fríggjadagur 28. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2006
Í bókini En Vinpushers Koge-
bog II, gevur rithøvundurin,
mat- og vín-skribenturin,
Michael Poulsen, góð ráð til
hvussu vit seta saman matin
til vínið, - ella øvugt. Michael
Poulsen er kendur fyri sínar
greinar í Jyllands Posten og
Smag Behag.
Hetta er ein tann fyrsta kóki-
bókin av sínum slagi, sum
ítøkiliga – sum ein annar víntæ-
nari – kemur við uppskoti til
hvat vín hóskar til matin. Og
uppskotini eru somikið ítøkilig,
at tey eru nevnd við navni, prísi
og forhandlara. Í Danmark.
Hetta avmarkar sjálvandi brúkið
av bókini í Føroyum, men tað
skal nevnast, at Michael Pulsen
kemur við alternativum vín-up-
pskotum í øllum upskriftum,
soleiðis, at til ber at finna slag,
ið líkist á hillunum hjá Rúsuni.
Og bókin er somikið vælskri-
vað, at hon sanniliga er verd at
keypa, eisini hjá Føroyingum.
Tann fyrra, En Vinpushers Ko-
gebog I, er í dag útseld og fekk
fleiri altjóða virðislønir, millum
annað World Gourmand Cook-
book Award 2005.
Bókin vegleiðir lesaran við 70
ymiskum vín-sløgum í prís-
flokkinum kr. 30-100 (tað er
umleið okkurt um tað dupulta
í Føroyum). Vín-skribenturin,
Michael Poulsen hevur fyrst valt
vínsløgini og síðani skraddar-
seymað uppskriftir, ið hóska til.
Vínsløgini teljast millum vanligu
sløgini, ið tey flestu hava ráð
til. Men Michael hevur so valt
tey frægu burturúr.
Á henda hátt gerst tað rættili-
ga ómaksleyst, tá ið rætta vínið
skal finnast til rætta matin.
Eg gevi mítt best viðmæli til
hesa bók, ið er skrivað bæði
undirhaldandi og upplýsandi,
er snøgt uppsett og eisini hevur
sera vakrar myndir.
Bókin telur 231 blaðsíðir og
hevur ISBN-nummar 978-87-
992762-0-2
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
19
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Kynstrið at
seta saman
mat og vín