fríggjadagur 28. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 230 - 28. november 2008
11 føroyingar eru
í hesum døgum í
Kina. Talan er um
krabbameinssjúk
lingar og avvarðandi,
sum hava leitað sær
til fjarskotna landið
at fáa nýggjastu
heilsubót
Heilsubót
Nils Sørensen
Guangzhou, Kina: Í løtuni
eru 11 føroyingar í kinesiska
býinum Guangzhou har
annars 11 mió kinesarar
búgva. Býurin er ein av mið
deplunum fyri kinesiskan
handil og ídnað, og mið
býurin líkist ikki so lítið
London ella New York.
Føroyingarnir, sum hava
leitað sær hagar, eru krabba
meinssjúklingar og avvarð
andi, ið halda til á sjúkra
húsinum “FUDA Cancer
Hospital”,
www.orient
tumor.com, sum veitir við
gerðir fyri krabba. Við
gerðin er ein samanrenning
av tí viðgerð vit kenna í
vesturheiminum og so tí
sum verður nýtt í Kina. Í
fleiri førum er talan um
viðgerðarhættir, sum hava
sín uppruna í USA.
Umframt sjúklingar úr
Føroyum eru eisini nógvir
danir og aðrir sjúklingar úr
fjareystri á sjúkrahúsinum,
sum hevur drúgvar royndir
í at viðgerða krabbasjúkur.
Óivað eru fleiri orsøkir
til at sjúklingararnir velja at
fara úr tí “tryggu” kendu
norðurlendsku skipanini og
so heilt til Kina til viðgerðar;
men tá krabbi er staðfestur
kann tað galda lív og tá
eru góð ráð dýr. Avgerðir
kunnu tá verða tiknar út frá
heilt øðrum fortreytum enn
teimum
vanligu,
og
sjúklingarnir á FUDA eru á
ein ella annan hátt komnir
til kort, og hava staðfest, at
teir ikki koma víðari við
munagóðari
viðgerð
í
verandi sjúkraskipan.
Felags fyri sjúklingarnar
á FUDA er, at teir vilja liva
og ikki bara góðtaka verandi
støðuna, sum í besta føri
leingir um lív teirra.
FUDA Hospitalið
FUDA er leiðandi krabba
meinssjúkrahús í fjareystri,
og hevur áralangar royndir
við krabbaviðgerðum. Sjúk
rahúsið hevur eitt fjøltáttað
tilboð av krabbaviðgerðum,
men hevur serliga lagt seg
eftir at bjóða serkunnleika
innan eitt nú lokala kemovið
gerð, kryoviðgerð (cryos
urgery), 125 iodine sáð im
plantatión og immunviðgerð.
Tá lokal kemoviðgerð
verður givin, verður kemo
sproytað beinleiðis inn í
sjálva æðrina, sum gevur
tumorinum ilt og føði.
Soleiðis ber til at geva størri
nøgdir av kemo inn í sjálvan
tumor,
samstundis
sum
restin av kroppinum bert
fær avmarkaðar nøgdir.
Hesin viðgerðarháttur er
í løtuni á royndarstøði á
Herlev sjúkrahúsi.
Kryoviðgerð er viðgerð,
har tumor verður frystur niður
á 170 gradir, tí hildið verður,
at ongin tumor kann yvirliva
so ógvusliga frysting.
Hesin
viðgerðarháttur
hevur verið nýttur á FUDA
í 12 ár, og læknin, sum
stendur fyri hesi viðgerð,
hevur gjørt meiri enn 4000
skurðviðgerðir av hesum
slag.
Við 125 iodine sáð
implantatión verða fleiri
lítil radioaktiv sáð sett inn í
tumor, har tey í strála og
soleiðis oyðileggja tumor
innanífrá.
Kryoviðgerð
og
125
iodine seed implantatión
kunnu bæði verða nýtt hvør
sær og saman til tess at fáa
størsta árin á tumor.
Á Fuda sjúkrahúsinum í
Kina
verður
ein
sera
framkomin immunviðgerð
givin, har fleiri viðgerðar
hættir verða nýttir til tess at
styrkja mótstøðiførið hjá tí
einstaka við atliti til at
niðurberja krabbasjúkuna.
Millum
føroyingarnir,
sum eru á FUDA, eru 3
sjúkrarøktarfrøðingar, sum
eisini hava starvast í út
londum, og meta tær, at tann
kinesiska sjúkrarøktarfrøðin
í flestu førum er á hædd við
ta í Norðurlondum.
Viðgerðin byrjar við van
ligum kanningum, ið stað
festa støðuna hjá sjúkling
inum; síðani verður ein so
kallað PET/CT skanning
gjørd. Hetta er ein hátøkni
lig skanning, sum nágreini
liga staðfestir hvar sjúkan
hevur bitið seg fasta;
Guangzhou
Út frá kanningarúrslitinum
verður ein greinað við
gerðarætlan løgd tilrættis,
sum verður gjøgnumgingin
saman við sjúklinginum,
áðrenn viðgerðin byrjar.
Niðasta linjan í ætlanini
vísir kostnaðin fyri viðgerð
ina og nær hon er liðug.
Serstakt fyri viðgerðina á
Fuda er, at hon í stóran mun
tekur
støði
í
hvørjum
einstøkum sjúklingi, alt
eftir hvat bagir, og hvør
støða hansara er. Onkur
hevur sagt tað soleiðis, at
hvør einstøk viðgerð verður
skræddaraseymað til tann
einstaka sjúklingin, sum
soleiðis í størsta mun verður
settur í fokus.
Annars gongur dagurin
sum á sjúkrahúsum flest –
tó kemur hvørt kvøld ein
greinað rokning fyri dags
viðgerðina.
Føroyingar á Fuda hospitalinum í Kina
Býurin Guangzhou er í Suðurkina
Uttan fyri Fuda Cancer Hospital, har 11 føroyingar í hesum
døgum hava sína dagligu gongd
Á Fuda Cancer Hospital í Guangzhou í Kina eru í hesum
døgum 11 føroyingar, sjúklingar, sum leita sær heilsubót
móti krabbameini og teirra avvarðandi