan okkara av religiónini.
Tað er óhugnaligt at
leggja til merkis, hvussu
fjøldin kann lokkast at
trúgva næstan hvat sum
helst, treytað av, at tað
verður servera á sama hátt,
sum ein er vanur at fáa
kunnleika um, antin tað er
rætt ella ikki rætt. Tá ein
sjónleikari til dømis fyri
nøkrum árum síðani kravdi
rosa champagne í einum
filmi, íbirti hann eina
minni revolutión í vínindu
striuni. Skjótt vóru tað
restaurantir í øllum landi
num, sum fingu fyrispurn
ing um henda eksotiska
drykkin. Úr einum enda av
landinum í annan, fyriskip
aðu film og tvstjørnur
fundir, manerar, ja har
afturat moralska fram
førslu. Men um Madison
Avenue og Hollywood gera
av, hvussu baðiverilsi skal
síggja út, eins og annað
líknandi, so er tað hóast alt
veik symptomir á teirra
suggesjonsmakt.
Filmur og sjónvarp leiðir
fólksins hugsanir viðvíkjandi
politikki, morali og sosialum
spurningum. Í roynd eftir
roynd, sum hevur verið á
hægri skúlum og millum
universitetsstudentar, hevur
tað víst seg, at filmir og
sjónvarpsprogramm kunnu
heilavaska síggjarnar.
Kelda: Billy Graham
»Verden i flammer 1971«.
Umsett hevur Símun Pauli
Jacobsen, Vestmanna
Billy Graham - Dupulthugsan
Símun Pauli
JacobSen
Ikki smávegis eg nú traðk
aði tykkum á tærnar.
Jú Jú Sofus rætt hevur tú,
tá tú gitir, hvønn Hans
Jákup, talan er um. Haldi vit
hava verið vinir í út ímóti 35
árum nú, so tað er ikki tað,
ið býr undir hesi skriving.
Tú hevur eisini rætt í tí,
at eg afturvísi ongum av tí,
tú hevur skrivað, tað skriv
aði eg eisini í míni við
merking, at eg vildi ikki
viðgera innihaldið í tíni
viðmerking.
Tí at eg var ikki á lands
fundi Javnaðarfloksins,
veit tí ikki hvat har varð
sagt, og tí tað er mær óvið
komandi, eg eri við øðrum
orðum líkaglaður.
Skilji á tíni skriving, at
tú hevur heilt misskilt mín
boðskap, skal tí royna at
útgreina tað her.
Tað sum stoytti meg við
tíni fyrstu viðmerking vóru
hesi orðini sitat: Samanum
tikið kunnu vit bert enn eina
ferð taka saman um Tjóð
veldi: ússaligt. sitat endar.
Fyri tað fyrsta dámar
mær ikki orðið ússaligt,
haldi tað er eitt ómetaliga
niðrandi orð í hesum
samanhanginum.
Tjóðveldi er ein politisk
ur flokkur samansettur av
einum ávísum tali av lim
um. Tá tú skrivar soleiðis,
skilji eg tað sum Tjóðveldi:
ússaligt, jamen so eru øll
tjóðveldisfólk eftir tínum
tykki ússalig.
Tí nevndi eg kommunu
valið. Tú kanst ikki ein
mánað eftir valið fara út og
siga, at tínir veljarar eru
ússaligir, tí teir eru tjóð
veldismenn.
Havi einki ímóti, at tú
heldur at Tjóðveldi tekur
ússaligar politiskar avgerð
ir, ella tingfólk tjóðveldis
eru ússalig, ella at eg sum
limur í Tjóðveldi eri ússa
ligur, tað er upp til tín.
Vildi bert mótmæla, at tú
generaliserar øll tjóðveldis
fólk út frá tí, sum Jógvan
Arge og onkur annar hevur
sagt um landsfund Javn
aðarfloksins.
Ivaleyst er tað so, at í
Tjóðveldi verða tiknar polit
iskar avgerðir, sum av nøkr
um verða hildnar at verða
ússaligar. Tingfólk Tjóð
veldis taka ivaleyst eisini
persónligar avgerðir, sum
onkur heldur vera ússaligar.
Loyvdi mær at vísa á, at
tann mátin Javnaðarflokkurin
slapp sær úr CHE samgong
uni, varð lítið virðiligur.
Haldi, at tað er løgið at
Jóannes Eidesgaard ikki
torir at seta ein kanningar
stjóra í lásamálinum.
Nevndi tað, sum stóð í
Dimmalætting sama dag,
sum tín viðmerking, um
íslandstúrin hjá fíggjar
málaráðharranum, mest tí
at tað nokk varð lagnunnar
speisemi, at tit báðir vóru á
forsíðuni í Dimmalætting
samstundis, av tveimun so
ymiskum orsøkum.
Haldi sjálvur, at tað er
nakað tvætl at blíva við at
válka sær í hasum máli
num, hevur maðurin havt
eina kenning, hvat so, hann
skal fáa frið fyri mær.
Haldi ikki, at eg havi
sligið undir beltið.
Tað, eg skrivaði um
John, tað var bara fyri at
vita, um eg fekk hann at
bíta á, um tað eydnaðist
kanst tú sjálvur meta um.
Nevndi hesi tingini, ikki
fyri at tú skalt taka støðu
til tey, ella tí tey hava nak
að við teg at gera sum
persón, men bert fyri at
vísa á, at tað verða eisini
avgerðir tiknar í Javnaðar
flokkinum og av javnaðar
tingfólkum, sum onnur
halda vera minni góðar.
Men eg vildi aldrin av
teirri orsøk skrivað Javnaðar
flokkurin: ússaligur, ella
Javnaðarfólk: ússalig, tí hetta
í báðum førum eftir mínum
tykki er at generalisera javn
aðarfólk sum ússalig, og tað
haldi eg er skeivt, kenni nógv
skilafólk, sum eru javnaðar
fólk, tú íroknaður.
Síggi annars, at tú í
seinnu viðmerkingini skriv
ar, at tað ikki eru tjóð
veldisfólk sum so, tú hevur
gjørt viðmerkingar um,
men oddafólkini í flokki
num, tí øll tjóðveldisfólk
kunnu ikki lastast fyri tað,
oddafólkini gera. Púra
samdur, Sofus, tað kundi tú
bara havt skrivað í tíni
fyrru viðmerking og ikki
geniraliserað, so hevði tú
ongantíð havt fingið nakra
viðmerking frá mær.
Vil annars framvegis
loyva mær at hava eina
politiska meining og at
gera viðmerkingar til tað
sum fer fram í føroyskum
politikki, eisini tá tað snýr
seg um Javnaðarflokkin.
Og Sofus um tað gerst ov
baldrut í glashúsinum, nú
ringasta árstíð er til veður,
so skalt tú alltíð vera hjarta
liga vælkomin í gróthúsið,
her er trygt, og fjágt.
Enn ein viðmerking til Sofus Johannesen
HanS JákuP
olSen
Nú er spurningurin um lán
til keyp av virðisbrøvum
komin á frestu rók, og her
vil Høgni Hoydal, formað
ur í Tjóðveldi, vera við, at
verandi kapitalvinnings
skattalóg er við at fáa
vanligar familjur í óføri.
Hvør er so veruleikin.
Jóannes Ejdesgaard upp
lýsti fyri tinginum, sam
bært útvarpinum í kvøld, at
talan er í 2007 um gott og
væl 200 persónar, ið hava
lænt yvir 200 milliónir til
keyp av virðisbrøvum.
Hvar er trupulleikin? Her
er neyvan talan um serliga
nógvar vanligar familjum,
ið eru komnar í órøri.
Ein skjót høvðurokning
vísir, at hesir persónar hava
lænt umleið 1 millión í
part, so mest sannlíkt er
her talan um persónar, ið
hava nakað av peningi í
rygginum og eru von at
gera íløgur.
Eg havi sjálvur lænt
nækrar túsund krónur til
íløgur. Í mínum føri er als
ikki talan um nakra van
lukku, sjálvt um kursirnir
eru met lágir í løtuni.
Hevur tú ikki møguleika at
varðveita virðisbrøvini, um
kursurin lækkar, skalt tú
als ikki gera íløgur í slík.
Hetta er vanlig abc fyri
íleggjarar, og tey, ið ikki
vita hetta, skulu als ikki
nærkast íløgum yvirhøvur.
At onkur er komin í
óføri, er helst onki at ivast í.
Vit hava hoyrt um einar
tríggjar stjórar, ið hava tikið
nakað rívan til og hava ver
ið noyddir at selja við tapi.
Men hví skulu vit harmast
teir? Teir áttu at vitað váðan
við slíkum íløgum!
Og hvar er so skandalan
fyri landskassan?
Rentur av slíkum lánum
kunnu bert dragast frá í
øðrum kapitalvinningi, og
um tú ikki fært drigið alt
frá í einum ári, so kunnu
hesar rentur bert flytast
fram í 5 ár í mun til onnur
tap, ið ikki hava nakra
avmarking í framflyting.
Tapið hjá landskassanum
av hesum lánum er sostatt
ógvuliga avmarkað.
Eg haldi tað vera rætt at
loyva føroyingum at royna
seg á virðisbrævamarknað
inum, hóast hesin í løtuni
ikki er nakað serligur. Men
hesin marknaður vil altíð
hava viðgongd og mót
gongd, og tað mega ábyrgd
arfullir peningastovnar
altíð hava fyri eygað, tá
teir ráðgeva sínum við
skiftafólkum, ið hava hug
at taka lán til íløgur. Pen
ingastovnarnir taka eisini
tapsábyrgd á seg, tá teir
geva lán til slikar íløgur, so
eg eri als ikki bangin fyri,
at nøkur óráð verða tikin á
hesum øki.
Tí haldi eg ikki, at lands
stýrið skal broyta lógina á
hesum øki nú. Verandi 5
ára firningarfreist fyri rentu
frádráttinum ger, at tapið
verður minst møguligt.
At føra fram, at hendan
lógin kemur nógvum før
oyskum familjum í óføri,
er at skjóta langt yvir
málið! Tølini talað fyri seg.
Eg eri uttanlands í løtuni
og kenni hetta málið bert
frá tíðindasendingini í
útvarpinum í kvøld, so
møguliga eru onkrir
upplýsingar komnir fram,
sum eg ikki kenni. Men eg
haldi meg kenna
viðurskiftini um hetta mál
so mikið væl, at eg kann
standa inni fyri tí, eg her
havi ført fram.
Hvar er skandalan?
SofuS DebeS
JoHanneSen
viðmerkingar