Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 230 - 28. november 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn meint verður við. Hann stóð í halgimannatali tíðliga í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið navnframur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90 ára gamal. 29. november. Saturninus. Fleiri halgimenni við hesum navni eru knýttir at degnum, men helst halda teir talan vera um fyrsta kristna biskupin í Toulouse í Fraklandi, sum varð tikin av døgum um ár 257. Á grøv hansara er umleið ár 1100 bygd prýðilig kirkja, sum í miðøld var nógv vitjað av pílagrímum. 30. november. Andrasarmessa. Um lærusveinin Andrias sigur apokrýfisk søgn, at hann, tá ið ápostlarnir skiltust, fór sum trúboðari til Grikkalands og um svartahavsleiðirnar. Hann noktaði fyri at tæna skurðgudunum og varð krossfestur. Krossurin hann var hongdur á, var settur saman á skák, og ein tílíkur krossur hevur síðani verið róptur andrasarkrossur. ”Eingin veit, hvar feigur fjakkar”. Aftur nú – mánadagin í heystferiuni – fingu vit eina álvarsama áminning um, hvussu rámandi hetta orðafellið er – og hvussu nógv, ið tíbetur er fjalt fyri okkum. Ásmund Lam­ hauge var farin. Vit steðgaðu á – menniskjaligt vit og skil høvdu ilt við at góðtaka hesi boð. Henda fyrsta gerandisdagin í heystferiuni fer hann sum so mang­ an áður frískur og ferðugur frá hús­ um á fjall Uttan fyri Gjógv í Lamba­ líð. Hann gekk ta somu ódnina, ið hann nú hevði gingið í eina hálva øld. Hann kendi hvønn stíggj og hvørt strik og tráddi kendar ræsur. Ásmund var sera varin á fjalli, so varin at hann vanliga hevði ábyrgd­ ina av smádreingjunum, sum jú altíð eru við, og soleiðis var eisini hesaferð. Men ­ ”skjótt er Harranum um” ­ stutt fyri middag var hann áhaldsin og datt so meint, at vit høvdu ikki meir enn sett á seinna­ partin, tá ið deyðsboðini bórust. Hann bleiv einans 63 ár. Seinasta dag fyri heystferiuna høvdu vit í Runavíkar skúla renn­ ingardag. Ein illfýsin dagur, men eftir upphiting í høllini varð herjað á Mýrarnar, og einar tveir tímar seinni var teinurin runnin. Tá ið liðugt var, koyrdi Ásmund sum tann seinasti eftir Agninum fyri at tryggja sær, at ongin næmingur var eftir úti í illveðrinum. Síðani drukku starvsfelagarnir ein kaffi­ munn saman á lærarastovuni. Lagið var gott; tosað varð um skurð og fjallgongu, og Ásmund var í essi­ num. So fór hvør til sítt. Seint á kvøldi takkar Ásmund yvir inter­ netið okkum lærarum fyri ein góð­ an, men buldrasligan dag og ynskir okkum framhaldandi góða heyst­ feriu. Hetta var seinasta heilsanin frá okkara stjóra. Ásmund Lamhauge var føddur í Lamba tann 15. juli 1945 og var sonur Dia undir Lyngbrekku og Amandu f. Joensen úr Leirvík, og var hann næstelstur av seks systkj­ um. Eftir barnaskúlan var hann til skips við glyvrasluppini Minnie í tvey ár. Millum annað var hann í Grønlandi til sjálvdrátt og á sild bæði árini. Síðani tók hann prelimi­ nerprógv á Glyvrum og students­ prógv í Hoydølum. Summarferiur­ nar arbeiddi hann á skrivstovuni hjá D. P. Højgaards Timburhandli. Eftir studentaskúlan var hann vikarur í Glyvra skúla tvey ár. Hann treivst í undirvísingini og fór tí til Danmarkar at læra til lær­ ara á Jonstrup Seminarium. Har gingu fleiri føroyingar, og í ervinum fortaldi onkur av hesum um tað góða samanhaldið, ið var teirra millum. Ásmund, sum longu tá var rættiliga búgvin og myndugur, var sum ein annar pápi fyri teir. Eftir lokið prógv í 1973 kom Ás­ mund heim aftur og gjørdist lærari í Glyvra skúla. Í 1982 bleiv hann deildarleiðari í tí nýggja Runavíkar skúla, og 7 ár seinni varð hann vara­ skúlastjóri. Í 1995 gjørdist hann skúlastjóri. Ásmund var góður starvsfelagi og góður skúlastjóri. Hann var sera góður við skúlan og strembaði altíð eftir, at okkara skúli skuldi vera í fremstu røð, tá nýhugsanir stungu seg upp. Hann var opin fyri øllum tí nýggja, men stóð sum drangur í brimi, tá tað galt um at verja skúl­ ans virkisøki. Hansara størsta hjartamál var tann nýggi skúlin í Runavík. Nógva orku brúkti hann í hesum arbeiði, og tað er sárt at kenna, at honum ikki untist at síggja liðugt verk nú til várs. Hann gekk á odda fyri at fáa tey brekaðu inn um skúlans gátt og arbeiddi alsamt dúgliga fyri at skapa teimum betri kor á øllum økj­ um. Hann var støðufastur maður. Fjaldi ikki síni politisku sjónarmið: var sambandsmaður um ein háls og ikki at vika. Hann hevði sín fasta sess í Glyvra kirkju, har hann sat hvønn sunnumorgun. Ættarkærur var hann sum fáur, og alskur hansara til heimbygd sína, Lamba, var eyðsýndur. Saman við øðrum arbeiddi hann við at samla og skráseta staðanøvnini í bø og haga. Var álvarsmaður á at líta, men vit, ið kendu hann, vistu, at aftan fyri álvarsemið var eitt bleytt lyndi. Hetta lyndið kom serliga fram onkra lagaliga løtu á lærarastovuni – tá ið friðurin valdaði, ella okkurt serligt var á skránni. Eitt dømi um hetta kom fram tann dagin, ið hann fekk ”Herðaklappið” frá Javna. Runavíkar skúlaverk er eitt stórt arbeiðspláss. Her virka meira enn 60 starvsfólk. Kvinnur og menn, ung og eldri. Trivnaðurin okkara millum lá Ásmundi sterkt á sinni. Tí hava vit einar tríggjar ferðir um árið skipa fyri samverum lærarana millum, har skemt og hugni hava verið einastu evnir á skránni. Skúla­ árið hava vit nú í fleiri ár endað við útferð. Við hesi tiltøk er samanhald­ ið styrknað, og her vísti Ásmund veruliga, at hann var tann góði starvsfelagin og vinurin. Ásmund giftist við Jastrid Weihe úr Bønhúsmørk í Lamba, og bygdu tey sær hús í heimbygdini. Teirra vakri urtagarður er eitt gott dømi um alsk teirra til tað vakra og lívs­ játtandi í hesum heimi. Tey bæði fingu døturnar Dianu og Nicolinu, sum báðar eru væl undankomnar. Diana og Jákup, versonurin, høvdu júst givið Ásmundi abbasonin Odd. Nú í summar og í heyst rokaðist Ásmund við at hjálpa teimum at byggja. Tit, sum nú sita eftir í stórari sorg og svárum sakni, skulu vita, at tank­ ar okkara leita til tykkara, og at vit luttaka í sorg tykkara. Tit hava mist ein góðan mann, faðir, verfaðir og abba, men minnini um hann tekur deyðin ikki við sær – tey hava tit eftir. Latið tey vera við til at hjálpa tykkum at bera hetta. Fjøllini kring Skálafjørðin eru dimm á at líta, men teir kavataktu tindarnir peika móti heiðum, stjørnulýsandi himm­ alhválvi . Vit ynskja, at Harrin styrkir tykk­ um og veitir linna í sorgarmyrkri­ num. Starvsfelagarnir í Runavíkar kommunuskúla. Ásmund Lamhauge farin Føðingar 4. november fingu Sigrid Jógvansdóttir og Poul Eiden Müller, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr. 18. novembur fingu Vita og Tórur Vang Jacobsen, ættaði úr Letlandi og Froðba, búsitandi í Glumsø, DK eina dóttur. Hon vigaði 3050 og var 52 cm. long. 19. november fingu Linda á Stongunum og Kristian Andrea­ sen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3750 gr. 19. november fingu Eydna og Dávur Johannesen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4900 gr. 20. november fingu Lív Thomsen og Xiaobin Zhang, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3400 gr. 20. november fingu Fríðunn og Kári Jaocbsen, Streymnes, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3125 gr. 21. november fingu Hildur Eyðunsdóttir og Oyvindur av Skarði, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3400 gr. 21. november fingu Marit H. Jensen og Fríðfinn Nicolajsen, Skopun, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3800 gr. 22. november fingu Elisabeth og Svein Eliasen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3100 gr. 24. november fingu Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2700 gr. 24. november fingu Heidi Kragesteen og Pól Jakobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4100 gr. 24. november fingu Beinta og Frífinn Nolsøe, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3100 gr. 25. november fingu Eyðfinn Hansen og Guðný Wardum, Kirkjubøur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3370 gr. 26. november fingu Jóhanna og Kári á Rógvi, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3440 gr. Gullbrúdleyp 25. november høvdu Henny og Martin J. Jarnskor, Norðra­ gøta, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík 29. november kl. 18.00. Brúdleyp Leygardagin 29. nov. giftast, Eyðna Festirstein og Kristian Ludvík Dam, í Klaksvík. Høvi verður at heilsa uppá brúðarparið í hølinum hjá Klaksvíkar húsmøðrafelag á Bøgøtu ímillum kl. 15.00 ­ 19.00. 4. novembur fingu Marius og Eirikur í Langevåg í Noregi ein lítlan beiggja, sum eitur Heini. Foreldrini eru Suffía Joensen og Per Havnegjerde. 14. novembur fekk Sára Vang ein lítlabeiggja, hann vigaði 4080 gram og var 54 cm. langur. Foreldur eru Maureen Andreasen og Mortan Vang í Froðba Hey, eg eiti Jóhannis, mamma eitur Vanda og babba eitur Hans, vit búgva í Randers. 13. nov. Fingu vit eina lítla diddu hon eitur Maria Vanessa, hon vigaði 3500g og var 53cm