fríggjadagur 28. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2008
21
skránni: ”Harra Guð, títt
dýra navn og æra…”. Á
heimleiðini fóru tey umveg
is Svøríki til Danmarkar.
Har vitjaðu tey m.a. Dan
marks Statsradiofoni og
sungu upp á plátu.
Óteljandi vóru útferðirnar
hjá kórinum um sumrarnar,
til gongu niðan í hagan, í
bili og í báti, báði her í Suð
uroynni og norðanfjørðs.
(Hanna Lisberg, sum sang
við í mong ár, minnist t.d.
eina ferðina, tey fóru til
Sumbiara í lastbilinum hjá
Missinum.)
Edith plagdi at siga við
kórið, tá ið tey skuldu taka
sær av løttum: ”Sjóðið tykk
um saman!”
Og samanhald og trúfesti
eyðkendi alt virksemi hjá
kórinum.
Allahagannakonsertin
í
1959 var hin seinasta, har
Edith stjórnaði kórinum.
Í Trúboðanum (nr. 2 febru
ar 1960) skrivaði Johannes
Andr. Næs, sum búði í Vági
um hetta mundið og var
kórinum ein hollur stuðul:
Minnisorð – Edith Dahl til
áminningar.
Eftir drúgva sjúkralegu
andaðist Edith Dahl 9.
januar.
Fyrst tá ið Edith fekk var
hugan av, hvussu álvarsama
sjúku, hon hevði, fall tað
henni óivað tungt at vita, at
hon nú skjótt skuldi skiljast
frá øllum tí, hon elskaði her
á jørð. Hon hevði stórt
heim at fara frá: mann og
fimm børn.
Men sum tann kvinna, ið
legði alt sítt í Harrans
hond, so dugdi hon so væl
at fara frá øllum, at hon við
sjúkralegu og deyða sínum
kemur at standa sum eitt
talandi vitni um hetta: at
doyggja í Harranum.
Hon hevði nógv at fara
frá báði í heimi sínum, í
kirkjuni og í bygd síni sum
heild.
Og í øllum hesum livdi
hon í Harranum. Tað var
gudstrúgv hennara, sum
var drívkraftin í øllum tí,
hon var við í, meinigheitini
og bygdini at gangi. Hon
var altíð fús at gleða og
gagna.
Nógv tóm plás standa nú
eftir hana. Fyrst av øllum
er at nevna heimið, sum
hevði so nógv brúk fyri eini
mammu og eini húsmóðir.
Men vit kunna eisini nevna
virksemi sum t.d. sunnu
dagsskúlan, Sunnudagsblað
ið, limur í meinigheitsráð
num, í skúlanevndini, í stýr
inum fyri K.F.U.K., í hús
møðrafelagnum, í sjómans
ringinum og so var hon í
fremstu røð, tá ið Kirkju
kórið Ljómur í 1939 varð
stovnað. Kórið hevur hon
leitt sum sangstjóri hesi 20
árini við einum sjáldsomum
trúskapi og kærleika.
Hon spardi seg sjálva
ongantíð, og allarminst til
sangvenjing,
sum
heim
hennara altíð stóð opið fyri.
Og heim hennara var altíð
opið. Øll vóru vælkomin.
Blíðskapur og hjartalag
vóru eyðkenni hennara.
Við Ljómi hevur hon gjørt
væleydnaðar og vælfagn
aðar sangferðir um oyggj
arnar. Eisini sera væl
eydnað og fagnað var sang
ferðin hjá Ljómi í 1954 til
Noregis og Danmarkar. Jú,
dugur var í Edith Dahl, og
hon átti ídni, sum vit mega
undrast á. Hon bregdi ikki
burtur úr ætt, dóttir Magnus
Dahl, keypmann.
Vit sakna hana stórliga
ímillum okkum. Vágsbygd
saknar hana. Vit eru blivin
eitt stórt og sterkt fólk
fátækari.
Minnið um Edith Dahl –
hana, sum var so upptikin
av tí lívi, hon stóð mitt í,
hana, sum var so upptikin
av nýggjum hugskotum til
at seta í verk í framtíðini –
minnið um hana verður
okkum nógv størri og dýrari
av tí, at vit, sum stóðu henni
nær, vóru vitni til, hvussu
avbera væl hon kortini
dugdi at leggja alt hetta frá
sær – alt tað, sum rustur og
mølur kunna eta. Mitt í
lívsins baksi var hon ferða
búgvin at fara inn í teir
ævigu bústaðir.
Ærað veri minnið um Edith
Dahl!
Sunnudagin 30. novembur
fara okur at minnast hesa
undangongukvinnu við ein
ari minningargudstænastu.
Hvør veit, um ikki sangurin
”Nógv fagrari, fríðari...” og
aðrir av teimum góðu,
gomlu úr Grønu Bók hjá
Ljómi fara at “tóna” undir
kirkjuhválvinum til heið
urs fyri undangongukvinn
una og fyrrverandi kórleið
ara okkara, Edith Dahl.
Allahagannakonsertin í 1959 var hin seinasta, har Edith
stjórnaði kórinum. Myndin er tikin hetta sama heystið.
Aftast: Niels, Torkil, Petur, Jákup, Poli, Alfred, Otto, Osvald,
Erland, Sivar, Karl og Henry.
Miðraðið: Jonhild, Anny, AnneMia, Jonhild, Marna, Mia,
Herborg, Paula, Alfrida, Saloma, Selma, Inga og Elna.
Fremst: Edith, Ruth, Ginna, Vera, Jonna, Margretha og Magda
Brúðarparið Edith og Jákup Dahl
Jákup og Edith á Noregsferð
Tær 4 pláturnar, sum vóru upptiknar í Klaksvík í mai 1953
nøvn