Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 230 - 28. november 2008 lýsingar SKEIÐ Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA – várið 2009 Próvskeið í føroyskum Á skeiðnum lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislívi, og tú fært betri fatan av føroyska málinum. Lærari: Randi Kúrberg Skeiðsstað: Fróðskaparsetur Føroya, Jónas Broncks gøtu 25, 4. hædd, 100 Tórshavn Tíðarskeið: 5. jan.-26. mars 2009 (12 vikur). Próvtøka: 28. og 30. mars 2009 Tilmelding: Tilmeldingarskjal á heimasíðuni: www.setur.fo Tilmeldingarfreist: 18. desember 2008 Tilmeldingargjald: kr. 1.000,00 Próvtøkugjald: kr. 500,00 Undirvísing er mánadagar og hósdagar, báðar dagar kl. 16.15 - 18.30, umframt leygardagin 7. mars kl. 9.00-14.30. Skeiðið er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum móður- mál og hava gingið í miðnámsskúla ella samsvarandi. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir, so hvørt tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. Nágreiniligari upplýsingar um skeiðið eru at fáa á Setursskrivstovuni. Fyrivarni verður tikið fyri møgu- ligum broytingum. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Goymsluhøli til leigu Fjarðarvegur 12 · FO 350 Vestmanna · Tel 218 540 stubbin@stubbin.fo · www.stubbin.fo STUBBIN Umleið 400 fermetrar av góðum goymsluhøli til leigu. Fyri løgfrøðing í barsilsfarloyvi verður søkt eftir av- loysara til Vinnumálaráðið frá 1. februar 2009 og fram til 1. desember 2009. Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum er at ráðgeva landsstýrismanninum og stjóranum í løgfrøðiligum spurningum. Harumframt fevnir arbeiðið um gerð av lógar- og kunngerðaruppskotum og máls- og kæru- viðgerð. Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal duga føroyskt og enskt væl. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi 15. desember 2008. Umsóknir skulu sendast til: Vinnumálaráðið Postsmoga 377 Tinganes FO-110 Tórshavn Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á telefon 556070. VINNUMÁLARÁÐIÐ Søkt verður eftir avloysara til Vinnumálaráðið EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN TELEFON 30 40 50 • TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO Lýst verður eftir fulltrúa til nýggja Almannamálaráðið skjótast til ber. Um starvið Sum fulltrúi luttekur tú í arbeiðinum at fyrireika lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á almanna- økinum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum, at svara fyrispurningum frá borgarum o.a. Ætlanin er í næstum at fara undir størri verkætlan at endurskoða galdandi føroysku sosiallóggávuna (forsorgarlógina), og kemur tú eisini at luttaka í hesum arbeiði. Hetta arbeiðið fevnir um at gera útgreiningararbeiði og analysur av ymiskum slagi. Um tú ert løgfrøðingur koma tínar uppgávur í størri mun at snúgva seg um løgfrøðiligu spurningarnar í hesum sambandi. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar, eitt nú leiðandi løgfrøðingin í ráðnum. Tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og fram- haldandi eftirútbúgving. Førleikakrøv Tú hevur samfelagsliga útbúgving frá hægri lærustovni sum eitt nú cand.scient.pol, cand.scient. adm. ella cand.jur. Starvsroyndir frá miðfyrisitingini ella aðrar viðkomandi starvsroyndir eru ein fyri- munur. Harumframt hevur tú góð samstarvsevni og evni at orða teg greitt í skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, settur aðalstjóri, ella Hallberu F. West, ráðgeva, telefon 30 40 50, ella t-post amr@amr.fo. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almannamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn. Umsóknarfreist Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. desember 2008, kl. 12.00. ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Hug til at arbeiða við sosialpolitikki? www.sosialurin.fo Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599)