Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 • 28. november 2006 Nei, eftir at fakkunnleikin hevur koldømt grindina sum mannaføði, skula vit ikki øll nú bara – við gron - eta ússaligt útlendskt pasta og tomatsós, - sum onkur annars hevur roynt at rógva uppundir. Kanska ikki líka mansligt at standa í kø- kinum í fyriklæði og kóka eina spaghetti bolognese sum at standa í klovstyvlum í hjallinum og salta spik. Men harragud, allur identiteturin í føroyska manninum kann væl ikki liggja fjaldur í grindamentanini!? Vit skula harmast, at lagnan bleiv so hørð hjá hesum fan- tastisku og heilt óseku súg- djórunum í havinum. Vit takka fyri, at tey góvu okkum bæði mat í munnin og ikki minst matupplivingar. Vónandi gerst framtíðar-tilveran sum ovu- reitraður hvalur í havinum ikki ov pínufull. Góðan byrð! Føroyingar eta pasta og tomat- sós frammanundan og skula ikki eta meira av hesum sum so, men tað kann vera áhuga- vert at kanna, hvat er gott og hvat er minni gott av hesum á handilshillunum her heima. Serliga smábørnunum dáma væl pasta. Tað kenna flestu foreldur ivaleyst væl. Vanligt pasta er úr hvítum mjøli og eigur at etast við máta. Full- korns-pasta er betri fyri okkum. Í dag er tað reyða tomatsósin, sum verður umrødd. Og hon er slettis ikki so galin í mun til heilsu, sum nógv kanska halda. Vistu tit, at tað næstan er heilsubetri at eta tomatsós enn frískar tomatir? Í hvussu so er í mun til innihaldið av sterka og týdningamikla anti-oksi- dantinum lycopen. Tað er nógv meira til av lycopen í tomatsós (og ketsjuppi) enn í frískum to- matumog kroppurin upptekur eisini hetta lættari í mun til í frískum tomatum. Tað snýr seg um, at lycopen sleppur leyst úr tomatini, tá ið hon verður kókað. Samanumtikið, so skula vit sanniliga halda fram at eta frískar tomatir, men eingin or- søk til at hava ringa samvitsku um børnini (ella tey vaksnu) eta tomatsós viðhvørt (ansið tó eftir sukurinnihaldinum). Hvat er so ein tomatsós? Vit kenna hana best úr italska kø- kinum, - ’sugo’ sum italiumenn rópa hana. Flusnar tomatir,salt og kryddurtir. Tað er alt! Um tomatirnir ikki hava verið nóg búnar tilseta summir eyka sukur at káva útyvir. Tomat in- niheldur í sær sjálvum ríkiligt av sýru, so javnvágin átti at verið í lagi. Skoðsmálini í dag eru latin í mun til smakk (frískur tomats- makkur í mun til niðursjóðaður tomatpuré-smakkur) og javn- vág í krydd. mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com 18 Tomatsós Mortan í Hamrabyrgi ummælir mat úr føroysku matvøruhandlunum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Beauvais (Miklagarður) kr. 16,95/470 g (kr. 36,06/kg) Smakkar ov nógv av puré og sukur. Vánaligt. Dolmio Vistfrøðilig (Miklagarður) kr. 24,95/500 g (kr. 49,90/kg) Alt ov sukursøtur. Eisini onkur syntetiskur smakkur. Vamlisligt. Don Pomodoro (Miklagarður) kr. 29,95/350 g (kr. 85,57/kg) Reinur og kraftmikil tomats- makkur. Sera góð javnvág. Il Fornaio (FK) kr. 29,95/700 mL (kr. 42,79/kg) Lættur, men sera, sera reinur smakkur av tomat. Framúr. Coop (FK) kr. 14,95/700 g (kr. 21,36/kg) Lættur, men nøkulunda reinur smakkur. Ein feril av puré tó. Hampulig javnvág. Barilla (Miklagarður) kr. 19,95/400 g (kr. 49,88/kg) Sera reinur og kraftmikil smak- kur av tomat og krydd. Góð javnvág. Knorr (Miklagarður) kr. 18,95/515 g (kr. 36,80/kg) Ræðuligt sukursøtt og puré- kent. Vánaligt. SuperGros (Miklagarður) kr. 12,00/480 g (kr. 25,00/kg) Alt ov sukursøtt. Vánaligt.