Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2008 19 Josva Anthoniussen, Morskranesi, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin, 85 ára gam­ al. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin klokkan 18 í Selatraðar kirkju. Jarð­ arferðin verður leygar­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Josva kunnu lata Selatraðar kirkju eina peninga­ gávu. Konta í peninga­ stovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hagbard Dalfoss Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum á B7, ið vóru um hann ta síðstu tíðina. Takk til Sonju Klein, prest, sangarar og kirkjutænarar. Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til Føroyafelag móti krabbameini. Takk til tykkum, ið bakaðu, og takk til tykkum, sum fylgu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Sonja, Oda, Alexandur og Ann við familjum Leygardagin 29. novembur fyllir Hans Jacobsen á Glyvrum, vanliga nevndur Hans á Bakka, 70 ár. Hans hevur neyvan sjálvur givið sær far um aldurin. Hann er framvegis virkin, sum var hann ein unglingi, og hevur eftir øllum at døma ongar ætlanir um at seta ferðina niður. Tá so er, verður trup­ ult í slíkari føðingardags­ heilsan at nema við allar partar av lívinum hjá hesum óvanliga virkna undan­ gongumanni. Undangongumaður er júst rætta heitið. Tí Hans hevur frá fyrstu árum havt ein sjáldsaman mátt í sær at ganga nýggjar leiðir og seta virksemi í gongd. Hann var íverksetari so øðiliga langt áðrenn hetta hugtakið gjørd­ ist mótaorð. Og tá tikið verður saman um, mega øll ásanna, at væl er komið burturúr. Ikki bara fyri Hans og hansara, men mest av øllum fyri bygdina, býin og føðilandið. Tað hevur helst ligið í kortunum, at Hans skuldi gerast vinnulívsmaður. Páp­ in, Johan Hendrik, og brøð­ urnir áttu Turkihúsið á Glyvrum, har teir vaskaðu og turkaðu fisk. Her byrjaði Hans sítt arbeiðslív longu sum smádrongur, tí tá vóru børnini við í slíkum ar­ beiði. Hans gekk í skúla hjá hinum navnframa Bjarnadal á Glyvrum og fór síðani á Háskúla í Havn, har hann hevði mætar menn sum Marius Johannesen og Sím­ un av Skarði sum lærarar. Seinni fór hann til Danmark­ ar, har hann tók handilsskúla. Eitt skifti arbeiddi Hans sum sjálvstøðugur timbur­ maður saman við pápa sín­ um, áðrenn hann av álvara fór undir sítt starv sum vinnuligur undangongumað­ ur. Tá var hann 27 ára gamal og fór saman við brøðrum sínum Rólant og Martin í 1966 undir sildaframleiðslu á Bakka. Bakkafrost varð stovnað og fyrsti virkisbygn­ ingurin bygdur. Farið varð undir at salta, krydda og súrga sild í tunnur. Hetta virksemið tók dik á seg í teimum árunum og í 1972 var grundarlag fyri at byggja virkið út og fara undir veruliga framleiðslu av liðugtvøru. Tey allarflestu munnu í sjeyti­árunum hava smakkað góðu sildina í gløsum frá Bakkafrost á Glyvrum. Virkið vaks og meir varð bygt út, og ikki minst vóru umstøðurnar hjá arbeiðs­ fólkunum betraðar munandi við góðari kantinu, wc, um­ klæðingarrúmum og skriv­ stovu. Eisini varð íløga gjørd í kanningarstovu, har vøruroyndir og vørumenn­ ing vóru framd. Nótaskipini landaðu til Bakkafrost, og eisini landaðu íslendsk skip á Glyvrum. Hesi árini arbeiddu nógv fólk úr allari Eysturoynni í sildaframleiðsluni á Bakka. Allarhelst hava flestu ung­ lingar á Glyvrum tey árini vunnið fyri bæði lumma­ pengar og meiri afturat niðri á Bakka, og kom tað væl við hjá okkum at kunna fara til arbeiðis aftan á skúlatíð og í vikuskiftunum. Bakkafrost hevur frá fyrsta degi verið eitt serstakliga gott arbeiðspláss, og tað prógvast best við teirri støð­ ugu arbeiðsmegini. Nógv av teimum, sum byrja at arbeiða á Bakka, vera ver­ andi nærum restina av sín­ um arbeiðslívi, og tað sigur alt um arbeiðsplássið og arbeiðsgevaran. Tá sildaframleiðslan sein­ ast í sjeyti­árunum ikki longur var ein lønandi vinna, fóru bakkamenninir inn á aðrar vinnuvegir. Teir vóru ongantíð ráðaleysir og kendu altíð ábyrgd fyri teim­ um mongu, sum vunnu til lívsins uppihald á teirra virki. Teir fóru undir svart­ kjaftavinnu, sum tá var ein nýggja vinna. Enn einaferð varð Bakkafrost útbygt til eitt framkomið virkið við nógvum arbeiðsplássum. Um sama mundið byrjaðu teir eisini alivirksemi á Skálafjørðinum. Í fyrstuni gekk spakuliga við at menna alivinnuna, men sum fráleið skuldi hetta vísa seg at gerast høvuðs­ virksemið. Í 1982 bygdu teir fóðuframleiðsluvirki til at framleiða alifóður og í 1986 keyptu teir Kassavirkið í Álakeri til framleiðslu av flamingokassum. Í 1987 bygdu teir nýtt kassavirki á Glyvrum. Samstundis sum teir bygdu seg út innan ali­ vinnuna, bygdu teir í 1985 surimiverksmiðju til at virka úr svartkjafti.. Og í 1989 varð útbygt til inn­ frysting av makreli. Hóast øll hesi vinnuligu fram­ og nýbrot, hava Hans og brøð­ urnir eisini upplivað brota­ sjógvar, og kreppuárini vóru ein tung og strævin tíð eisini fyri teir. Hans hevur ongantíð giv­ ið upp og hevur støðugt hugsað nýtt og frameftir. Eftir kreppuna varð aftur farið undir at byggja út, hesuferð til framleiðslu av laksi til liðugtvøru – portión­ ir. Hetta frambrot kann sig­ ast at vera eitt tað størsta í føroyskari vinnusøgu. Bakkafrost­samtakið er í dag eitt sera framkomið laksaframleiðsluvirki og hevur avgerandi týdning fyri føroyskan útflutning sum heild. Í dag arbeiða okkurt um 250 fólk í sam­ takinum og er hetta virk­ semið – nú aðrir partar av vinnulívinum liggja tungt í sjónum – ein verulig sól­ skinssøga. Hóast Hans fyri nøkrum árum síðani læt elsta soninum Regini róður­ spinnin í hendi, er hann, nú hann fer um tey sjeyi, fram­ vegis fult virkin bæði í nevndini og í dagligu leiðsl­ uni. Tað er ikki bara sum vinnulívsmann, vit kenna Hans á Bakka. Sum ungur var hann virkin ítróttarmað­ ur, og seinni varð hann eis­ ini valdur inn í býráðið, har hann sat í 8 ár. Men tað, sum hevur havt størst týdn­ ing fyri Hans á lívsferðini, er, at hann á ungum árum gjørdist trúgvandi. Tað er merkisvert, at hann, hóast sítt sera virkna lív á vinnu­ økinum, ikki hevur sett andaliga arbeiðið til viks. Uttan at skammrósa honum, tori eg at siga, at Hans er ein Kristi stríðsmaður, sum alt tað, eg kann minnast, íðin hevur virkað í Harrans tænastu. Í mong ár var hann deknur í Glyvra kirkju og virkin í missiónshúsinum á Glyvrum. Seinni var hann ein av oddamonnunum aftan fyri føroysku tjald­ missiónina, sum í rúma tíð helt møtir í tjaldinum á Gøtueiði. Og sum framhald av hesum virksemi barð samkoman Keldan í Skála­ botni stovnað, har Hans hev­ ur og framvegis er ein av oddamonnunum. Hans man hava bygt ómetaliga nógv upp gjøg­ num árini. Hann hevur altíð staðið í fremstu røð, tá okk­ urt skuldi smíðast og byggj­ ast. Fyrst sum timburmaður í fleiri ár, síðani óteljandi út­ og umbyggingar á Bakkafrost, síðani smolt­ støðin á Glyvradali, so gamla Keldan og nú stásiligi bygningurin inni í Skála­ botni. Og tá ið tað ikki hev­ ur verið nóg mikið, hevur hann bygt og umvælt við hús ella hjá onkrum av børn­ unum ella vinum. Sært tú Hans ein vanligan gerandis­ dag, er tað sum oftast í ketil­ drakt við onkrum amboði í hond. Altíð fúsur til verka. Soleiðis minnist eg hann best longu frá fyrsta degi. Fyri mær og øðrum, sum eru uppvaksin í grannalag­ num á Glyvrum, er Hans ein ómetalig fyrimynd. Góðsliga sinnalagið, lætta og skemtiliga lyndið, hjálp­ semið og vinalagið eyð­ kenna hendan heiðursmann. Eg havi altíð mett Hans serliga høgt, og havi verið sera heppin at fingið góð ráð frá honum, tá tørvur hevur verið á tí. Tí hann er góður í ráðum, bæði vísur og víðskygdur, og dugir væl at síggja bæði afturum og framum tað, sum vit onnur halda okkum síggja. Góði Hans, hjartaliga tillukku við teimum sjeyti ynski eg tær við ynski um nógv og signað ár fram­ eftir. Bill Justinussen Hans á Bakka 70 ár Jólasøla 2008 Árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður í ár 29. og 30. november í ítróttarhøllini á Hálsi. Á sølubásunum verður eins og undan­ farin ár, eitt stórt úrval av heimavirkaðum lutum/pløggum, bæði virkað siðbundi føroyskt og við nýggjum íblástri. Eisini verður café á staðnum við føroyskum viðskera og onkrum søtum omaná. Opið verður hesar tíðir: Leygardagin frá kl. 10.00 til 19.00 Sunnudagin frá kl. 14.00 til 19.00 Atgongumerkið kostar kr. 30,00 fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár hava ókeypis atgongd. Atgongumerkið er samstundis lutaseðil um: 3 gávukort á kr. 500,00 3 gávukort á kr. 300,00 úr handlinum hjá felagnum Tina Mik, Niels Finsensgøta 35, Tórshavn, har eisini er stórt úrval av heimavirkaðum lutum. Vit skulu eisini gera vart við, at ikki ber til at gjalda við gjaldskorti á flestu básunum