Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 • 28. november 2006 17 Eina ferð um árið ger mest viðurkenda tíðarritið um vín, Wine Spectator, ein topp-100 lista yvir bestu vínsløg í heimi- num. Í ár høvdu teir smakkað seg ígjøgnum stívliga 20.000 ymisk vín, áðrenn topp-100 listin kundi gerast. Ovast kom Clos Apalta 2005 frá kilensa vínhúsið Casa Lapo- stolle. Clos Apalta er topp-ví- nið, men eyðkent fyri madame Alexandre Marnier-Lapostolle, ið eigur Casa Lapastolle, so eru øll sløgini av hennara hondum merkt av góðsku. Hon hevur somikið format, at hon ikki vil framleiða nakað undir minsta- mark. Rúsdrekkasøla Landsins er somikið heppið at hava vín á hillunum frá Casa Lapostolle. Talan er um vanligu útgávuni av Cabernet Sauvignon. Men sum tað sæst á skoðsmálinum, so er einki vanligt hjá Lapostol- le. Tey gera altíð fyrstafloks vín. Eitt annað viðurkent tíðarrit, Wine Enthusiast, hevur somu- leiðis kosið Casa Lapostolle til ársins vínhús í Nýggja Heimi- num. Alt í alt, eitt rættiliga gott ár fyri Lapostolle. Nú hitastigini nærkast kulda, so er sesongin fyri góðum portvíni eisini byrjað. Tað kann vera hi- tandi og stimbrandi við einum góðum glasi av hesum portugi- siska heitvíni. Sum ein hugnad- rykkur ella afturvið konfekt. Montalto, IGT Sicilia, Greca- nico-Chardonnay 2007 Uppruni: Turt hvítvín úr Italia Ummæli: Gyltur gulur angi. Gul súrepli, melón og sitrón í rákanum. Góð fylla. Spennandi javnvág millum tad fylduga og fríska. Líkatil og lýtaleyst vín. Rímiligur prísur. Kostnaður: Kr. 65,00 Skoðsmál: Casa Lapostolle, Rapel Valley, Cabernet Sauvignon 2006 Warre’s Special Reserve Warre’s Kings Tawny Uppruni: Søttligt heitvín úr Portugal Ummæli: Granatreyður litur við tigulsteinsbrúnum kanti. Nøsin hevur brá av søtum kirsuberum, leðri og putursukri. Í smakkinum koma undan kavi tónar av nøtum, kanle og kaffi. Meira søttligt og kryddað. Framúr til konfekt. Kostnaður: Kr. 110,50 Skoðsmál: Uppruni: Søttligt heitvín úr Portugal Ummæli: Djúpur kirsubersvar- tur litur. Eitt satt fýrverk spríkir upp úr glasinum: svørt søttlig berfrukt, putursukur, heslinø- tur, enskt lakress og súltaði kirsuber. Stór fylla, ríka frukt, samansett. Og kortini frískligt. Hóskar bæði sum hugnaglas, afturvið konfekt og ikki minst blásoppa-ostum. Kostnaður: Kr. 134,00 Skoðsmál: Uppruni: Turt reyðvín úr Kili Ummæli: Kirsubersvartur litur. Sera lekkur og saman- settur angi av frískum sólbe- rum, pipu-tubbaki, leðri og sjokolátu. Angar av marglæti. Í sera spennandi og kraftmikla smakkinum finni eg aftur nóg- va myrka berfrukt, nýspískaðan blýant, lakress og sedrisvið. Ein feril av espresso-kaffi. Turt reyðvín við frálíkari javnvág. Framúr reyðvín til sunnudags- oksasteikina! Kostnaður: Kr. 121,00 Skoðsmál: Mortan í Hamrabyrgi ummælir vín úr Rúsdrekka­ sølu Landsins. Skoðsmálini eru latin í mun til samsvar millum prís og góðsku. Heimsins besta vín frá Casa Lapostolle vín ummælið mortan@hamrabyrgi.com Minst til at portvín ikki skal drekkast úr smáum fingurbol- lum. Tá kemur góði samansetti angin als ikki til sín rætt. Nýtið góð klænvaksin víngløs við tulipans-skapi. Og portvín skal drekkast svalligt, 10-12 stig.