fríggjadagur 28. november 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2008
37
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Fólk at arbeiða hjá Stuðulstænastuni í Vágum
Søkt verður eftir 1 fólki at arbeiða hjá
Stuðulstænustuna í Vágum í 40 tímar um
vikuna at seta 01.01.09.
Arbeiðið umfatar
At arbeiða sum stuðul í Vágunum og á
sambýlunum fyri sinnisveik í Sandavági.
Sambýlini
Á sambýlunum búgva fólk, sum hava tørv
á eginumsorgan, tryggleika og einum
struktureraðum gerandisdegi.
Tað eru fleiri aktivitetir bæði inni og uttan
fyri húsið, har starvsfólkini luttaka aktivt
saman við búfólkunum.
Stuðulsarbeiðið
Stuðulstænastan gevur stuðul til vaksin
fólk við menningartarni, við avmarkaðum
sálarligum førleika, seinheilaskadd,
rørslutarnað og fólk við sansibreki
Vit vænta
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt í
heiminum hjá brúkarunum og kanst
átaka tær at arbeiða í sambýlunum á
Fobbakletti og á Traðarvegi.
• At tú ert stuðlandi og hjálpir brúkaranum
uttan at taka ábyrgdina frá honum
• At tú ert ein góður starvsfelagi
• At tú hevur eina jaliga menniskjafatan
• At tú arbeiðir soleiðis, at brúkarin fær
møðuleika at leggja gerðandisdagin
soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar
við egnan tørv og normar.
Stuðulstænastan bjóðar
• Góðar arbeiðsfelagar
• Fakliga menning við viðkomandi
undirvísing
• Supervisión
Førleikakrøv
Tú hevur almanna-, heilsufrøðiliga,
námsfrøðiliga ella aðra viðkomandi
útbúgving.
Fólk við aðrari ella ongari útbúgving verða
lønt eftir sáttmálanum sum hjálparfólk hjá
Pædagogfelagnum
Arbeiðstíðin
Á sambýlunum eru arbeiðstíðirnar
skiftandi vaktir dag-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisvaktir.
Tað er neyðugt, at tú hevur koyrikort.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
seta seg í samband við Jónvør Petersen,
samskipara á tlf. 764201
Umsókn
Umsókn skal sendast til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Stílað: Regin Johansen
Argjavegur 26
Postboks 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 15.12.08
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Suðuroyar Barnaverndartænasta ætlar
at stovna eitt stuðulstoymi, ið skal arb-
eiða við børnum og familjum, ið hava
tørv á hjálp. Í hesum sambandi verður,
treytað av játtanini, søkt eftir 2-3 starvs-
fólkum at byrja 1. januar 2009.
Stuðulstoymið tekur við í staðin fyri teir
núverandi stuðlar í barnaverndini, og
fara at hava uppihaldsstað hjá barna-
verndarumsitingini á Tvøroyri, har man
eisini møtast hvønn dag. Arbeiðið hjá
stuðulstoyminum verður lagt til rættis í
samráð við leiðaran og avvarðandi
málsviðgerða í barnaverndarumsitingini
umframt viðkomandi familju.
Talan er um 3-4 fulltíðar størv. Arb-
eiðstíðirnar verða ymiskar, roknast kan
við, inn í millum, at skula arbeiða uttan
fyri vanligar arbeiðstíðir.
Stuðlarnir skulu vera við til at gera
umstøðurnar hjá tí einstaka barninum/
familjuni, so góðar sum tilber, so barnið
kann mennast á ein fullgóðan hátt.
Stuðlarnir arbeiða tætt saman við fam-
iljuni og arbeiðið fer í nøkrum førum
fram í heiminum hjá familjuni.
Í arbeiðinum fert tú eisini at samstarva
við nógvar fakbólkar m.a. innan náms-
frøði, sálarfrøði og innan undirvís-
ingarøkið. Tú skalt taka tær av nógvum
ymiskum barnaverndarmálum – gomlum
sum nýggjum – og virkisøkið verður
innan karmarnar av barnaverndarlóg-
ini.
Tað er týdningarmikið at tú sum stuðul
dugir at tillaga teg, samstarva, ert opin,
jaligur og hevur tol. Tú mást duga at
síggja møgulleikar fram um mørk, so
børnini/familjan fær avbjóðingar í deg-
num.
Vit vænta at tú:
• hevur hóskandi útbúgving ella
royndir (t.d., pedagog, lærari,
sjukrasystur el.líkn.)
• ert fleksibul og hevur góð
samstarvsevni.
• ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og
sjálvstøðug/ur í arbeiði tínum.
• hevur gott innlit og evnar at síggja
álvaran í teimum málum, tú arbeiðir
við.
• ert nærverandi og hevur umsorgan
fyri barnsins tørvi.
Innlit í og royndir frá barnaverndar-
arbeiði/arbeiði við børnum og/ella
familjuráðgeving kann vera ein fyri-
munur, men er ikki eitt krav.
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
við nógvum avbjóðingum
• møguleika fyri sjálvstøðugari støðu-
takan innanfyri avtalaðar karmar
• møguleika fyri flekstíð og fyri sjálv-
tøðug/ur at tilrættisleggja tínar
arbeiðstíðir
• Skiftandi arbeiðstíðir kunnu
koma fyri.
• Møguleika fyri at fáa ta
útbúgving/eftirútbúgving, ið skal til
• Løn sambært sáttmála við
pedagogfelagið.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum skal sendast til: Tvøroyrar
Kommunu, Suðuroyar Barnaverndar-
tænasta, Tvørarv. 37, 800 Tvøroyri.
Mrk. Stuðlar til barnaverndartænastan,
og skal vera barnaverndini í hendi í
seinasta lagi hin 05. dec. 2008 kl.
12.00.
Um ivamál eller spurningar eru vinaligast
setið tykkum í samband við Susanne
Madsen ella Jónleyg Eyðunsson á
tlf. 372085, kl. 9.00 -10.30 ella send
ein teldupost til susanne@tvoroyri.fo,
jonleyge@tvoroyri.fo.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Stuðlar til Suðuroyar Barnaverndartænastu
...fá meira fyri einki!
Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum
og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!