Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 7. september 2001 25 Fróði Benjaminsen helt ikki, at tað var møðin frá leygardeg- num, sum sat eftir í beinunum hjá leik- arunum FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Hóast hann taldist millum teir heilt frægu á føroyska liðnum mikukvøldið, so hevði Fróði Benjaminsen eisini sínar trupulleikar á føroyska miðvøllinum. Spurdur, um ein partur av frágreðingini var, at tað er ov strævið hjá okkara monnum at spæla tveir landsdystir upp í slag, helt Fróði, at hetta ikki eigur at vera nakar trupulleiki. - Tað skuldi tað so ikki verið, men hinvegin fingu vit bara ikki fatur á teimum í fyrra hálvleiki. Vit runnu sum fluga í fløsku, og komið ofta í undirtal, tá teir tóku álopsmenninar aftur á vøllin. Hetta bleiv tó betri, tá vit í seinna hálvleiki tóku hvør sín mann. Leikbannaður Hetta árið hevur annars veruliga givið eitt gjøgnumbrot til Fróða á landsliðnum, og tí er tað eisini eitt sindur harmuligt hjá honum, at hann í sein- asta landsdystinum í ár er leikbannaður. - Tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt, og tað hugsaði eg eisini beinan vegin, sum eg hevði fingið gula kortið. Kortið mundi tó vera í lagi. Eg steðgaði manninum, og tað kostaði. Tað er mann noyddur til við hvørt. Tá vit at enda spurdu Fróða, um hann hevur nøk- ur góð ráð at geva liðfeløg- unum, nú teir skulu royna seg uttan hansara hjálp, hevur Fróði hug at smílast. - Nei, tað haldi eg ikki. Ikki annað enn tað, at teir mugu royna at endurtaka tað, sum teir gjørdu móti Slovenia seinast. Jákup á Borg helt eftir dystin, at serliga í fyrra hálvleiki høvdu føroysku leikararnir sera trupult við at fáa fatur á mótstøðu- monnunum FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Ein av leikarunum, sum ikki stóð eins sterkur í myndini, sum hann hevur gjørt hinar landsdystirnar í ár, var Jakup á Borg, sum annars rættiliga hevur fing- ið sítt gjøgnumbrot á lands- liðnum í ár. Kaotiskt Eftir dystin var hann eisini skjótur at viðganga, at hetta ikki hevði verið hansara besti dystur. - Serliga í byrjanini av dystinum var tað heilt kaotiskt hjá mær. Uppruna- liga skuldi eg bara ansa eftir mínari stíð, men so varð eg biðin um at fara longur inn á vøllin, men eg fann ongan tíð útav, hvønn mann eg skuldi taka har inni. Teir fluttu seg sera nógv, og tí høvdu vit als ikki tamarhald á mið- vøllinum í fyrra hálvleiki. - Í hálvleikinum avráddu vit so, at eg skuldi taka 10’aran hjá teimum, og tá gekk so eitt sindur betri. Ikki nøgdur Hóst seinni hálvleikur so- leiðis gjørdist nakað fræg- ari, so var Jákup als ikki nøgdur um egna avrik sítt, men mist móti hevur hann tó á ongan hátt. Enn restar ein landsdyst- ur hetta kappingarárið, og Jákup tykist longu nú at hava vent eyguni móti uppgerðini móti slovenum á útivølli. - Tað er einki annað hjá okkum at gera, enn at fara har niður og gera eitt betri arbeiði, enn tað vit gjørdu í dag, sigur Jákup, áðrenn hann at enda leggur afturat, at hann so avgjørt eisini ætlar sær at verða ein partur av tí dystinum frá fyrsta bríksli. Føroyski liðskiparin var sum heilt ikki nøgdur um føroyska avrikið mikukvøldið, men ásannði sam- stundis, at russarar- nir vóru sera sterkir FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Tá vit eftir leiklok miku- kvøldið fingu orðið á føroyska liðskiparan, Óla Johannesen, viðgekk hann alt fyri eitt, at dysturin ikki hevði gingið, soleiðis sum føroyingarnir høvdu vónað. - Nei, teir vóru nokk eina tonn ov sterkir til okkum. Serliga fingu teir ov gott rásarúm í fyrra hálvleiki, meðan tað so gjørdist held- ur frægari, tá vit fóru undir seinna hálvleik. Sæð í mun til dystin í Moskva fyrr í ár, so kom føroyska liðið tó ikki undir heilt sama trýst, sum ta ferðina, men Óli helt kort- ini, at teir báðir dystirnir ikki vóru heilt ólíkir. - Tað minti eitt sindur um tað ferðina, tí vit høvdu sera trupult við at fáa fatur á teimum. Tað virkaði sum um teir altíð vóru ein fleiri, har sum bólturin var. Sum sagt, so gjørdist tað heldur frægari í seinna hálvleiki, men samanlagt var tað ikki nóg gott. Fýra ella tríggjar Seinastu tríggjar dystirnar hevur uppgávan hjá Óla á pappírinum verið eitt sind- ur øðrvísi, enn hon annars hevur verið. Her hava før- oyingarnir hvat fýra mans í miðverjuni, men Óli heldur tó ikki, at hetta ger spælið so øgiliga nógv øðrvísi. - Tað skal framvegis stýrast og skumpast upp, so uppgávurnar eru tær somu. Móti londum sum Russ- landi og Jugoslavia hevur tað tó sjálvandi hjálpt nak- að, tá vit hava havt ein eyka í verjuni, men hinvegin hevur so ein kanska mangla frammi í álopinum, og tí kunnu hinir flyta fleiri fólk niðan á vøllin. Spurdur, um hetta er ein spælistílur, sum arbeitt hev- ur verið nógv við, og um hetta kanska verður vanliga uppstillingin framyvir, veit Óli rættiliga, hvørjar ætl- aninar eru. - Vit royndu hetta móti Jugoslavia, har ætlanin var at lukka kantarnar betri av, og tað eydnaðist sera væl. Tað vísti seg eisini at rigga móti Luksemburg, meðan tað ikki gekk so øgiliga væl í dag. Hvørjar ætlaninar eru framyvir, dugi eg ikki at svara fyri. Sensatiónin bíðar Seinastu árini hevur tað aftur og aftur verið sagt, at næsta sensatiónin hjá landsliðnum er heilt nær. Onkrar hálvar hava verið, men enn er hin heilt stóra ikki komin. Spurdur, um tað kanska verður næstu ferð, hevur liðskiparin hug at smílast. - Tað má mann so vóna. Tað verður í øllum førum trupult, tí teir (Slovenia) hava akkurát vunnið móti hesum liðnum, og tað sigur nakað um styrkina hjá teimum. - Vit hava tó áður staðið okkum væl móti sterkum tjóðum, og tað kunnul vit saktans gera aftur, sigur ein hóast alt bjartskygdur lið- skipari at enda. var tó ein alneyðugur partur av føroyska spæl- inum, tá bólturin skuldi flytast niðan eftir vøll- inum. 11. Christian Høgni Jacobsen, Esbjerg 8/1 Var aftur hesa ferð tikin sum fremsta val í álopinum, men avrikið hesa ferð sannførdi ikki um, at hann í allari framtíð er náttúrligt val til sessin. Er kanska størsta føroyska offurið í nýggju skipanini við fýra verjuleikarum, tí Christian Høgni hevur ikki sína avgjørdu styrki sum einsamallur áleypari, har hann í stóran mun hevur til uppgávu at halda bóltinum. Fyrst og fremst tykist kropsliga styrkin ov lítil til at seta seg ígjønum í nær- dystum við væl vaksnu verjuleikararnar, men har umframt tóktist hann í fleiri førum rættiliga óinspireraðu mikukvøldið, og tað var kanska ikki annað enn væntandi, at ein útskifting við Kurt Mørkøre kom í hálvleikinum. 13. Kurt Mørkøre, KÍ 36/3 Fekk allan seinna hálvleik í føroyska álopinum, og fyri ein stóran part sannførdi hann um, at hann er rætti maðurin, um vit framyvir skulu spæla við einum einsamallum áleypara. Hóast hann ikki telist millum skjótastu spælarar- nar á landsliðnum, so hevur hann sínar avgjørdu fyrimunir í kropsligari styrki og drúgvu royndum sínum. Dugir at taka ferðina av spælinum, soleiðis at alt liðið hevur møguleika at flyta seg niðan eftir vøllinum, og fær liðið flutt spælið niðan móti brotsteiginum, er altíð vandi á ferð, tá Kurt er á vøllinum. Syrgir altíð fyri, at mótstøðumenninir merkja nærveru hansara, og í tveimum førum var eisini heilt nær við, at mál spurdust burtur úr royndum hansara. Fyrru ferðina kom tó ikki nóg nógv ferð á skotið, eftir at hann hevði hildið tveimum verjuleikarum frá bóltinum, meðan málverjin bjargaði sera væl, tá hann nakað seinni sneiddi Onopko av, áðrenn skot varð latið móti málinum. 18. Súni Olsen, Zwolle FC 5/0 Fekk bert seinastu seks- sjey minuttirnar á vøllin- um, og fellur tí uttan fyri meting av avriki sínum. Sum fluga í fløsku Fróði Benjaminsen er sjálvsagt harmur um, at hann ikki fær verið við á ferðini til Slovenia Mynd: Álvur Haraldsen Kaos á miðvøllinum - Tað er einki annað hjá okkum at gera, enn at fara har niður og gera eitt betri arbeiði, enn tað vit gjørdu í dag, sigur Jákup um seinastu landsliðsuppgávuna í ár Mynd: Álvur Haraldsen - Tað skal framvegis stýrast og skumpast upp, so uppgávurnar eru tær somu, sigur Óli um tað at spæla við fýra monnum í verjuni Mynd: Álvur Haraldsen Ikki nóg gott samanlagt 25 24 Nr. 172 - 7. september 2001 Møðin sat eftir í før- oysku beinunum, tá teir mikukvøldið stríddust móti væl leikandi russiska landsliðnum. Hesa ferð tóktist tað heldur misjavnt, hvussu leik- ararnir royndust, og umframt at tvey leik- bann noyða broyt- ingar ígjøgnum til komandi landsdystin, er ikki óhugsandi, at dysturin mikukvøldið hevur givið Allani Simonsen okkurt at hugsa um LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen, Molde BK 24 dystir/ 0 mál Vardi sum vant føroyska málið, og kann í øllum førum ikki lastast fyri nakað av russisku málun- um. Hinvegin vardi hann í fleiri førum fyri sera nask- um russiskum royndum, tá hann bæði vísti kvikleika inni á strikuni eins og styrki í mann móti manni støðum. Var har umframt tryggur í spælinum við beinunum, tó at hann ta einu ferðina var um at selja seg sjálvan, tá hann fór út eftir einum stikkbólti. 2. Óli Johannesen, Hviovre IF 54/1 Við luttøkuni í dystinum kom Óli upp á liðina á landsliðsmetinum hjá All- ani Mørkøre, men hóast hetta, so man hesin dystur- in ikki verða tann, sum framyvir fer at standa sterk- astur í minninum hjá verju- skiparanum. Liðskiparin var atvoldin til frísparkið, sum førdi málgevandi hornaspark við sær, og hann var eisini inn- blandaður í 2-0 málinum, tá Marat Izmailov fullkomu- liga snýtti hann, áðrenn hann sendi fyri føturjnar á Beschastnykh. Hinvegin var Óli eins og vanligt sera raskur at rudda, tá á stóð, umframt at hann ta einu ferðina kom væl við í kanska besta føroyska álop- inum í fyrra hálvleiki, men eftir at hava skúgvað Onop- ko til viks, kiksaði inn- leggið frá liðskiparanum. 3.Jens Kristian Hansen, B36 40/3 Hóast hann hevur verið burturi í nærum eitt heilt fótbóltsár, so hevur Jens Kristian hesar tríggjar sein- astu dystirnar prógvað, at hann eigur sjálvskrivað pláss á landsliðnum. Í verjuspælinum dugdi hann sera væl at plasera seg, soleiðis at hann aloft- ast fær krøkt bóltin til sín, eins og hann saman við restini av miðverjuni er sera stinnur í luftspælinum. Tað er tó í spælinum við bóltinum, at liðið hevur størstu gleðina av Jens Kristiani. Bóltførleikin ger, at tað sera sjáldan kemur fjáltur á hann, tá bólturin skal spælast, og tí var hann í stórum pørtum av dystin- um ein av drívmeginum handan føroyska uppspæl- ið, sum tó hevur sæð betri dagar enn mikukvøldið. 4. John Byrial Hansen, OB 7/0 Nú landsliðsvenjarin sein- astu dystirnar hevur spælt við fýra monnum í mið- verjuni, hevur hetta givið Johan møguleikan at bíta seg fastan á landsliðnum. Partvíst hevur hann eisini tikið av hesum møguleik- anum, og í verjupartinum var hann rættiliga stinnur mikukvøldið, tó at hann stóð illa plaseraður í upp- sælinum til triðja russiska málið. Ikki minst er hann væl fyri kropsliga, og megnar tí at leggja trýst á, tá beinleiðis mótstøðumað- ur hansara hevur bóltin. Í spælinum við bóltinum er Jóhan tó ein hin veikasti liðurin á føroyska liðnum. Tóktist í fleiri førum fjált- ursstungin, tá spælast skuldi frameftir, men hetta kann hesa skyldast vænt- andi royndunum, sum hann enn hevur. Hinvegin telir tað uppeftir, at hann alofast kennir sínar veikleikar, og tí ikki hevur lyndi til at gera spælið óneyðuga torført. 5. Hans Fróði Hansen, B68 22/1 Prógvaði eins og hann altíð ger, at tað ikki bert er í heimligu kappingini, at Hans Fróði er einaráðandi í luftrúminum. Tað er fyrst og fremst hetta, saman við kropsligu styrkini, sum ger, at Hans Fróði næsrum altíð er millum teirra, sum standa seg best á landslið- num. Tað gjørdi hann eisini hesa ferð, og yvirhøvur var avrik hansara eitt av teim- um, sum stóð sterkast í myndini móti Russlandi. Sum verjuleikari eru tó ikki ráð til mistøk, og tí dregur tað niður, at Hans Fróði ta einu ferðina snorksvav, so Yegor Titov slapp einsa- mallur móti Jákupi Mikkel- sen, men lukkutíð endaði tann royndin við síðuna av føroyska málinum. 6. Øssur Hansen, B93 48/2 Var aftur á vongverjasess- inum eftir leikbannið móti Luksemburg, men kvika og breiða russiska spælið viðførdi, at royndi tofta- maðurin hevði tað sera trupult í síðuni. Kom sera ofta upp á millumhond, tá russarar spældu fram eftir síðunum, men hetta komst eisini av føroysku royndun- um at halda eina tætta miðverju. Í spælinum fram eftir vøllinum taldist Øssur tó millum stinnastu føroysku leikararnar, og var hann ein av teimum fáu, sum veru- liga tordu at spæla bóltin heldur enn at sparka, tó at hetta seinna eisini var neyðugt viðhvørt. 7. Fróði Benjaminsen, B68 14/0 Hevur upp á heilt fáar dyst- ir ment seg til at gerast ein av absoluttu lyklaleikarun- um á landsliðnum, og er helst eisini høvuðsorsøkin til, at Allan Simonsen nú hevur valt at flyta John Petersen longur fram á vøllin. Sýndi aftur mikukvøldið, at hann sum fáur megnar at halda upp á bóltin og skifta bæði ferð og rætning á spælinum. Í løtum helt hann tó heldur leingi upp á bóltin, soleiðis at spælið varð neyðuga nógv seink- að. Kropsliga styrkin ger eisini, at hgann rúgvar nógv upp á miðvøllinum, men hinvegin hevur hann við hvørt lyndi til at gerast heldur ógvusligur í nær- dystunum, og hetta kostaði tíverri aftur eitt gult kort mikukvøldið, soleiðis at Allan Simonsen noyðist at vera nýggjasta stjørnuskot sitt fyri uttan í Slovenia. 8. Julian Johnsson, Hull City 43/1 Í mun til arbeiðsgrevið, sum vit vanliga seta í sam- band við Julian, var tað ein óvanliga tom útgáva av stríðsmanninum, sum før- oysku áskoðararnir vóru vitni til mikukvøldið. Kanska sat tungi vøllurin frá leygardegnum enn í beinunum, ella eru tekini frá einum longum kapping- arári við at gerast sjónlig hjá annars ótroyttiliga stríðsmanninum. Hevði ofta sera trupult við at fáa tak á mótstøðu- monnunum, og longu »raidini« hjá honum vóru als ikki at síggja hesaferð. Vónandi hevur talan tó verið um eitt einkultstand- andi fyribrigdi hjá miðvall- aranum, men tíverri mugu vit bíða til komandi ár við at fáa hetta staðfest, tí eins og Fróði Benjaminsen er Julian nú leikbannaður til dystin móti Slovenia, og júst hetta gevur kanska Allan Simonsen størsta høvuðsbrýggið undan sein- astu uppgávuna á hesum sinni. 9. Jákup á Borg, B36 16/0 Eftir at hann ferð eftir ferð hevur staðið sera sterkur í myndini, tá landsliðið hev- ur spælt, gjørdist miku- dagurin ein dagur, sum helst skal í gloymibókina hjá Jákupi sum skjótast. Serstakliga hevði hann í fyrra hálvleiki stórar trupulleikar av at plasera seg rætt, tá russarar spældu upp í hansara síðu, og uttan at hetta tó kostaði nakað. Var hangandi inni á strikuni við fyrsta russiska málið, og í seinna mundi eitt óneyðugt bólttap viðført, at russar fingu skotið seg upp á 3-0. Tóktist annars hava sera torført við at finna rætta leiklutin á vøllinum hesa ferð, tó at tað gjørdist heldur frægari, tá hann fekk eina meira bundna uppgávu longur inni á vøllinum. Tóktist eins og viðleik- ararnir sera moyrur móti dystarenda, og skiftið við Súna Olsen tóktist sum ein sera náttúrlig útskifting frá Allani Simonsen. 10. John Petersen, B36 36/3 Hóast hann nú er í einum meira framskotnum leik- luti, enn vit vanliga hava sæð hann á landsliðnum, so hevur John framvegis ein sera stóran leiklut á landsliðnum. Taldist aftur mikukvøldið millum leikararnar, sum í størstan mun megnaðu at halda bóltin innan egnar røðir, soleiðis at føroyska liðið ikki alla tíðina mátti spæla á egnari hálvu. Ikki alt, sum hann gjørdi, eydnaðist nóg væl, men hinvegin var hann partur av mest sum øllum teimum føroysku álopsroyndunum. Hevur tó onkun tíð lyndi til at halda í so lengi upp á bóltin, tá stuðulin frá við- leikarum er lítil, men hesin frekleikin og sjálvsálitið Einstakir glottar Við kropsligu styrki síni megnaði Kurt Mørkøre sum hin einasti at seta veruligt trýst á russisku verjuna, og tó at royndirnar ikki vóru nógvar í tali, so syrgir hann altíð fyri, at mótstøðumenninir kenna nærveru hansara Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24