Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 230 - 28. november 2008 Sunnudagin 30. november verður minningar­ gudstænasta fyri Edith Dahl í Vágs kirkju. Men hvør var Edith Dahl? Og hví gera okur ein serligan dag til minnis um hana? Edith Valborg Dahl var borin í heim í Vági hin 27. november 1908. Foreldrini vóru Magnus Dahl, keypmaður, og Marie Henriette, f. Joensen. Edith varð doypt í Vágs kirkju 1. januar 1909. Axel Frederik Moe var prestur. Hon vaks upp í einum heimi har gudstrúgv og kirkjan vóru kjølfesta. Edith giftist í 1942 við Jákupi Dahl hjá Petur á Gørðunum. Tey fingu 5 børn: Petur Hans, Helenu, Magnus, Marjun og Jógvan. Tey fyrstu árini Í gomlu kirkjuni í Vági hevði frú Bang-Jensen savn- að fólk at syngja m.a. til høgtíðirnar. Prestahjúnini Bang-Jen- sen flyta í 1938 til Danmark- ar. Tá ið nýggja kirkjan í Vági, hin 19. februar 1939, skuldi vígast varð litið upp í hendurnar á organistinum, Ellu Nolsøe, at fáa fólk at syngja til vígsluna. Soleiðis sigur Niels Juel Nolsøe, sonur hennara, í sera áhuga- verda minningarritinum Ljómur fimmti, sum kom út í 1989. Longu frá byrjan var Edith Dahl tó við í fremstu røð. Tá ið kórið í 1939 hevur sína fyrstu alla- halgannakonsert við offur- gudstænastu er Edith kór- leiðari. Hetta starv røkir hon við sjáldsomum ídni og trúfesti í 20 ár. Í nýggju kirkjuni stóð orglið líkasum einsamalt uppi á loftinum. Tí varð hildið neyðugt at hava kór at stuðla sangin og syngja kórsvarini í fýra røddum. Men hvat sang kórið ann- ars? Grøna Bók hjá Ljómi, sum umframt allahalganna- sangir (til konsertirnar) frá 1940 til 1954 hevur høg- tíðarsálmar, ymiskar sangir og føðilandssangir, gevur eitt rættiliga gott innlit í skránna hetta tíðarskeiðið. Danskir sálmar og føroyskir eru á skránni, men longu frá fyrstu konsertini eru eis- ini klassiskir kórsatsir at hoyra: Bortniansky, Beet- hoven, Weber, Händel, Schubert, Mozart, Chopin, Weyse, Gade, Hartmann, Bach, Mendelssohn, fyri bara at nevna burtur úr rúgvuni. Ein tann kendasti allahalganna sálmurin, sum enn á døgum verður settur í samband við Kirkjukórið Ljóm, ”Nú hvítna tindar…”, verður í 1940 sungin sum solosangur á donskum: ”Nu falmer skoven…” (Tað kundi verið áhugavert at fingið at vitað, hvør ið mundi syngja solo?) Tá er tað, at Edith tosar við Robert Joensen í Klaks- vík og fær hann at týða sálmin til føroyskt. Frá 1. nov. 1942 og til dagin í dag hevur hann verið á sungin í Vágs kirkju til konsert- og offurgudstænastuna. Longu um konfirmants- aldur varð Niels Nolsøe (f. 23. nov. 1937) biðin at koma niðan á Foss at spæla undir til sangvenjing. Tey sungu m.a. ”Mød mig der” ella sum hann eisini verður nevndur ”På en stille strand”. Hann er fyrstu ferð á skránni 2. nov. 1952. Tað var ikki sum at siga tað at venja. Ongin kopimaskina var uppfunnin. Allar røddir vóru skrivaðar við hond og vant var í røddum, tenor, alt osfrv. Tey skuldu læra seg eina og eina stemmu. Hetta var sera læruríkt, tí sang- ararnir vóru sum vera man ikki sø kønir í nótum. Fleiri hjálptu til at skriva nótar m.a. Jákup, maður hennara. Niels sigur, at fyrstu árini varð vant týskvøld heima hjá Edith. Men tá ið nýbygn- ingurin oman úr Meinig- heitshúsinum var liðugur, bleyv vant har niðri. Áðrenn farið varð heim um kvøldið, las Edith altíð andaktina til dagin úr álmannakkanum. Í nógv ár helt kórið føð- ingardag hvønn 19. februar í heiminum hjá Edith. Fólk tóku smyrjibreyð við og høvdu eitt hugnaligt kvøld saman. Sangir vóru yrktir til dagin. Seinri var sam- koman hildin í Meinigheits- húsinum ella í prestagarði- num. Mong minnilig jóla- fest varð hildin uppi í Pet- ursborg – sum heimið eisini varð kallað. Kórið fer til Klaks­ víkar at taka upp á plátu Í mai mánaða 1953 fór Kirkjukórið Ljómur til Klaksvíkar at taka upp á plátu. Jógvan Gerðalíð í Klaks- vík hevði tá stovnað egið plátufelag: ”Grammofon- upptøkan v/ Jógvan Gerðalíð”. Elieser Poulsen, sum byrj- aði sangkórið har norðuri í Betesda, hevði búð í Vági. Hann hevði arbeitt á Gørð- unum og kendi væl Edith. Helst er tað hann, sum hev- ur fingið Kirkjukórið Ljóm at koma norður at taka upp. Jógvan Gerðalíð sigur m.a. í meyli (2. okt. 2008) um Edith: Hóast hesi mongu árini eru liðin, stendur hon liv- andi fyri mær. Kanska ikki nettup, hvussu hon sá út, tí tað er kámað, men heldur hennara mynduga medferð. Hon tyktist mær ein stillfar- andi, verdug, hábærslig kvinna, og var eg greiður yvir, at hon eisini var ein, ið kundi geva nógv frá sær. Eg kendi beinanvegin, at hon var ein sera virkin kvinna og gekk fult inn fyri tí, hon átók sær… Vit tosaðu um virkið, eg hevði, um at taka upp á plátur. Hon helt, at hetta var eitt gott tiltak – at boða Orðið bæði í talu og sangi. Tað kendist skjótt, at hon ikki bert var ein trúgv- andi kvinna, men at hon ynskti at arbeiða innan kirkju og aðrastaðir og virka á hesum øki. Eitt sindur av orðadrátti stóðst tó av, um kórið skuldi syngja í Betesda. Tvídráttur og meiningsmunir millum kirkju og brøðrasamkomu kundu tá á døgum vera í harðara lagi… Men, kanska hava tey ikki verið so ósamd kortini. Tí hyggur tú í Grønu Bók hjá Ljómi, so eiga Victor Danielsen og Jákup Dahl, próstur, flestu føroysku sálmarnar og sangirnar. Her kann vera lagt afturat, at konsert varð hildin í Klaksvíkar kirkju, áðrenn leiðin lá suðuraftur. Noregsferðin Í 1954 fer Ljómur sína minniligu sangferð til Noregs. Niels fortelur, at Edith og Jákup høvdu havt brævaskifti við fólk í Ytre Arna á Bergensleiðini. So- leiðis kom ferðin í lag. Hin 21. mai fer Tjaldrið av Vági. Veðrið er frálíkt og kaiin er stúvstappað. Kórið stendur uppi á umborð og syngur, meðan skipið legg- ur frá landi. Í Kristianssand kom hestavognur at taka sær av viðførinum. Konsert- in var í dómkirkjuni, sum var so stór, at Edith av lofti- num bara sást sum ein prikkur innar í kóri, sigur Niels, sum 16 ára gamal spældi uppá stóra orglið. Í Stavanger – og ikki minst í dómkirkjuni í Bergen sat Niels á loftinum, gav tónan og hevði orgulfylgispælið. Sjálvsagt var Petter Dass á Edith Dahl – ein 100 ára hugleiðing (27.11. 1908 – 27. 11. 2008) Edith og Niels Nolsøe, the grand old man, sum enn syngur í Ljómi. Myndin er tikin í prestagarðinum hin 14. feb. 1942 Edith og ”Harranum lovið” – kallað mottoið hjá Ljómi - broderað á hvítt klæði í Vágs kirkju nøvn